Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 205 - 24. oktober 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tað var nú óluksáligt, at mann ikki stillaði upp til kommunuvalið Egil á Bø, EB/Streymur Talan verður um rimmar FM-gildið í Ítróttarhøllini á Eiði. Sølan av atgongumerkjum er steðgað, tí vónleyst er at kroysta fleiri inn í høllina Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað verður bókstaviliga árs­ ins gildi á Eiði leygardagin. Í mun til ætlaðu gull­veitsl­ una fyri tveimum árum síð­ ani, so er bjørnin skotin hesaferð, og so er einki at siga til, at nógv vilja vera partur av flettingini, sum verður leygarkvøldið. Ársveitslurnar hjá EB/ Streymi hava verið stórar seinnu árini, men eftir sig­ urin á Skála týskvøldið ber veruliga av. ­ Vit dekka upp í løtuni, og tað verður so til eitt borð­ hald fyri 850 fólkum, segði Jan Djurhuus, sum er partur av veitslunevndini, tá vit tosaðu við hann hóskvøld­ ið. ­ Vit høvdu uttan iva kunnað selt fleiri atgongu­ merki, men trupulleikin, er at vit fáa ikki meira fólk inn her. Matur skal eisini bíleggjast, og fyrr ella seinni má kokkurin vita, hvussu nógv vit verða, tí tað er jú ikki bara at siga tað, tá so nógv fólk koma í veitslu. Eg sigi ikki, at noyð­ ist onkur línubátur at bróta túr av leygardagin, so finna nokk pláss fyri manningini, men stórt meira enn tí sama fáa vit ikki víðkað gildið, sigur Jan. Jan Djurhuus er sjálvur hósvíkingur, og har hava tey verið í bygdarhúsinum eftir borðum, stólum og øðrum við. Og somuleiðis hava tey verið í Kollafirði, har veitslan var í fjør, og har hon eisini verður kom­ andi ár, nú skift verður mill­ um báðar hallirnar í økin­ um, sum EB/Streymur fevn­ ir um. ­ Síðani týskvøldið hava fólk teknað seg í stríðum streymi. Millum annað hava vit selt atgongumerki á Shell­støðini, og har kom veruligur proppur í, tá øll ferðslan kom aftur av Skála. Eitt skifti máttu tey krevja av fólki, at tey høvdu akkur­ át fyri, tí eingir vekslipengar vóru eftir heldur, sigur Jan, sum sjálvandi gleðir seg saman við restini av veitslu­ fyrireikarunum og –luttak­ arunum. EB/Streymur hevur góðan møguleika at spæla seg víðari í Champions League, og bæði B36 og NSÍ ella Víkingur sleppa saman við HB til UEFA Europa League Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kappingarnar verða eitt sindur broyttar í mun til inniverandi kappingar, við tað at InterToto Cup kapp­ ingin nú er niðurløgd. Ístað­ in verður Evropa Cup kapp­ ingin broytt soleiðis, at hon eisini gerst til eina evrope­ iska liga­kapping undir heit­ inum UEFA Europa League. Sambært heimasíðuni hjá FSF fáa Føroyar trý lið við í undankappingina til Eur­ opa League 2009/10. HB og NSÍ/Víkingur koma við í fyrsta undankappingarum­ far, umvegis avrik síni í For­ mula­deildini. B36 kemur við í annað undankapping­ arumfar sum steypavinnari, hóast teir taptu finaludystin móti EB/Streymi. Ivi hevur annars verið um júst hetta plássið, og í UEFA hevur verið upp á tal, at møguleikin hjá einum tapandi steypafinalisti skuldi strikast heilt. Eisini Champions League er broytt eitt sindur í mun til undanfarin ár, millum annað verða undankapping­ ardystirnir spældir nakað fyrr enn higartil. Føroyska meistaraliðið kemur í kappingina í fyrsta undan­ umfari. Men í mun til undanfarin ár, sær út til at rættiliga stórur stórur møgu­ leiki er hjá EB/Streymi at koma víðari til annað und­ anumfar, tí tað einans eru seks lond í fyrsta undanum­ farinum. Umframt Føroyar, er talan um meistaraliðini úr Luksemburg, Malta, Montenegro, Andorra og San Marino. EB/Streymur fær lagaliga mótstøðu Kvart tons av kjøti Petur Jacobsen er kokkurin, sum skal gera mat til gestirnar, og tað er ikki hissini innkeyp, sum hann hevur gjørt. Longu í morgun byrjar hann at rigga til, og millum annað fevndi innkeypið um: Tilfar til 850 rækjubland Yvir 200 lambstjógv (260-270 kg) 240 kg av eplum 150 litrar av sós Omaná verður kakuborð Nærum 1.000 fólk í FM-veitslu Eftir FM-sigurin á Skála kom proppur í á Shell-støðini við streymin, har fólk í stríðum streymi vildu vissa sær atgongd til rimma FM-gildið Mynd: Sofus D. Johannesen