fríggjadagur 24. oktober 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 205 - 24. oktober 2008 ]
Gummibeinini
vórðu løgd á Skála,
og nú gleða teir í EB/
Streymi seg bara til
enda árið ordiliga
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- Tað var nú óluksáligt, at
mann ikki stillaði upp til
kommunuvalið. Tað skuldi
í øllum førum ligið væl fyri
at fiskað nakrar atkvøður
leygarkvøldið.
Orðini eigur Egil á Bø,
sum leygardagin klokkan
knappliga hálvgum seks
skal taka ímóti Formula-
steypinum, sum fær pláss
undir liðini av Løgmans-
steypinum í felagshúsinum
við Margáir.
Spæla frítt
Seinasti dysturin á kapp-
ingarárinum hjá EB/Streymi
verður móti HB, og hetta
ger ikki dagin minni huga-
ligan sigur Egil.
- Vit vilja sjálvandi enda
árið væl, og tað ger tað ikki
minni stuttligt, at tað júst er
HB, sum vit spæla ímóti.
Og mest av øllum vilja vit
vísa, at vit eru betri enn teir.
Eisini hóast hetta longu er
staðfest á stigatalvuni.
- Og tá bæði liðini kunnu
spæla frígjørt, rokni eg
eisini við, at tað verður ein
stuttligur dystur at hyggja
eftir. Gummibein verður
talan so ikki um hesaferð,
so spurningurin er heldur,
hvussu spælararnir reagera,
nú vit ikki hava gummibein,
flennir Egil.
Spældu borðtennis
Eftir at FM-sigurin varð
feiraður týskvøldið, hildu
spælararnir frí mikudagin.
Hósdagin hittist hópurin
aftur, men hesa ferð var
talan um borðtenniskapping
heldur enn fótbólt. Eina
kapping, sum hjálparvenj-
arin hjá liðnum, Finnbjørn
Zachariassen, vann saman
við Sorin Anghel. Her kann
leggjast afturat, at Finnbjørn
er fyrrverandi landsliðs-
spælari í borðtennis, og tí
varð hann roknaður sum
stórfavorittur undan innan
hýsis kappingini.
- Men hetta er nú ikki, tí
vit ikki taka uppgávuna í
álvara. Heldur haldi eg, at
lagið í hópinum nú er
framúr, og um vit spæla
borðtennis eitt kvøld heldur
enn fótbólt, man ikki gera
tað heilt stóra. Venjingar-
støðan skuldi í øllum førum
verið í lagi, nú vit bert hava
ein dag eftir av kappingar-
árinum, sigur Egil á Bø.
Jákup á Borg er
leikbannaður, nú væl
nøgdu toftamenninir
koma at vitja í
Gundadali
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Týsdagin misti B36 møgu-
leikan at vinna silvurmerk-
ini. Í morgin spælir árstals-
felagið í høvuðsstaðnum
fyri at vinna bronsukrón-
urnar. Mótstøðuliðið verður
B68, sum hevur staðið seg
væl betri, enn uppflytarar
ofta gera.
Oddmar Færø er tøkur
aftur hjá B36, eftir at hann
týsdagin var leikbannaður.
Týsdagin sá Jákup á Borg
reytt, og tískil er hann longu
farin í vetrarfrí.
Enn hevur einki verið at
hoyrt um, hvussu tað verður
við venjara í B36 og í B68.
Einki man tó vera at ivast í,
at
avrikini
hjá
Heðini
Askham og Bill Jacobsen
hava verið so mikið góð, at
teir eru í høgum metum í
feløgunum báðum.
EB/Streymur-HB:
Klárt til fótbóltsveitslu
FM-veitslan byrjaði á Skála
týskvøldið, og hóast gleðin
kanska ikki verður heilt
so euforisk, sum hon var
týskvøldið, so er eingin ivi
um, at bæði Egil og mest sum
øll bygdafólkini frá Kollafirði
til Eiðis gleða seg til stóru
løtuna leygardagin
Mynd: Sofus D. Johannesen
B36 hevur longu vissað
sær sætið í Europa.
Sunnudagin spæla teir fyri
bronsumerkjunum
B36 spælir fyri bronsuni
Turrur fiskur í Tipsbladet
“Guldkæder av tørfisk”. Tað er sambært danska Tips-
blaðnum tað, sum spælararnir úr EB/Streymi vórðu heið-
raðir við, tá teir týskvøldið tryggjaðu sær meistaraheitið.
Um blaðið kennir nakað til føroyskar greipur, men vera
rættiliga ivasamt, men tað verður tó staðfest, at EB/
Streymur vissaði sær meistaraheitið, umframt at trivið
verður í góðu avrikini hjá felagnum ímóti Manchester
City í summar.
Spæla kl. 13.00 og 15.30
Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, nær spælast skal
seinastu umførini. Reglurnar áseta nevnliga, at liðini tá skulu
spæla samstundis. Leygardagin verður hetta so gjørt á tann
hátt, at allir dystirnir í 1. deild byrja klokkan 13, og í Formula-
deildini verður so bríkslað ígongd klokkan 15.30.