Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 205 - 24. oktober 2008 ] Pál vann DM Føroyski gullfisk­ urin vann í gjár DM­gull á 800 metrum frí. Eisini Elspa Mørkøre svam seg til heiðursmerki Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Pál Joensen er í løtuni partur av DM-kapping- ini á stuttbana, og her hevur hann enn eina ferð prógvað, at hann er í serflokki mest evna- ríki svimjarin á longu teinunum. Í gjár var finala í 800 metra frísvimjing, og hesa vann Pál so ruddiliga. Vinnaratíðin hjá Pál var 7.54,25, og er hetta bert sjey sekund frá danska senior- metinum. Eisini var Pál partur av liðnum hjá Aalborg Svømmeklub í 200 metra frísvimjing, men hóast split-tíðina hjá Páli so ruddiliga rakk til føroyskt met, megn- aði liðið samanlagt ikki at svimja seg til heiðursmerki. Eisini er Elspa Mørk- øre millum heilt sterku svimjararnar í kapping- ini. Elspa var í gjár part- ur av tveimum finalum, og megnaði hon at svimja seg til silvur í 200 metra rygg og í 200 metra blandað. Umframt tey bæði eru Malan Bærendsen, Kári J. á Høvdanum og Mona Simonsen eisini við í kappingini. Almenn móttøka í SÍF-húsinum Leygardagin kl.13.00 spælir 07 Vestur seinasta dystin í hesum kappingarárinum. Dysturin verður ímóti HB í Gundadali. Nú plássið í Formuladeildini longu er tryggjað, vilja vit bjóða stuðlum og viðhaldsfólki til mótøku í SÌF húsinum í Sandavági leygardagin frá kl.17.00 – 19.00, sigu 07-Vestur í tíðindaskrivi. Vilja hava oddasessin Týskvøldið legði Tjaldur seg á odda í bestu kvinnudeildini, men sunnudagin kunnu Stjørnan ella Neistin taka seg fram um ella fram á oddaliðið. Teir báðir FM-finalistarnir frá í vár spæla nevnliga í KÍ-høllini, har einasti dysturin í fremstu hondbóltsdeildunum er á skránni um vikuskiftið. Stjørnan hevur undan dystinum fult stigatal – fýra stig fyri tveir dystir – meðan Neistin hevur trý stig eftir fyrstu tveir dystirnar. Tjaldur hevur fimm stig fyri tríggjar dystir. Maðurin, sum í fleiri ár var størsta svimjinavn Føroya, hevur játtað eini áheitan um at stilla upp til formansvalið í Svimjisambandinum Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í 3-2 sendingini hjá Sjónvarpinum í gjárkvøldið staðfesti Palli Ziskason, at hann ikki heldur fram sum formaður í Svimjisambandinum, sum hevur aðalfund leygardagin. Við 3-2 segði Palli, at hann ikki kennir seg hava meira at geva føroyskari svimjing, og at hann tí ikki stillar uppaftur. Fram til aðalfundin leygardagin ber enn til hjá nýggjum valevnum at bjóða seg fram. Men tað er longu alt, sum bendir á, at nýggi maðurin er funnin. Jon Hestoy hevur í tveimum umførum á til samans 10 ár verið formaður í Svimjisambandinum. Og nú er hann til reiðar at taka enn eitt tørn við stýrisvølin. - Tað er rætt, at eg havi fingið eina áheitan um at stilla upp, og hesari havi eg tikið av, sigur Jon, sum tó í løtuni ikki vil gera tær stóru viðmerkingarnar til, hvørjum hann serliga vil arbeiða fyri. - Tað er ikki tí, at eg ikki havi mál ella hugskot. Annars hevði eg ikki bjóðað meg fram. Men tá skipanin er soleiðis, at tað fram til sjálvan aðalfundin er møguleiki hjá nýggjum evnum at bjóða seg fram, haldi eg tað ikki vera rætt av mær, um eg nú fari at tosa um tað, sum eg havi í hyggju at fremja, sigur Jon Hestoy. Jon Hestoy vil stjórna svimjingini Jon Hestoy var í fleiri ár fremsti føroyski svimjarin. Og fram til avrikini, sum Pál Joensen og Elspa Mørkøre hava framt seinnu árini, hava hansara avrik staðið sum kanska størstu varðar í føroyskari svimjisøgu. Hann hevur áður verið formaður í til samans 10 ár, og nú bjóðar hann seg fram til enn eitt skeið Pál Joensen er nú bara sjey sekund frá danska senior-metinum á 800 metrum Einki stendur upp á spæl í Fuglafirði, har B71 fer at siga siga farvæl við Formula deildina og venjaran Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo ÍF fær í morgin vitjan av B71. Tað er greitt, at uppflytararnir í Fuglafirði fara at halda fram í bestu deildina, og at sandoyingar fara at flyta niður. Merkisvert er tað, at Eli Hentze, venjarin hjá B71, fer at standa á odda fyri sínum liði fyri síðstu ferð. Mr. B71 hevur boðað frá, at hann ikki fer at halda fram sum venjari í barn- dómsfelagnum. Eli er føddur 1. september í 1969 og sostatt 39 ára gamal. Hann kom á besta B71 liðið fyri 23 árum síðani, og í sigrum rakk hann longu tindin í 1989, tá ið B71 fyri fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini og vann FM. Boð eru aðra staðni frá eftir onkrum av evnagóðu B71 spælarunum. Hjá ÍF flytir Bartal Eliasen nú av landinum. Tað kann tó ikki avskrivast, at hann aftur verður at síggja í reyðu troyggjuni. Eli biður farvæl