fríggjadagur 24. oktober 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 205 - 24. oktober 2008
lýsingar
Sethús og stórt
grundøki Yviri við
Strond 57
Um hóskandi boð fæst, verður ognin matr. nr. 659 a,
Tórshavn, seld.
Talan er um eina serstaka ogn, ið liggur ógvuliga
væl fyri við fríum útsýni yvir fjørðin og Nólsoynna.
Partur av grundøkinum er plantað við m.a. stórum
trøum. Økið omanfyri húsini er bøur. Umframt
sethúsini er á økinum hjallur og gamalt fjós við
laðaðari grund.
Grundøkið er 3.057 m2.
Húsini, sum eru bygd í 1956, eru í tveimum
hæddum, hvør 136 m2, alt innrættað. Í erva: Gangir,
baðiverilsi, køkur, tvær stovur, hjúnarúm og trý
kømur. Í kømrum og gangi eru innbygd skáp.
Kjallari: Gangir, stór stova, trý kømur, wc/brúsa,
fýrrúm, vaskikjallari, kjallararúm og goymsla. Fleiri
innbygd skáp eru í niðaru hæddini.
Prísuppskot kr. 3.300.000,00.
Nærri upplýsingar um ognina fáast við at venda
sær til undirritaðu. Sí eisini heimasíðu okkara.
Advokatskrivstovan
Tel. 353335
att: Fríða Patursson, adv. frp@jura.fo ella
skrivaran Maibritt Johannessen, maj@jura.fo
ADVOKATSKRIVSTOVAN
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Aksel V. Johannesen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv. ft.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn
Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo
Farloyvisstarv á
Ungdómsdeildini á
Føroya Barnaheimi
Søkt verður eftir pedagogi at avloysa fyri
starvsfólk í barnsburðarfarloyvi at byrja sum
skjótast.
Tann sum settur verður í avloysarastarvið, skal
starvast í skiftandi vaktum á Ungdómsdeildini,
har tilsamans 8 fólk eru í starvi.
Endamálið við arbeiðinum á Ungdómsdeildini
er fyrst og fremst at geva børnunum/teimum
ungu umsorgan og tryggleika, samstundis sum
dentur verður lagdur á, at vísa á týdningin av
gevandi og mennandi samveru. Hetta verður
gjørt við einum skipaðum og viðkomandi
dagligdegi, við áhuga og nærleika, við serligum
átøkum og ikki minst við regluligum samrøðum
og øðrum samskifti. Tað er greitt mál hjá
Ungdómsdeildini at samstarva so væl og tætt,
sum til ber, við foreldur og játtandi myndug-
leikar, umframt aðrar viðkomandi starvsbólkar
og/ella stovnar.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.
m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 7.
november 2008.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til Djóna Nolsøe Joensen, deildarleiðara á tlf.
312320 ella 225672.
Føroya Barnaheim
Pedda við Steingøta 10
FO-100 Tórshavn
Aðalfundur
Musikklærarafelagsins
Við hesum verður boðað til aðalfundar á Hotel
Føroyum leygardagin 8. november 2008, kl. 13.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Limir felagsins verða annars kunnaðir umvegis
mlf-ráðstevnuna á First Class.
Nevndin
Valevnislistar til
bygdarráðsvalið í Porkeri
týsdagin 11. novembur 2008
Listi A:
1. Eyðolf Bech, bankamaður, Í Gjørðum 10, Porkeri.
2. Henna Bech, húsmóðir, Skiparavegur 15, Porkeri
3. Andreas Berg, bilførari, Heygavegur 31, Porkeri
4. Anna Dam, stuðul, Á Fløttinum 18, Porkeri
5. Bodil Finnsson, sjúkrarøktarfr. Hólavegur 23, Porkeri
6. Óli í Hjøllum, skúlastjóri, Hólavegur 3, Porkeri
7. Mikkjal Sørensen, bókhaldari, Heygavegur 11, Porkeri
8. Anita Vestergaard, leiðari, Bakkavegur 15, Porkeri
Listi yvir stillarar:
Petur Esmarson Olsen, fiskimaður, Á Fløttinum 10, Porkeri.
Heri Danielsen, fiskimaður, Á Fløttinum 20, Porkeri
Annika Tausen, flakakvinna, Á Fløttinum 8, Porkeri
Heri Larsen, telefonmontør, Í Gjørðum 8, Porkeri
Eileen Bech, skrivstovukvinna, Í Gjørðum 4, Porkeri
Emily Midjord, krambakvinna, Í Gjørðum 12, Porkeri
Odd Eið Knutsen, brúkari, Hólavegur 17, Porkeri
Ári Hammer, avgreiðslumaður, Skiparavegur 16, Porkeri
Bjørn Bech, formaður, Skiparavegur 15, Porkeri
Petur M. Danielsen, automekanikari, Bakkavegur 23, Porkeri
Jóannes Mortensen, maskinførari, Í Hólinum 17, Porkeri
Ellis Bech, dagrøktari, Í Hólinum 27, Porkeri
Magnus Petur Kaj Vejhe Holm, sjóm. Bakkafløttur 8, Porkeri
Mathilda Muller, arbeiðskvinna, Heygavegur 22, Porkeri
Sólgerð Sørensen, flakakvinna, Skiparavegur 12, Porkeri
Poula Tausen, krambakvinna, Hólavegur 7, Porkeri
John á Løgmansbø, skipari, Hólavegur 10, Porkeri
Thomar Hermansen, múrari, Skiparavegur 23, Porkeri
Daniel Pauli Bech, arbeiðsmaður, Skiparavegur 13, Porkeri
Elnar Holm, sjómaður, Á Heyggi 5, Porkeri
Sverri Christiansen, arbeiðsmaður, Skiparavegur 5, Porkeri
Napoleon Sørensen, trukkførari, Klovavegur 10, Porkeri
Brynjálvur Danbjørg, pensionist, Undir Heyggi, Porkeri
Listi B:
1. Jóhan Petur Abrahamsen, skipsinspekt. Í Hólinum 9, Porkeri.
2. Rannvá Albinus, sjúkrarøktarfr. Undir Heyggi 15, Porkeri
3. Zacharias Bech (e), skipari, Skiparavegur 6, Porkeri
4. Anna Djurhuus, leiðari, Bakkavegur 29, Porkeri
5. Daniel Johannes Djurhuus, skrivstovum. Hólavegur 13, Porkeri
6. Eli Frederiksen, borgarstjóri, Í Hólinum 1, Porkeri
7. Jonna Holm, húsmóðir, Á Heyggi 11, Porkeri
8. Súsanna Krosslá, lærarinna, Á Fløttinum 4, Porkeri
Listi yvir stillarar:
Sigmundur Olsen, lærari, Hólavegur 11, Porkeri.
Jan Hovgaard, skipsførari, Hólavegur 9, Porkeri
Daniel Veihe, skipari, Heygavegur 33, Porkeri
Torgir Strøm, skipari, Heygavegur 25, Porkeri
Torleif Bech, fiskimaður, Í Hólinum 14, Porkeri
Durita Veihe, húsmóðir, Á Fløttinu 2, Porkeri
Magnus Hansen, sálarfrøðingur, Á Fløttinum 3, Porkeri
Zacharias Muller, maskinmeistari, Bakkafløttur 18, Porkeri
Hilmar Bech, fyrrv. fyrstilærari, Bakkafløttur 10, Porkeri
Estrid Jensen, húsmóðir, Bakkafløttur 6, Porkeri
Mortan D. Holm, skipsførari, Á Heyggi 11, Porkeri
Bent Albinus, skrivstovumaður, Undir Heyggi 15, Porkeri
Johanna K. Olsen, skrivstovukvinna, Hólavegur 15, Porkeri
Gudfinn Olsen, verkfrøðingur, Bakkavegur 35, Porkeri
Frida Thomsen, húsmóðir, Undir Heyggi 5, Porkeri
Lilly Abrahamsen, húsmóðir, Í Hólinum 9, Porkeri
Erik Christensen, byggiteknikari, Á Fløttinum 16, Porkeri
Marie-Luise Christensen, studentask.lær. Á fløttinum 16, Porkeri
Porkeris Kommuna
Við Á 8 · FO-950 Porkeri
Tlf. 37 36 03 · Fax 37 46 03
porkeri@porkeri.fo
Aðalfundur
Árligi aðalfundur hjá Tvøroyrar Bóltfelag
verður í TB-húsinum,
sunnudagin 09. november klokkan 16:00.
Skrá sambært lógum felagsins.
Skuldi fundurin ikki verið viðtøkuførur,
verður eyka aðalfundur, hálvan tíma seinni.
Tvøroyrar
Bóltfelag