Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 24. oktober 2008 41 lýsingar K U N N G E R Ð um skúlastýrisval 11. november 2008 Val til skúlastýrið í Vestmanna Kommunu verður týsdagin 11. november 2008. Valið fer fram samstundis sum bygdarráðsvalið og á sama valstaði, í ítróttarhøllini í Vestmanna. Vallistin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá fríggjadegnum 24. oktober til týsdagin 4. november 2008. Opið er gerandisdagar kl. 9 – 15. Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin latast formanninum í valnevndini (Heðini Winther Olsen, tlf. 274337), sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum. Uppstillingarfundur verður hildin í aulini í Vestmanna skúla mikukvøldið 29. oktober kl. 19.00. Á hvørjum valevnislista kunnu vera í mesta lagi 6 valevni. Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni, starvi, bústaði og føðingardegi. Harumframt skal listin vera undirskrivaður av í minsta lagi eins nógvum uppstillarum, sum talið á uppstillaðum valevnum. Ein stillari skal vera tilskilaður á listanum sum ábyrgdarhavandi. Valevnislistin skal latast inn av einum stillara til Kommunuskrivstovuna ella Heðin Winther Olsen, valnevndarformann, í seinasta lagi týsdagin 4. november 2008 kl. 18.00. Vestmanna Kommuna T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Røktar- og umlættingarheimið Hárfríðkari til Lágargarð Við hesum verður biðið um tilboð frá áhugaðum hárfríðkarum um hárviðgerð á Lágargarði. Tilboðið skal vera útgreinað viðvíkjandi ymisku hárviðgerðunum, og við atliti til, at høli við hita, vatni og øllum amboðum eru til taks, og at heimið rindar alt tilfar. Arbeiðsdagar og -tíðir verða sambært avtalu, og í samstarvi við starvsfólkið á eindunum. Á Lágargarði eru 3 eindir við 16 búfólkum á hvørji eind. Haraftrat er dagstovnur, har uml. 40 heima- búgvandi pensionistar koma um vikuna. Krav til tilboðsgevaran er, at viðkomandi hevur áhuga í hárfríðkan innan eldraøkið, og hevur góð samstarvsevni. Tilboðsfreist 17. november 2008. Tilboðini skulu sendast til: Lágargarð att. Meta av Fløtum, leiðari Stoffalág 84 Postboks 1188 FO-110 Tórshavn Sunnudagsskúli í Hoyvík Hvønn sunnudag klokkan 11 er sunnudagsskúli í Hoyvíkar kirkju. Tú ert eisini vælkomin at verða við. Vegna sunnudagsskúlan í Hoyvíkar kirkju Snorri Brend (fartlf. 598599) Fuglafjarðar skúli Felags foreldrafundur verður í fimleika- høll skúlans mánakvøldið 27. oktober 2008 kl. 19.00. Skrá: 1. Ársfrágreiðing 2007-2008 frá skúlastýrinum. 2. »Er fólkaskúlin fyri øll... ?« Framløgur: Óli Wolles, fm. í Javna og Hans Jón Thomsen, NSR-Tænastan. 3. Kunning um Skúlastýrisvalið 11. november 2008. Møguleiki at gera lista til Skúlastýrisvalið. Næmingar syngja og spæla. Høvi verður at fáa ein drekkamunn. Fuglafjarðar skúli og Skúlastýrið Postboks 9 · FO-530 Fuglafjørður Ársaðalfundur Ársaðalfundur felagsins verður 26. nov. 2008 kl. 17 í Gøtu skúla. Skrá sambært lógini. Skúlaleiðarafelag Føroya