fríggjadagur 24. oktober 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 24. oktober 2008 23
Tað ræsta er ein serligur og
eyðkendur partur av føroyska
køkinum. Tað ræsta er ein
hornasteinur í føroyskari
gastronomi kunna vit siga.
Nú líður á heystið, fara vit
føroyingar at gleða okkum til
ein ræstan bita, tí um fáar vikur
eru rivini passalig, og hvat er
sum eitt ræst riv. Tað er ein
serlig verð, sum opnar seg av
nýggjum á hvørjum ári. Fyri
ikki at tala um tað ræsta kjøtið
og súpanina. Ella ein stoktan
bógv, sum er akkurát passaliga
ræstur.
At hanga upp at turka og
at salta hava hjá okkum verið
mátarnir at goyma mat. Saltið
hevur dripið mikroverurnar, sum
fáa matin at rotna, og tí helt
maturin sær í salti. Um vit fáa
vatnið at seta úr matinum, veri
tað seg fiskur ella kjøt, tálmar
tað vøksturin av bakterium,
og maturin heldur sær. Um
ræsingin skal ganga væl, og
maturin smakka væl, er neyðugt
at finna eina javnvág millum
avvatning (dehydrering) og rot
(cadaverositas). Vit føroyingar
vita væl av royndum, at er
turkingin ov bráð, ja so kemur
ov lítil smakkur í kjøtið, og er
turkingin ov seinfør, so er vandi
fyri roti. Tað er her ímillum tann
delikata javnvágin er at finna.
Kynstrið at fáa gott ræst kjøt
ella ræstan fisk er at finna í tí
rætta umhvørvinum.
Tað rætta umhvørvið til
at framleiðan ræstan ella
turran mat kenna tey væl í
øðrum londum. Hugsa bert
hvussu nágreinilig tey fara
fram, sum framleiða ostar, t.d.
Gorgonzola ella Roquefort,
ella tey sum framleiða turkaða
skinku, t.d. Prosciutto di
Parma. Her verður onki latið
til tilvildina. Manngongdir
vera fylgdar út í æsir til tess at
tryggja, at úrslitið er tað sama
ár eftir ár.
Her hjá okkum er tað so
ymist, hvussu líkindini eru at
hanga upp at turka. Viðhvørt er
tað rotveður og við hvørt er tað
so kalt, at smakkur ikki kemur í.
Hetta tykist mær stórt spell – at
góðskan av okkara ræsta kjøti
og fiski skal vera, sum vindurin
blæsir. Matfrøðiliga vita vit væl,
hvat skal til fyri at fáa ávísan
smakk og góðsku. Tað eru
umhvørvisviðurskifti, so sum hiti,
vatninnihald og saltinnihald í
luftini og so luftferðin, sum stýra
ræsingini og harvið smakkinum.
Tað ber sostatt til at skapa
eitt umhvørvi, har kjøtið fer at
smakka tað sama ár eftir ár
- har møguleikin fyri roti og
maðki er burtur, og har vit fáa
kjøtið akkurát so ræst, sum tað
hóvar okkum.
Hetta kunnu vit gera í
klimakømurum ella turkihúsum.
Spurningurin er, um vit ikki átt
at lagt til bráts og fari undir at
optimera smakkin í tí føroyska
heystskurðinum. Tað ber væl
til at ímynda sær, at eitt virki í
Føroyum fór undir at framleiða
ræst kjøt ella turt kjøt við einum
ávísum smakki, sum eitt lið av
smakkarum samdust um. Hetta
fer sjálvandi at krevja íløgur
í hóskandi framleiðsuhølir og
útbúnað at stýra luftferðini,
hitanum og fuktigheitini, men
tað ber saktans til at ímynda
sær, at henda vøra fór at
hugtaka onnur enn okkum
føroyingar.
Vit halda ofta, at vit eru tey
einastu í heiminum, sum dáma
tann ræsta smakkin, men so er
ikki – hugsa bert um ostin. Og
eg fari altíð at minnast hvussu
glaður og bilsin ein Sushi-kokkur
á Tokyo-universitetinum gjørdist,
tá hann bjóðaði mær ræstan
høgguslokk og fløtt, perlandi
Sake aftur við. Høggusløkkurin
var í heilum líki skorðin í
smápetti og hevði síðani staðið
og ræsað í einar tvær vikur. Tað
smakkaði ræst og heimligt mitt í
stórstaðnum.
Pál Weihe
Tað ræsta
Mynd: Norðlýsið