fríggjadagur 24. oktober 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 • 24. oktober 2006
inngangur
Fjøllini verða gingin í hesum
døgum og hvør maður og kona
(og børnini) rokast við slakt
og haggreiðing. Enn fletta fólk
heima í kjallarinum hvør sær.
Er hetta góður siður, ið vit eiga
at halda fast um ella skula vit
lata sláturvirki uppgávuna upp í
hendi í framtíðina?
Eingin ivingur um at nógv
mentanar- og familju-virði eru í
hesum at fletta sín egna seyð,
fáa hann til høldar, gera rul-
lipylsu, kjøtpylsu og skinsakjøt
og ræsa og turka. Her liggur so
ein stór ábyrgd hjá eldru ættar-
liðunum at læra frá sær og hjá
yngru ættarliðunum at geva
hesum ans í øllum meldrinum
av tilboðum, ið ungdóminum í
dag annars stendur í boði. Tað
verður tosað so nógv um rein-
føri og matvøru-elvdar sjúkur,
at her eiga vit at vera varin. At
haggreiða seyð skal takast í
álvara. Eitt nú er botulisma ikki
at spæla við.
Og so er tað spurningurin um
at ræsa og turka gott kjøt.
Tað er næstan vísindaligt mál
hvussu hetta verður gjørt
skilabest at fáa fram hin besta
luktin, smakkin og útsjóndina.
Ótrúliga nógvir variablar eru, ið
kunna ávirka endaliga úrslitið.
Vit kenna kanningarnar og
sensorisku smakkingarnar hjá
Helga í Brekkunum fyri nøkrum
árum síðani. Hvussu ræst,
rotið ella súrt eigur kjøtið at
lukta? Hvussu ræst, treyst, súrt
ella søtt eigur at smakka? Og
hvussu reytt, brúnt, blátt ella
drivið eigur at sjá? Og hvussu
við fastleikanum?
Hugsi sjálvur at veðurlagið og
hjallurin hava størra týdningin.
Also ein jøvn búning í kontrol-
leraðum umhvørvi. Men eru
enn ókendir variablar, ið ávirka
endaliga úrslitið av kjøtinum?
Kanska eru pinku-verurnar,
mikroorganismurnar, ið fremja
ræsingina ymiskar kring oyg-
gjarnar? Kanska fremja sum-
mir hjallar betri enn aðrir tær
”góðu” mikroorganismurnar?
Hvi skuldi ikki her verið ein
øko-skipan eins og í øllum
øðrum lívfrøðiligum umhvørvi,
har javnvágin kann flyta seg?
Men kanska skula vit als ikki
stremba eftir at einsrætta ein
smakk í Føroyum, ið skal eitast
at vera hin besti. Tað hugsi eg
ongantíð vit vera samd um al-
líkavæl. Men skilagott er at fáa
vitan um hvat ymsu variablarnir
hava at týða. So kunna vit tilvi-
taði gera eitt val í haggreiðing
okkara. Og ongantíð betur um
slíkt verður kannað og doku-
menterað í bók øllum at gagni.
So kanska vit einaferð fáa eina
uppruna/løggildings-skipan fyri
matvørur úr ymsu økjunum
í Føroyum, eins og vit kenna
í Fraklandi, Italia og Spania
(AOC, DOC osfr.).
Kanska vit eisini fara at útflyta
lambskjøt. Í smáum nøgdum,
men foredlað til sjáldsom og
serstøk vøra. Italiumenn hava
sína ”culatello”, ið er turkað
og visnað skinka. Hon verður
seld fyri meira enn kr. 1.000
fyri kg til millióningar um allan
heim. Hugsi, at vit væl kundi
latið 10 prosent av lambskjøti-
num farið til útflutnings uttan
at nakar fór at vera skerpikjøt
fyri uttan á ólavsøku.
Og so er tað øll handa skom-
min við seyðaskinnini. Nógv
sum talar fyri, at skilagott er
at fáa meira skipaði viðurskifti
við sláturhús, ið hava heilsu-
váttan. So fer kanska eisini at
bera til at spjaða slaktið til fleiri
mánaðir um árið.
At virða tey sum løgdu lunnar
undir okkara matmentan og
samstundis framhaldandi vera
framsøkin er ein spurningur
um afturhald og nýhugsan. Tað
er ein spurningur um javnvág
og duga at varðveita tað av tí
gamla, ið er vert at halda fast
um og so ikki ræðast at menna
og dagføra matmentanina til
okkara tíð, ið er eyðkend við
vitan og tøkni.
Vínummælið og Uppskriftin
í dag umrøður nýhugsan við
ávíkavist skrúvilokinum og
alternativ øl-sløg afturvið ræsta
kjøtinum.
Í Matummælinum og Bókaum-
mælinum standa vit borg um
ávíkavist siðbundnu ræst-
kjøtaveitsluni og siðbundnu
matgerðarbókini Matur og
Matgerð.
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
24
Afturhald og Nýhugsan
Teir vóru á fjalli hendan
dagin í Hattarvík