Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 206 - 27. oktober 2008 Uppskriftir til allar tær vælkendu bindi­ klubba­ og føðingar­ dagskøkurnar um­­fram­­t hópin av nýggjum­­ køkum­­ eru savnaðar í nýggju bakibókini Oddvørsa køku- og dessertdreymar hjá Oddvør Skarðham­­ar BakiBók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Vælumtókti kokkurin Odd­ vør Skarðhamar, ið vit eis­ ini kenna frá mongum upp­ skriftum í blaðnum Kvinna, hevur latið sína fyrstu kóki­ bók úr hondum. Í bókini eru uppskriftir til dessertir, køkur og annan bakstur. Bókin, ið hevur heitið Odd­ vørsa køku­ og dessert­ dreymar, er løgd til rættis og stílað av Ingibjørg Jacobsen. Fyrsta av sínum slag Seinnu árini eru fleiri ymiskar føroyskar kókibøk­ ur komnar á marknaðin. Bøkur, sum hava tillagað seg føroyskan matáhuga og matmentan. Vit hava fingið bøkur um siðbundnan før­ oyskan mat, lættan mat, minni lættan mat, fisk og mat frá kendum kokkum. Men higartil hevur eingin bók einans snúð seg um dessertir, køkur og annað søtt undir tonna. Tí hava Oddvør Skarð­ hamar, ið er kendur kokkur, og Ingibjørg Jacobsen, sum er kreativur samskipari, í fleiri ár tosað um at gera eina slíka bók. Í ár er hetta prátið vorðið veruleiki. Tær báðar dessertglaðu kvinnur­ nar hava kent hvørja aðra í fleiri ár. Tær hava eisini ar­ beitt tætt saman á blaðnum Kvinna, har Oddvør hevur gjørt mat til blaðið, og Ingi­ bjørg hevur lagt lag á. Mál­ setningurin hjá teimum báðum við nýggju bókini var at gera eina dessertbók, har føroyingar fingu samlað allar tær vælkendu bindi­ klubba­ og føðingardags­ køkurnar í eini bók saman við nýggjum og øðrvísi køk­ um. Á føroyskum og donskum Í bókini eru 80 uppskriftir. Millum annað eru fleiri sløg av muffins, sum seinnu árini er vorðið alsamt meira vanligt á føroysku kaku­ borðunum. Eisini er hópin av smákøkum, formakøk­ um, skuffukøkum og tertum ­ umframt bollar, vaflur, pannukøkur, rómakøkur og ísar. Sum nakað heilt serligt eru allar uppskriftirnar bæði á føroyskum og á donskum. Soleiðis er bókin eisini eitt fínt gávuhugskot til danskar vinir og kenn­ ingar og ein upplagdur møguleiki hjá ferðafólki at kunna seg við føroyska matmentan. Tað er myndamaðurin Benjamin Rasmussen hevur tikið tær mongu leskiligu myndirnar, sum prýða bók­ ina. Oddvørsa køku­ og desser­ tdreymar er slakar 200 blað­ síður og fæst í bókahandlum kring landið. Søtir bitar frá Oddvør Skarðhamar Verk eftir sjey før­ oyskar listakvinnur verða í næstum­­ at síggja á stórari lista­ fram­­sýning í Randers List Framsýningin letur upp hós­ dagin 30. oktober og um­ fatar hon málningar við føroyskum motivum, bæði abstraktar og naturalistiskar. Eisini umfatar framsýningin skulpturar, ið eru lívsmynd­ ir, gjørdar úr millum annað endurnýtslutilfari. Tær sjey listakvinnurnar, sum allar búgva í Danmark, eru Rúna H. Hansen, Lív Ejdesgaard, Hallveig Hans­ dóttir, Sanna Rasmussen, Elsa Zachariasen, Mary Strøm og Birgit Kirke. Framsýningin er í Hellig­ åndshuset, Erik Menveds Plads 1 í Randers. Hósdagin 30. oktober er opið kl. 16­ 20. Fríggjadagin 31. oktob­ er til sunnudagin 2. novemb­ er er opið kl. 11­18. -ave- Føroysk list í Randers Ikki færri enn 80 uppskriftir til alt frá muffins og bollum til rómakøkur og ísar eru at finna í nýggju dessertbókini »Oddvørsa køku- og dessertdreymar« Tær báðar Ingibjørg Jacobsen, samskipari, og Oddvør Skarð­ hamar, kokkur, hava nú gjørt felags dreymin um eina føroyska dessertbók til veruleika Við á listaframsýningin í Randers verða tær sjey føroysku listakvinnurnar Rúna H. Hansen, Lív Ejdesgaard, Hallveig Hansdóttir, Sanna Rasmussen, Elsa Zachariasen, Mary Strøm og Birgit Kirke Bók um lærararlív Tankar og ímyndir hjá norðurlendskum læraralesandi um lívið sum lærari er evnið í bókini Læraralív, sum júst er komin út á føroyskum. Bókin hevur støði í kanning av, hvat læraralesandi í Íslandi, Føroyum, Noregi og Svøríki síggja sum trupulleikar í læararstarvinum.Tað er Pauli Nielsen, fyrrverandi rektari, sum hevur týtt bókina til føroyskt. Hartil hevur hann skrivað grein, har hann hugleiðir um tilfarið í bókini. Umframt Paula Nielsen hava fýra aðrir norðurlendskir serfrøðingar innan námsfrøði givið íkast til bókina, sum tey vóna, kann verað íblástur til eitt mennandi kjak um almenna skúlaverkið.