Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 206 - 27. oktober 2008 Amerikansk álop á Sýrialand Amerikanska herleiðslan váttaði í morgun, at amerikanskir hermenn við stríðstyrlum søktu at málum inni í Sýrialandi í gjár. Sagt varð, at teir fingu hjálp frá irakskum hermonnum. Endamálið var sambært herleiðsluni at forða útlendskum stríðsmonnum at taka seg inn í Irak. Sýriskar keldur siga, at fýra amerikanskar stríðstyrlur søktu at málum sjey kilometrar innan fyri markið. Hetta er ikki fyrstu ferð, at amerikanskir hermenn hava verið innan fyri sýriska markið, skrivar Reuters. Financial Times styðjar Obama Virda vinnulívsblaðið, Financial Times, hevur valt at styðja Barrack Obama upp undir forsetavalið. Blaðið rósar Obama fyri uppskotið um at nýskipa amerikanska heilsuverkið, og harafturat heldur blaðið, at hann hevur tey røttu uppskotini, sum kunnu tálma fíggjarkreppuni í USA. Blaðið ásannar, at tá talan er um handilspolitikk, er John McCain tann betri, men samanumtikið er Obama tað rætta valið, skrivar Financial Times. Umleið 1,3 millónir fólk lesa Financial Times dagliga. Oddamenn í sam­ gonguni er samdir um, at stóra avbjóð­ ingin verður at temja almennu útreiðsl­ urnar og næsta ár skal vøksturin skerjast munandi, men talan verður ikki um stór­ vegis av beinleiðis sparingum Fíggjarlógin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fíggjarlógin fyri næsta ár má ikki hava meiri enn 300 milliónir í halli. Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, landsstýrismað­ ur í fíggjarmálum. ­ Eg haldi ikki, at vit kunnu liva við einum størri halli enn tað, leggur hann afturat. Eisini Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini, er samdur í, at fíggjarlógin næsta ár fer at geva stórt hall, men hann vil ikki seta krónutal á. ­ Tað er bláoygd at hugsa sær, at fíggjarlógin fyri næsta ár ikki fer at hava eitt stórt hall, sigur formaðurin í fíggjarnevndini. Venda hvørjari krónu Anfinn Kallsberg ásannar, at hóast vit hava havt sera góð­ ar tíðir, hevur politiski mynd­ ugleikin ikki megnað at tálma útreiðslunum og úrslit­ ið er, at tær eru vaksnar við risafetum hesi síðstu árini. ­ Frá 2007 til 2008 vuksu rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum næstan ørandi 350 milliónir krónur, ella 9% tá ið alt er tikið við. Og í fyribils fíggjarlógini, sum er løgd fram fyri 2009, er aftur talan um ein vøkstur upp á 245 milliónur í sjálv­ um rakstrinum. ­ Tað sær ikki gott út, staðfestir formaðurin í fíggjarnevndini. Hann sigur, at tískil er ongin ivi um, at tað verður neyðugt hjá fíggjarnevndini at venda hvørjari krónu, ser­ liga nú alt bendir á, at tað verður neyvan tann stóri vøksturin í inntøkunum, heldur verður tvørtur ímóti talan um eina minking. Hann staðfestir samstund­ is, at samgongan hevur avtalað, at skatturin skal ikki hækkast og tí er tað ikki ein møguleiki at hækka skattin fyri at fíggja øktar rakstarútreiðslur hjá land­ inum. ­ Tí verður neyðugt at rað­ festa øðrvísi fyri at forða fyri, at rakstrarútreiðslurnar halda fram at veksa eru bæði Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard samdir um. Málið hjá landsstýris­ manninum í fíggjarmálum, er, at næsta ár skal vøksturin í útreiðslurnar hjá lands­ kassanum ikki vera meiri enn 5%. Kjarnuveitingar sleppa undan Hinvegin eru bæði Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kalls­ berg samdir um, at talan verður neyvan um nakað serligt av beinleiðis sparing­ um. ­ Tann stóra avbjóðingin verður at temja sjálvum vøksturin so at útreiðslurnar ikki framvegis halda á at vaksa so nógv, sum tær hava gjørt. Teir eru eisini báðir samd­ ir um, at sparingar skulu ikki gerast í kjarnuveitingum í samfelagnum, eitt nú í heilsu­ og almannaverkinum og skúlaverkinum. Men hinvegin verður tað eisini galdandi fyri hesar stovnar, at tað kann neyvan halda á við so stórum vøkstri tey komandi árini, sum tað hevur verið tey seinastu árini. Hinvegin vilja teir báðir ikki nevna ítøkilig dømi um, hvar teir so halda, at sparingar skulu gerast, men landsstýrismaðurin í fíggjar­ málum staðfestir, at tað skal vera á økjum, sum ikki hava so beinleiðis ávirkan á borg­ aran. Sjálvur nevnir Jóannes Eidesgaard møguleikan fyri at finna sparingar fyri einar 30 milliónir í almenna rakstrinum. Varðveita íløgurnar Teir báðir fíggjarpolitisku oddamenninir í samgonguni eru eisini samdir um, at landskassin styrkja upp und­ ir eina kreppu við at tálma íløgurnar alt ov nógv. Tá ið afturgongd er í sam­ felagnum, er tað ikki góðir fíggjarpolitikkur, at tað almenna eisini traðkar á bremsurnar, sigur Anfinn Kallsberg. Hesi seinastu árini hevur landið gjørt íløgur fyri 240­ 260 milliónir í rundum tøl­ um og tað er ikki meiri enn Tórshavnar Kommuna einsamøll hevur ætlanir um av íløgum okkurt árið. ­ Tað er eitt stórt mistak at skarva av íløgunum fyri at halda rakstrinum uppi, sigur Anfinn Kallsberg. Hann leggur enntá afturat, at slíkur politikkur kann als ikki góðtakast. Hann sigur, at tað er sera týðandi, at eitt samfelag, eisini í ringum tíðum, er ført fyri at gera neyðugar íløgur og útbyggingar so at samfelagið verður útbygt so at vit ikki missa kapping­ arføri við tey lond, vit kapp­ ast við. Jóannes Eidesgaard er samdur í, at tað er rætt hjá landskassanum at varðveita íløgurnar og tí síggja báðir fyri sær, at eisini framyvir fara íløgurnar hjá landskass­ anum at liggja um 250 milli­ ónir krónur. Næsta ár er samgongan longu bundin av íløgur fyri 145 milliónir, sum lands­ kassin longu hevur bundið seg til og sostatt hevur sam­ gongan 100­120 milliónir til at gera íløgur fyri sum hon sjálv raðfestur. Næsta ár skal ørandi útreiðsluvøksturin hjá landskassanum temjast, men heilsiverkið og aðrar kjarnuveitingar sleppa undan sparingum 300 milliónir í halli á fíggjar- lógini næsta ár Skal verða liðugt um tvær vikur Fyri stuttum varð eitt fyribils uppskot til fíggjarlóg fyri næsta ár lagt fyri løgtingið og hon er nú beind í fíggjar­ nevndini til viðgerðar. Hetta er ikki ein fíggjarlóg, sum er viðgjørd í samgon- guni, men er ein framskriving av fíggjarlógini fyri í ár. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at soleiðis sum tað nú sær út, verður talan um eitt hall upp á yvir 330 milliónir. Men ætlanin er, at landsstýrið skal koma við einum endurskoðaðum uppskotið til fíggjarlóg fyri 2009, har nýggja samgongan ger sínar egnu raðfestingar. Avtala er ímillum landsstýrið og fíggjarnevndina, at landsstýrið skal verða liðugt tann 8. november. Jóannes Eidesgaard hevur sett sær sum mál at skarva einar 30 milliónir so at hallið í mesta lagi verður 300 mil- liónir. FAKTA