Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 206 - 27. oktober 2008 Klaksvík gjørdi rættiliga um seg á Lívsstílsstevnuni í ítróttarhøllini á Hálsi um vikuskiftið. Kommunan hevði egnan bás, har nógv fólk vitjaðu, millum annað heilsumála­ ráðharrin, Hans Pauli Strøm Heilsa Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: - Jeg var so glaður at hoyra, at tykur eisini vóru við á stevnuni! Nøkulunda soleiðis segði landsstýrismaðurin í heilsu- málum, Hans Pauli Strøm við Dávur Winther, mentanarleiðara hjá Klaks- víkar kommunu. Eftir at hava sett stevnuna, gekk Hans Pauli Strøm runt og vitjaði ymsar básar. Og hann kom í hesum sambandi eisini á gátt á básinum hjá Klaksvíkar kommunu. Hann hevur áður lýst Klaksvík sum heilsubý okkara, og fyri klaksvíkingar var tað tí sjálvsagt, at tey áttu at taka lut á stevnuni, sum Synergi skipaði fyri. Heilsan á breddan At Klaksvík er lýstur sum heilsubýur kemur ikki av ongum. Bæði í verki og við kunning hevur ein sett sær fyri at liva upp til hetta heitið. Eitt av hesum tiltøkum er ein stórur faldari, sum vísir hvørjir møguleikar og hvørji tilboð finnast til at betra um sína egnu heilsu í næststørsta býi okkara. Eitt úrslit av hesum átaki- num er, at í summar hava eini 400 fólk runnið hvønn einasta leygardag eftir eini renniskrá sum ítróttar- felagið Treysti hevur skipað fyri. - Tit hava rættiliga sett heilsuna á breddan, og tí kunnu tit av røttum kalla tykkara bý fyri ein heilsubý, helt Hans Pauli fyri inni á básinum hjá klaksvíkingum »Klaksvík - ein Heilsu- býur«. Á hesum básinum var hesin heilsufaldarin at fáa og vístur á veggin. Umframt hetta kunnaði Helena Pætursdóttir um virksemið hjá Artharmonia á Klaks- víkar Sjúkrahúsi. Umframt hetta máldi Sigrun Heldarskarð, sjúkra- systir lungnaorku á stevnu- gestunum og Jóhanna á Tjaldrafløtti greiddi frá um heilsugóðan mat og kunnaði annars um virksemið á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík. Ein teirra sum fekk málda lungnaorku sína var júst Hans Pauli Strøm. Á bási- num kundi ein bert stað- festa, at landsstýrismaðurin hevði góð lungu. - Ja, Hans Pauli hevur lungu sum ein unglingi. Tað kemur ikki uttan orsøk, tí hann rennur fimm ferðir um vikuna og er haraftrat tilvitaður um skynsaman lívsstíl, verður sagt av básinum hjá klaksvíking- um. Umframt alt tað sum ein kundi eygleiða á teimum 54 básunum á Lívsstílsstevnuni um vikuskiftið, var ein Hárfríðkanarkapping. Hetta var eitt av hæddar- punktunum leygardagin, tá høvuðsdómarin Sunneva Thorsteinsson frá Hárfríðkanars kúlanum,Vera Larsen frá Veru Klipt úr Klaksvík og Tini Owild, sum er kendur danskur stylistur og style coach skuldu siga sína hugsan. Í kappingini millum lærlingar í harraklipi við liti og í kappingini í uppseting við langum hári vann Ann Leivsgarð Henriksen, frá Karin'sa. Í kappingini millum sveinar í damuklippi við liti og í uppseting við langum hári vann Elisabeth M. Danielsen frá Monroe, í harraklippi við liti vann Anja Fries Weyhe frá Diva Dupont. Hon vann eisini hendan heiðurin í fjør. sb. Mong ymisk hársnið vórðu víst fram á Lívsstílsstevnuni um vikuskiftið Kryvjivirki farið í gongd Nýggja kryvjivirkið, sum P/f Luna hevur bygt í Sørvági, er nú byrjað at kryvja laks. Virkið er sera framkomið, snøgt og arbeiðsgongdin er løtt. Tað arbeiða 18 fólk í kryvjingini. Á virkinum verða kruvd á leið 30 tons um dagin, men Óli Hansen, virkisleiðari, sigur, at framleiðslan kann tvifaldast uttan tær stóru íløgurnar. P/f Luna hevur aliloyvi á Gøtuvág, Sandavági/Miðvági og á Sørvági. Smoltini til alistøðinar koma øll frá smoltstøðini á Fútakletti. Væntandi fer ársframleiðslan hjá Luna at liggja um 6000 tons, ið kuldi givið arbeiði til hvønn dag í árinum. Vakrasta hárið á stevnuni Sjúkrasysturin, Sigrun Heldarskarð hevur júst staðfest, at heilsumálaráðharrin, Hans Pauli Strøm hevur góð lungu Mynd: Dávur Winther Ein heilsu­ býur við lívsstíli Hvør bygd sítt valevni Til býráðsvalið í Klaksvík hava flokkarnir gjørt sítt til at fáa valevni út útjaðarinum í kommununi. Hetta hevur eydnast hjá teimum stóru flokkunum: Hjá fólkaflokkinum stillar býráðslimurin Atli Justinussen úr Árnafirði upp, hjá sambandsflokkinum Jákup Skoradal av Norðoyri, hjá javnaðarflokkinum býráðslimurin Signhild Joensen av Trøllanesi og hjá tjóðveldi hevur borgarstjórin í Svínoy, Eyðun Jacobsen stillað upp.