Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 206 - 27. oktober 2008 - Eg var fyrr sann- førdur um, at neyðugt var ikki við kristi- ligum flokkum, men tíðin hevur víst, at tørvur veruliga er á Miðflokkinum, segði Karsten Hansen LANDSFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hetta er næsti fundur hjá Karsten Hansen sum mið­ flokkamaður, og hann segði, at hann ongantíð hevur angrað, at hann tók avgerðina um at gerast part­ ur av Miðflokkinum. Hetta varð stórliga fagnað av fundarfólkinum. Hann segði, at hann fyrr var sannførdur um, at tað ikki var neyðugt við kristi­ ligum flokkum, tí stevnu­ skráin hjá øllum flokkum í ávísan mun byggja á kristnu grundsjónarligu virðini. ­ Men tíðin hevur víst, at tørvur veruliga er á Miðflokkinum í føroyskum politikki, og tað var henda niðurstøða sum gjørdi, at eg valdi at lima meg inn í flokkin, segði Karsten Han­ sen. Hann heitti á Miðflokkin um at standa saman og verja kristnu virðini, og ikki at slaka fyri at tekkjast almenna rúminum. Karsten Hansen vísti eisini á fleiri mál, sum flokkurin fekk ígjøgnum í stutta samgonguskeiðinum. Hann nevndi FAS­skipan­ ina, sum bleiv broytt. Hann nevndi eisini uppskotið um kommunuroknskap, ið er framt og sum var eitt ófrá­ víkiligt krav undir sam­ Neyðugt við kristiligum flokki Karsten Hansen var á øðrum sinni við til landsfund Miðfloksins, eftir at hann skifti frá Tjóðveldi Mynd: Leo Poulsen Miðflokkurin stjórnarberandi Miðflokkurin var tann flokkur, sum fann semjur í nú farnu CHE­samgonguni, og tí tann veruliga stjórnarberandi flokkurin, segði Bill Justinussen á landsfundinum. Eftir formansfrágreiðingina, tók Bill Justinussen orðið á landsfundi Miðfloksins. Hann nam við teir báðar politisku ásarnar í føroyskum politikki, nevniliga vinstra/høgra og samband/loysing. Hann helt, at fólk hava trupult við at seta Miðflokkin í bás. Bill Justinussen nam eisini við triðja ásan, nevniliga um flokkarnir byggja á kristna grundsjónarmiðið ella ikki. Hann kom eisini inn á ymisk aktuell politisk mál, eitt nú uppskotið hjá Tjóðveldi um at geva loyvi at bryggja sterkt í Føroyum. Bill Justinussen tosaði eisini um munin á at siga í samgongu og andstøðu á tingi. Her kom hann inn á, hvussu Miðflokkurin vísti seg at vera tann veruliga stjórnarberandi flokkurin, og tann, sum fann semjur í CHE­samgonguni. Miðflokkurin er fram- vegis við í føroyskum politikki og er ein borgan fyri, at krist- na grundarlagið ikki verður broytt, segði Jenis av Rana, formaður LANDSFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eisini Miðflokkurin hevði sín landsfund leygardagin. Hann var í Norðurlands­ húsinum og byrjaði klokkan 10 um morgunin. Ein matar­ steðgur var, men fundurin varð tikin upp aftur klokkan tvey við Elsy og Magna Christiansen sum gesta­ røðarum. Jenis av Rana legði fyri við formansfrágreiðingini. Hann segði, at sosiala økið er eitt av vørumerkjunum hjá Miðflokkinum, umframt tað etiska og moralska. Hann eggjaði miðflokka­ fólki til at standa fast á bíbliunnar grund, og ongan­ tíð gera kompromiir í so máta. Formaðurin kom eisini inn á stuttu livitíðina hjá CHE­samgonguni og harmaðist, at tað bera kland­ ur forkom so mongum góð­ um ætlanum. Hann kom eisini inn á sitandi ABC­samgongu. ­ Eg kann bara harmast um, at klandrið heldur fram við fullari styrki. Tað tykist, sum hevur løgmaður mist tamarhaldið á støðuni, og at tað er Edmund Joensen, sum í dag tykist st‡ra føroyskum politikki, segði Jenis av Rana. Hann metir, at støðan í dag er so kaotisk, at rættast hevði verið at Føroya fólk fær høvið at seta eitt n‡tt løgting saman. ­ Tað er harmiligt so stutt eftir eitt val, men løgtingið hevur so nógvar floks ótrúgvar einstaklingar, sum forða fyri, at skilagóður politikkur kann verða førd­ ur, at neyðugt er at geva fólki møguleikar at skifta hesar út við politikarar, sum hava visjónir og eru flokki sínum trúgvir, segði Jenis av Rana. Geva heldur enn taka Í sínari formansfrágreiðing nevndi Jenis av Rana, at tað verður neyðugt at broyta skattapolitikkin, so hesin verður meiri samhalds­ fastur. Sastundis harmaðist hann um, at ætlanin um at leggja sjúkrakassan og kringvarpsgjaldið, eftir øll­ um at døma nú er partvíst slept. Hann kom eisini inn á spurningin um fosturtøku. Hann gjørdi vart við, at før­ oyingar hjálpa millum annað hollendskum kvinn­ um at eggja føroyskum kvinnum til at bróta lógina. Hann spurdi, hvat tað næsta verður. ­ Fara vit nú eisini at fylgja hollendskari fyri­ mynd, tá tað kemur til gomul og illa sjúk, skulu vit so eisini til at geva aktiva deyðshjálp, spurdi Jenis av Rana Hann ávaraði eisini móti treytaleysum knæfalli fyri tí, sum kemur inn á okkum uttanífrá, teirr sonevndu alheimsgerðini. Hann mælti heldur til, at vit bera øðrum tjóðum og fólkum tað góða, sum gjøgnum árini er bygt upp í Føroyum. Um tjóðarfrælsi nevndi Jenis av Rana, at ein niður­ skurður í blokkinum í sjálv­ um sær ikki er nakað mál fyri Miðflokkin. ­ Ein búskaparlig uppgerð við danir vil sannføra før­ oyska fólkið um, at hvørki blokkur ella ES­limaskapur er bjargingin, men tað er HANN, sum hevur sett okkum i hetta ríkidømi, sum er tað nærmasta vit koma himmiríki á jørð, segði Jenis av Rana. Meiri verður at frætta um landsfundin hjá Miðflokki­ num í blaðnum í morgin. ABC heldur fram við klandri Jenis av Rana helt formansfrágreiðingina á landsfundi Mifloksins í Norðurlandahúsinum leygardagin Mynd: Leo Poulsen