mánadagur 27. oktober 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 206 - 27. oktober 2008
- Við Fólkaflokkinum
til róðurs seinastu
14 árini eru skaptir
tryggir karmar um
eitt vinnulív, sum
hevur tryggjað eitt
støðugt og trygt væl-
ferðarsamfelag, segði
Jørgen Niclasen,
floksformaður á
landsfundi Fólka-
floksins leygardagin
LANDSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein veljarakanning herfyri
vísti,
at
Fólkaflokkurin
fekk omanfyri 23% av at
kvøðunum, og tað er sam
bært Jørgeni Niclasen tað
mesta nakrantíð.
Vit fóru til val við slag
orðunum sjálvbjargni, út
búgving og at brúk skal
verða fyri øllum, segði
Jørgen Niclasen.
Hann vísti á, at fólka
flokshugsjónin altíð hevur
verið greið. Tað hevur verið
soleiðis, at fólk hava hugsað
vinnu og fiskivinnu, og at
flokkurin lítið leggur í onnur
virði og hevur latið aðrar
flokkar tikið sær av tí.
Men við hjálp av góðum
kreftum hava vit megnað at
fingið fólkafloks hugsjónina
inn á onnur øki eisini, segði
Jørgen Niclasen.
Formaðurin legði stóran
dent á, at tað skal loysa seg
at arbeiða.
Tað skal loysa seg. Ikki
bara samfelagsliga, men
eisini innan førleika og
innan hugsjón, tí tað, sum
loysir seg, er tað, sum skap
ar framburð og menning,
segði Jørgen Niclasen.
Og júst hugsjónarliga
heldur
formaðurin,
at
flokkurin hevur flutt seg.
Vit hava megnað at
broytt hugsjónina til at tað í
dag eisini eru fólk sum
meta, at vit hugsa um tey
bleytu virðini eisini, uttan
at hava slept okkara grund
sjónarmiðum, segði Jørgen
Niclasen.
Fylgja við tøknini
Formaðurin kom eisini inn
á tøknina og helt, at reint
tøkniliga var Fólkaflokkurin
eisini við á fremstu røð.
Onkur heldur, at vit eru
ein konservativur flokkur,
men eisini tøkniliga eru vit
í fremstu røð. Á alnótini
eru vit fremst, og vit eru
eisini fyrsti flokkur, sum
sendir ein landsfund bein
leiðis um alnótina, segði
Jørgen Niclasen.
Síðani
fortaldi
hann
søguna um gamla sørvingin,
sum hevði fingið tráðleysa
telefon,
so
nú
kundu
bandittarnir á Føroya Tele
ikki slíta longur. Um tað
var hesin sami sørvingurin,
sum kendi seg illa til passar
og ringdi til Marjus Dam,
fyri at fáa linna, er ikki vist.
Har kom kortini telefon
svarari til, so har var einki
at gera. Hvussu sørvingurin
rópti í hornið, fekst einki
svar meir. Sonurin royndi at
greiða frá, at tað var ein
telefonsvarari, men gamli
vildi ikki vita av hesum.
Hatta var málið í Marjus,
tað kenni eg, knevilin vil
bara ikki svara mær aftur,
pástóð hann.
Tað,
sum
formaðurin
vildi hava fram í hesum
sambandi var, at í báðum
dømunum var talan um
eldri fólk, sum onkusvegna
eisini máttu fylgja við tíðini
og tøknini.
Sova samgongu
burtur
Formaðurin í Fólkaflokk
inum nam síðani við sam
gongusamráðingarnar eftir
valið.
Vit fingu prógvað í film
inum um teir báðar for
menninar í vinstraflokk
unum, at Tjóðveldi royndi
at fáa eina samgongu við
sambandið. Í ABCsam
ráðingunum hendi so tað, at
eg fekk krím, og øll vita
hvat hendir, tá politikarar
leggja seg at sova: Tá teir
vakna aftur, eru teir uttan
fyri, og tað var hetta, sum
hendi hjá mær ta ferðina,
segði Jørgen Niclasen.
Hann helt kortini, at tað
hevði hent allíkavæl, tí
javnaðurin vildi sleppa úr tí
hafti, sum Fólkaflokkurin
hevði lagt teir í.
Men tað, sum er vert at
leggja til merkis, er, at við
Fólkaflokkinum við róðrið
seinastu 14 árini eru skaptir
tryggir karmar og ein støð
ug menning. Vit hava fingið
eina sterka og støðuga
vinnu, sum aftur hevur
skapt okkum eitt sterkt og
støðugt vælferðarsamfelag,
segði Jørgen Niclasen.
Hann undirstrikaði, at
búskaparliga stendur væl til
í Føroyum.
Fram til ársskiftið høvdu
vit
ein
tann
sterkasta
búskapin í Europa. Privati
seringarnar,
sum
vórðu
framdar, hava ført til ein
skuldarfrían
landskassa,
segði Jørgen Niclasen.
Atgerðarloysi
Sum kunnugt funnu Javn
aðarflokkurin og Tjóðveldi
saman við Miðflokkinum,
eina samgongu, sum alla
tíðina rillaði og til endans
skrædnaði.
CHEsamgongan tók
við sum eitt alternativ til
okkum. Har vildi mann
fyrst jarðleggja fiskivinnuna
við at hálvera fiskidagarnar.
Eingin visti hví eitt so
ábyrgdarleyst uppskot varð
lagt fram. Tað næsta var
landbúnaðurin, sum skuldi
hava toyggið, tí nú bendir
alt á, at jarðbúnaðurin fer at
virka sum onnur vinna, og
so kom trongdin at leggja
avgjald á fólk fram, segði
Jørgen Niclasen.
Hann segði, at tað einasta
CHEsamgongan
hevði
megnað, var at hækka skatt
og avgjøld.
Vit høvdu fíggjarlógir,
sum góvu yvirskot. CHE
samgongan arbeiddi við
einum uppskoti, sum hevði
út við 400 milliónir krónur í
undirskoti. Vit hava upp
livað sjey mánaðir við at
gerðarloysi, sum hevur ført
til eitt fíggjarlógar undir
skot, segði Jørgen Niclasen.
Hann segði, at tá tað lotar
úr hanakjafti, plagar Tjóð
veldi at stinga í sekkin og
fara í land.
Tað gjørdu teir í 2004, og
tað hava teir aftur gjørt hesa
ferð, segði Jørgen Niclasen.
Gott skjal
Nýggjar samráðingar førdu
til, at gamla ABCsamgong
an varð endurskipað.
Tað var neyðugt við ein
ari arbeiðsførari samgongu.
Tað verður neyðugt at taka
tung tøk, og tað gerst ikki
uttan
eina
arbeiðsføra
samgongu aftan fyri, segði
Jørgen Niclasen.
Hann metir, at flokkurin
kom langt við samráðing
unum, og at nógv kom við í
samgonguskjalið. Men tó
var trupult at býta málsøkini,
tí javnaðurin og sambandið
rottaðu seg saman móti
Fólkaflokkinum.
Hóast tað, so kom nógv
butrur úr kortini, og vit
fingu trý týdningarmikil
mál at umsita, uttanríkismál,
fiskivinnumál og innlendis
mál, segði Jørgen Niclasen.
Formaður
Fólkafloksins
heldur eisini, at talan er um
eitt sera gott samgonguskjal.
Vit hava fingið eitt sera
gott samgonguskjal, sum
liggur ógvuliga tætt upp at
stevnuskrá
okkara.
Vit
kunnu næstan halda báðum
skjølunum
upp
móti
hvørjum øðrum og siga:
Finn fimm feilir, helt Jørgen
Niclasen skemtandi fyri.
Hann segði, at einki var
at ivast í, at nógv av hjarta
málunum hjá flokkinum,
sum dentur varð lagdur á í
valskránni,
eru
við
í
samgonguskjalinum í dag.
Sjálvandi hava Javn
aðarflokkurin
og
Sam
bandsflokkurin eisini havt
síni fingramerki á, men her
er talan um eitt sam
gonguskjal, sum veruliga
vil bera okkum fram á leið,
segði Jørgen Niclasen.
Vil tryggja vælferð
Jørgen Niclasen helt sína fyrstu formansfrágreiðing á
landsfundi Fólkafloksins leygardagin í bygdarhúsinum
í Kollafirði
Mynd: Leo Poulsen
Fegnaðist um landsstýrisfólk
Jógvan á Lakjuni tók eisini orðið á fundinum og fegnaðist um, at Fólkaflokkurin hevði fingið tríggjar landsstýris
sessir. Hann fegnaðist eisini um, at flokkurin hevði valt at seta eina kvinnu í landsstýrið, tí tað vísti, at pláss er
fyri øllum í Fólkaflokkinum, ikki bara gomlum konservativum monnum. Hann fegnaðist tvífalt um, at flokkurin
aftur var við í einari samgongu, ikki minst tí tað merkir, at nýggj – ella gomul – andlit aftur eru at síggja í ting
manningini hjá flokkinum. Talan er um royndar politikarar, sum nú aftur eru á tingi, og tað fer at hjálpa til at gera
tingarbeiðið lættari og betri. Hann takkaði eisini formanninum fyri eitt gott ár í formanssessinum.