mánadagur 27. oktober 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 206 - 27. oktober 2008
- Vit eiga at seta fokus
á, at gransking er ikki
bara er ein útreiðsla,
vit skulu seta fokus
á granskaravinnu,
fokus á vinnumøgu-
leikarnar í gransking,
tí tað eru sanniliga
inntøkumøguleikar
har. Vit eiga at fáa sett
fokus á gransking
sum nakað, ið sanni-
liga kann gerast ein
vinna, segði Jørgen
Niclasen.
LANDSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Formaður
Fólkafloksins
legði dent á, at brúk er fyri
øllum fólkum.
- Vit søgdu í valstríðnum,
at brúk er fyri øllum. Tað
loysir seg fyri samfelagið, at
allar kreftir sleppa at geva
og eisini fáa. Vit eru øll
ymisk, vit eru øll fólk við
skerdum førleika, tí tað er
so nógv, sum vit ikki duga,
segði Jørgen Niclasen.
Og hann nevndi seg
sjálvan sum eitt dømi.
- Pápi, sum tíverri fór alt
ov tíðliga, skuldi hava
húsini málað, nakað, sum
hann ikki megnaði sjálvur.
Hann var spurdur, hví hann
ikki fekk synirnar at mála,
men tað gekk ikki, tí ein
sonur var í Kanada, ein
annar í Grønlandi. Men
hvat við tí yngsta? Nei,
svaraði hann, tað gongur
heldur ikki, trupulleikin er,
at
málingin
ikki
kan
snakkast upp á húsið, segði
Jørgen Niclasen.
Hann segði, at vit eiga at
styrkja
endurbúgvingina,
øll hava sítt arbeiðsøki, øll
eru góð til okkurt.
- Størri almenn arbeiðs-
pláss skulu taka ímóti
arbeiðskreftum við skerdum
førleika, tí tað er ótrúliga
umráðandi, at øll fólk í
okkara samfelagi sleppa at
vera við, segði Jørgen
Niclasen.
Hann nevndi, at fyritíðar-
pensjónistar fingu lækka
pensjónina, um tey fóru til
arbeiðis, men tann straffurin
er munandi minkaður, so
tað loysir seg at fara til
arbeiðis nú hjá teimum.
- Næsta stigið er at minka
skattin hjá fólkapensjónist-
um so teir fara frá at missa
60 krónur fyri hvørjar 100,
teir tjena, niður í 30 krónur
– tað skal loysa seg at
arbeiða, og tað er tá, at
mann veruliga sleppur fram
í samfelagnum. Jú fleiri vit
eru um at lyfta, tess meiri
megna vit at lyfta, segði
Jørgen Niclasen
Gransking ikki
bert útreiðsla
Hann hedur, at tað er
neyðugt at fjølga um í sam-
felagnum, og tí eigur barna-
frádrátturin at hækka, sam-
stundis sum barsilsfarloyvið
skal leingjast upp í eitt ár.
Og so kom formaðurin
inn á eitt økið, sum nógv
hevur verið tosað um sein-
astu tíðina. - Vit eiga at seta
fokus á, at gransking er ikki
bara er ein útreiðsla, vit
skulu seta fokus á gransk-
aravinnu, fokus á vinnu-
møguleikarnar í gransking,
tí tað eru sanniliga inntøku-
møguleikar har. Vit eiga at
fáa sett fokus á gransking
sum nakað, ið sanniliga
kann gerast ein vinna, segði
Jørgen Niclasen.
Eisini tá tað kemur til
umhvørvispolitikkin
eiga
vit at hugsa øðrvísi.
- Vit eiga at fáa umhvørv-
ispolitikkin til nakað, sum
loysir seg, ikki bara leggja
avgjøld á hetta og hatta. Vit
skulu lata tað loysa seg, at
brúka alternativa orku og
ikki bara olju, lat tað loysa
seg at virka fyri umhvørv-
inum. Tað, sum loysir seg
er tað, sum fólkið vil fremja
og tað er tann leiðin, sum
førir landið fram, segði
Jørgen Niclasen.
Formaðurin nam eisini
við gjørdar og komandi
privatiseringum.
- Vit skulu halda fram við
privatiseringum, tí tað er
rætta leiðin at ganga, men
vit mugu fyrireika okkum.
Einhvør kreppa hevur tað
við sær, at hon endar, og tí
mugu vit fyrireika privati-
seringina av Atlantic Air-
ways, Føroya Banka, Lívs-
tryggingini og Húsaláns-
grunnurin. Vit mugu halda
eyga við marknaðinum,
men tað má ikki steðga
upp, segði Jørgen Niclasen.
Sama er við útlisitering-
um, tær skulu halda fram,
ikki í óðum verkum, men
har tað loysir seg.
Boð tá á stendur
Nú stundar til kommunuval,
og eisini har bjóðar Fólka-
flokkurin seg fram.
- Vanliga er tað soleiðis,
at tá tað gongur við hava
vinstraflokkar vind í seglun-
um, men tá tað gingur ímóti
er brúk fyri Fólkaflokkinum.
Eingin ivi er um, at tað er
brúk fyri Fólkaflokkinum í
dag í kommununum, segði
Jørgen Niclasen.
Hann vísti á Klaksvík
sum eitt gott dømi.
- Har hevur borgarstjórin
hjá Tjóðveldi sitið og sóla
sær, meðan tað gekk væl,
men nú fíggjarligur toru-
sláttur rakar, er tað vara-
borgarstjórin, sum má í
miðlarnar at úttala seg,
segði Jørgen Niclasen.
So hann væntar, at fólk
fara at hugsa seg um, tá tey
fara at velja kommunu-
umboð, tí tað hevur týdning
fyri tey, at Fólkaflokkurin
situr við róðrið.
Viðvíkjandi
politisku
framtíðini verður hon sam-
bært
formanni
Fólka-
floksins ikki so løtt.
- Vit fáa einki politiskt
frælsi saman við Sam-
bandinum, og vit fáa einki
búskaparligt frælsi saman
við Tjóðveldi. Men vit
gevast ikki á hondum, segði
Jørgen Niclasen.
Hetta er fyrsta formans-
frágreiðing
hjá
nýggja
formanninum eftir at hann
tók við fyri góðum ári
síðani. Og hann tók soleiðis
saman um:
- Eg fari at enda við at
siga, at eftir gott ár í
formanssessinum hevur tað
verið ein sonn frægd, tí vit
hava tað besta liðið, og í
dag tað bestu landsstýris-
manningina og bestu ting-
manningina, bestu starvs-
stjórnina, bestu floksleiðsl-
una, besta fundarfólki, teir
bestu stuðlarnar, og tað er
ein
sonn
frægd,
segði
Jørgen Niclasen.
Vit skulu granska meira
Blokkur næstan burtur í 2031
Semjan, sum samgonguflokkarnir gjørdu um niðurskurð í blokkinum, hevur verið nógv umrødd, og tað hevur verið
ført fram, at við einum niðurskurði á 15% av reella vøkstrinum, fer tað at taka okkum 600 ár at gerast leys av Dan-
mark fíggjarliga. Men hetta er ikki so, sigur Jørgen Niclasen. Og fyri at sláa fast, hvat henda semja í veruleikanum
merkir, hevur hann fingið Landsbankan at rokna út, hvat hesin niðurskurður merkir. Um hugt verður aftur á
seinastu 20 árini, og sama øking í búskapinum verður nýtt komandi 20 árini, so merkir hetta ein øking í
búskapinum í meðal á 4%. Príshækkingin er 2%, so reelli vøksturin er 2%. Væl hevur vøksturin verður stórur hesi
seinastu 20 árini, men vit hava samstundis einini verið gjøgnum svárastu kreppu kanska nakrantíð, júst innan fyri
hesi seinastu 20 árini. Heldur meðal vøksturin fram komandi 20 árini, so verður danski blokkstuðulin komin niður
undir 1% av BTÚ í 2031. Men verður prosenttalið broytt til 50 í staðin fyri 15, verður blokkstuðulin burtur í 2019.
Gransking er
umráðandi øki,
sum saktans
kann gerast til ein
nýggjar vinnuveg
i Føroyum, metir
Jørgen Niclasen
Lesið meira um
landsfundin í
blaðnum í morgin