mikudagur 29. august 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 165 - 29. august 2001
Ítróttasamband Før-
oya heiðrar minnið
um ein av virknastu
monnum innan
ítróttarørsluna við at
lata serstøk heiðurs-
prógv, ið bera navn
hansara.
RUNDUR DAGUR
Tíðindaskriv
Mikudagin 29. august eru
liðin 100 ár síðani Poul E.
Petersen varð borin í heim í
Sørvági. Sum ungur fekk
Poul tokka til ítrótt. Eftir
lokið lærarskúlaprógv í
1923 varð hann settur sum
lærari í Mykinesi og røkti
hetta starv til 1941. Hesi ár-
ini sum lærari í Mykinesi
nam hann sær dyggan lær-
dóm til ymsar tættir innan
ítrótt — bæði á ársskeiðum
á danska læraraháskúlanum
og á ymsum ítróttaskeiðum
uttanlanda.
Var sera virkin
Í 1938 varð Poul E. Peter-
sen útnevndur ítróttaráð-
gevi, men røkti eisini lær-
arastarv fram til 1944, tá
hann fór at virka sum
ítróttaráðgevi
burturav
fram til 1954, tá starv hans-
ara varð niðurlagt, av tí at
skúlaumsjónin varð um-
skipað.
Poul E. Petersen varð
sera virkin maður og árini
hann starvaðist sum ítrótta-
ráðgevi vakti hann ans fyri
ítrótti yvirhøvur og eydnað-
ist honum eisini at fáa ítrótt
inn um skúlagátt sum fasta
lærugrein við flestu av
landsins skúlum. Hann
legði hesi ár eisini fleiri
skrivlig rit um ítrótt úr
hondum, eitt nú um svim-
jing, hond- og fótbólt og
um fimleik og skúlaítrótt.
Árini hann var í Danmark
fekk hann stóran ans fyri
hvussu danska ítróttarørsl-
an varð skipað og eitt tað
fyrsta hann gjørdi, tá hann
varð settur í starv sum
ítróttaráðgevi, var at fáa í
lag eina samskipan av før-
oyskum ítróttafeløgum, eitt
ítróttasamband. Ítróttasam-
band Føroya varð sett á
stovn 4. apríl 1939 og varð
Poul E. Petersen kosin
fyrsti formaður í ÍSF, og
hetta starv røkti hann, til
hann á aðalfundinum við
árslok 1946 bar seg undan
afturvali.
Poul Petersen var eisini
blaðstjóri á Ítrótttatíðind-
um, blaðnum hjá ÍSF, frá 1.
árgangi til nr. 7 í 7. árgangi
1947. Hann helt eisini
skeið fyri lærarum, serliga í
frælsari ítrótt og í svimjing.
Hesi skeið vórðu hildin á
sumri og vórðu nøkur teirra
hildin í Mykinesi.
Tá ítróttaráðgevarastarv-
ið varð niðurlagt í 1954 fór
Poul E. Petersen í fyrsta
umfari í starv sum lærara-
vikar og ferðalærari, men
frá 1. september 1956 fekk
hann fast starv við Tórs-
havnar Kommunuskúla og
røkti hetta starv til hann,
eftir umsókn, fór frá við
eftirløn í august 1971.
Ikki bert ítróttur
Tað var ikki bert innan
ítrótt at Poul E. Petsren var
virkin. Árini 1939-50 var
hann næstformaður í Før-
oya Lærarafelag og varð
hann í 1954 kosin til for-
mann – eitt starv sum hann
røkti til 1960. Umframt
mong onnur álitisstørv var
hann limur í Føroya Skúla-
stjórn 1968-75 og legði
hann úr hondum fleiri bøk-
ur, bæði uppruna lesibók og
týðingar.
Poul E. Petersen andaðist
25. apríl 1977.
Poul E.Petersen hevði
serligan tokka til svimjing
og frælsa ítrótt, ið stóðu
hjarta hansara næst. Men
hann var altíð virkin fyri
fjøldina og øllum ítrótta-
greinum og hevur hann
havt ómetaliga stóran týd-
ning fyri alla ta føroysku
ítróttarørsluna.
Fyri at heiðra minni um
ítróttaráðgevan Poul E. Pet-
ersen, ið legði lunnar undir
Ítróttasambandið og fekk
skipanina av ymsu ítrótta-
greinum í rætt lag, hevur
ÍSF gjørt av, at tað á hvør-
jum ári skulu handast tvey
heiðursprógv, ið bera navn-
ið hjá ítróttaráðgevanum —
eitt til mann og eitt til
kvinnu, sum hava gjørt vart
við seg og tænt frælsu
ítróttini á serstakan hátt.
Fyrstu
heiðursprógvini
verða latin í ár.
Í dag, mikudagin, eru
100 ár liðin, síðani Poul E.
Petersen var borin í heim.
Føroysku áskoðarar-
nir, sum í Luksem-
burg spældi fótbólts-
dyst móti heima-
áskoðarunum, hava
fyriskipað dyst, nú
Luksemburg vitjar
hjá okkum
12. MAÐUR
Jákup Mørk
Eingin ivi er um, at tað var
ein sera væleydnað ferð,
sum føroysku fótbólts-
áskoðararnir høvdu, tá teir í
mars mánaði vitjaðu í
Luksemburg. Umframt at
A-landslið
okkara
fyri
fyrstu ferð vann ein ein úti-
dyst í HM-høpi, so sluppu
áskoðararnir eisini fyri
fyrstu ferð at royna seg í
dysti, tá 12. maður hjá
Luksemburg hevði bjóða
av.
Tann dysturin endaði við
5-1 sigri til føroyska liðið,
men tað var nú ikki úrslitið,
sum hevði mest at siga
hesum viðvíkjandi. Fyri
báðar partar var talan um
sera hugnaliga uppliving,
sum umframt at tæna sum
upphiting
til
veruliga
landsdystin, eisini var við
til at styrkja vinarbondini
millum hesar báðar lítlu
tjóðirnar.
Endurtøka
Føroyski 12. maðurin var
eisini sera fegin um tiltak-
ið, og boðini tá vóru alt fyri
eitt, at hetta mátti endurtak-
ast, tá Luksemburg skuldi
koma á vitjan. Hetta verður
longu seinast í hesi vikuni,
og sum skilst, eru allar fyri-
reikingar hesum viðvíkj-
andi nú komnar í rættlag.
Í tíðindaskrivi hevur 12.
maður boða frá, at dysturin
verður leiktur á Tórsvølli,
fríggjadagin
kl.
18.00.
Dómari í dystinum verður
eingin annar enn fyrsti al-
tjóða dómari okkara, Nem-
us Napoleon Djurhuus, so
altjóða dámur er eisini yvir
dystinum. Spælt verður
annars tvær ferðir 30 min-
uttir, og verður loyvt báð-
um liðum at hava flúgvandi
útskifting.
Føroyskir fótbóltsáskoð-
arar, sum hava hug at taka
lut í dystinum, skulu boða
frá hesum á telefon 21
3212.
Formaðurin í 12. manni,
Regin Egholm, sigur ann-
ars, at enn er ikki heilt fast-
lagt, hvar spælararnir fara
at savnast eftir dystin, men
at ætlanin so er, at liðini
kunnu sær okkurt ábit sam-
an.
Áskoðarar fara aftur at spæla
Bæði á og uttan fyri vøllin
hugnaðu áskoðararnir hjá
báðum liðunum sær, tá
dysturin í Luksemburg varð
leiktur
HB
hevur
kært
Dysturin í aðru deild
millum Skála og HB varð
leiktur fyri góðum tveim-
um vikum síðani, men er
dysturin ikki liðugur á
pappírinum.
Sum kunnugt – og sum
tað eisini framgekk eisini
av blaðnum í gjár – so
kærdi Skála nýtsluna av
tveimum leikarum hjá
HB.
Kappingarnevndin hjá
FSF gav Skála viðhald í
kæruni, og dømdi HB at
tapa dystin. Í HB halda
tey seg tó hava handlað í
góðari trúgv, og tískil er
avgerðin hjá kappingar-
nevndini nú kærd til
dómsnevndina.
-jm
Ítróttaráðgevin 100 ár:
Hundrað ár liðin, síðani
Poul E. Petersen varð borin í heim
C
M
Y
K
18
Nr. 165 - 29. august 2001
19
Undirritaði teknar seg sum
haldara av Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
Navn:
Bústaður:
Postnr.:
Bygd/býur:
Undirskrift:
Arbeiðsleysur:
Jákup er liðugur
í Herfølge
Ítróttur, s. 13–28
Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00
Dansurin
gekk so
lystiliga
í Havn
síða 4
Fyrstur við tí seinasta
5 ferðir um vikuna
Ja!
Sjálvandi
vil eg
halda
Sosialin
Ókeypis
Verður sent
ópostað
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Postsmoga 76
110 Tórshavn
19