Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 - 29. august 2001 17 Heine Fernandez hev- ur fingið stóra bót, tí hann alment hevur havt at venjaranum fyri at taka Toda framum seg, tá FCK spældi Europa Cup í Róm SUPERLIGA Jóannes Hansen Vánalig umrøða er betur enn eingin umrøða. Soleið- is verður onkuntíð tikið til. Men hetta er neyvan nakað, sum teir í leiðsluni í felag- num hjá Toda Jónsson, FCK, vilja skriva undir upp á í løtuni. Sunnudagin leyp ein ordulig skriða í sambandi við felagið, og mánadagin varð við tíggju tumma seymi staðfest, at tað eru ikki fleiri skiparar í FCK, og at tað í hvussu so er ikki eru spælararnir, sum hava avgerðarrættin og harvið gera av eitt nú, hvussu liðið skal síggja út, og hvat skal sigast um innanhýsis viður- skiftini. Todi óbeinleiðis uppií Tað var liðfelagin og ein av kappingarneytunum hjá Toda Jónsson, sum er orsøk til rokið, ið hevur verið seinastu dagarnar. Heine Fernandez var stóra sigurs- hetjan, tá FCK á heimavølli hevði vunnið 2–1 á Lazio. Tá liðini hittust í Róm, var Fernandez á beinkinum, tí venjarin heldur vildi hava Toda Jónsson í álopinum. Sjálvandi var Fernandez vónbrotin. Tað eiga allir fótbóltsspælarar at vera, tá teir verða vrakaðir. Men tað man hava kókað yvir hjá Heine Fernandez, tí í Jyl- landspostinum sunnudagin kundi hann ikki halda sær. Hann hevði harðliga at ven- jaranum fyri at hava broytt liðið, og tað vil siga, at hann óbeinleiðis kritiser- aði Kent Karlsson fyri at hava tikið Toda Jónsson inn á liðið og fyri at hava sett Fernandez á beinkin. Hann kritiseraði venjaran fyri at vera veikan og einki fram- rættaðan, og hann setti FCK leiðsluna – og tað vil siga Niels Christian Holm- strøm og Flemming Øster- gaard – dyggiliga upp á pláss, tí teir høvdu valt ein veikan venjara at taka yvir eftir Roy Hodgson, sum sambært Fernandez var av heilt øðrum tilfari enn nýggi venjarin. Eingin spælari í FCK hevur viljað havt nakrar viðmerkingar til gorið og gallið frá álopsmanninum. Onkur hevur ásannað, at Kent Karlsson hevur øðr- vísi og meiri róliga fram- ferð enn Roy Hodgson hevði, men tað verður ikki mett at vera nøkur vánalig dygd. Todi Jónsson sigur einki um tað, at liðfelagin heldur tað vera við síðuna av, at venjarin í Róm valdi Toda framum. Men á heimasíð- uni hjá sær – todi.fo – greiðir Todi frá avleiðing- unum, sum tað hevði fyri seg, at Fernandez ikki var við í Silkeborg sunnudagin: – Eg var ikki heilt væl fyri í lærinum, men eg noyddist at spæla frá byr- jan, tí hvørki Zuma ella Fernandez vóru við í Silke- borg, sigur Todi. Hann leggur afturat, at hann framvegis kennir lærskaðan plága, tá hann í skundi skal seta fulla ferð á. Todi gleðir seg um, at tað nú er steðgur í tvær vikur: – At landsdystir eru á skránni í vikuskiftinum og mitt í komandi viku ger, at tað verður møguleiki fyri at koma seg heilt, áðrenn tað annað vikuskifti aftur verð- ur farið undir landskapp- ingina, sigur Todi Jónsson. Um orsøkina til, at Fer- nandez ikki var við í Silke- borg, søgdu teir í FCK, at tað var tí, at hann leygar- dagin var vorðin skaddur. Men ta ljóðaði ikki so sann- førandi. Raka pengapungin At Heine Fernandez hevur verið so opinskáraður um leiðsluna í felagnum, hevur hann fingið boð um fer at raka pengapungin hjá hon- um, og í donsku fjøl- miðlunum verður tosað um, at tað kann væl vera, at tað fyri Fernandez sjálvan hev- ur verið ein so mikið stór dáragerð at seta niður á leiðsluna, at hann fer at verða seldur til okkurt ann- að felag. – Heine er ikki ovastur í hierakinum í FCK, og vit fara at geva honum eina stóra peningabót fyri tað, sum hann hevur sagt. So- leiðis segði Niels Christian Holmstrøm mánadagin, men hann vildi ikki siga meiri um, hvussu stór bótin verður, uttan at hon verður so mikið stór, at tað fer at kennast á útgjaldinum. Tá tað verður tosað um, at tað er møguleiki fyri, at Fernandez skal seljast, so er tað við gongdini í huga- num, tá ein FCK maður seinast var so opinskáraður. Talan var tá um David Niel- sen, sum alment hevði at felagnum og leiðsluni. Tað hevði við sær, at hann misti plássið á besta liðnum og seinni varð seldur. Tá varð sagt, at tað var ikki í tráð við endamálið hjá felag- num at hava sovornar spæl- arar í FCK. Víst verður á møguleik- an, at Fernandez fer at verða seldur til Silkeborg, har hann áður hevur gjørt nógv um seg. Silkeborg hevur fyri neyðini at fáa ein vandamiklan álopsspælara, FCK hevur fyri neyðini at sleppa av við ein óskikki- ligan spælara, og so átti tað at verið lætt at funnið sam- an, verður mett í Danmark. Kent Karlsson, FCK ven- jarin, hevur ikki havt so nógvar viðmerkingar til álopið frá Fernandez: – Tað sær út, sum um tað er neyðugt hjá mær at tosa við Heine. Tað fari eg at gera í vikuni, men tað verð- ur ikki gjørt ígjøgnum pressuna, sigur venjarin. Fernandez veit ivaleyst, at hann er lopin framav, og hann man longu framman- undan hava vitað, at hetta fór at kosta honum nógv. Men hann tykist ikki hava lagt so nógv í tað: – Eg eri argur, og eg vildi hava alment fram, at eg ikki haldi, at alt í felagnum er, sum tað eigur at vera, um FCK framvegis droymir um at verða eitt stórt og fram- tíðar rættað felag. Vit mugu bara staðfesta, at tað er ikki lukkuligt, sum tað tykist níva fast, at het- jan úr Parkini ikki slapp framat beinanvegin í Róm. Afturvendandi uttanduara firma- kappingin verður í ár leikt leygardagin hin 6. oktober FIRMAKAPPING Jákup Mørk Hetta er triðja árið á rað, at yngra høvuðsstaðarfel- agið skipar fyri sonenvdu firmakappingini, og sum skilst á lagnum, hevur talan verið um sera væl umtókta kapping. Til dømis fevndi kappingin í fjør um 44 lið, men tá vóru onnur 20, sum ikki sluppu upp í part, tí tey vóru ov sein á sjóvarfalli- num, tá tilmeldanin fór fram. Hetta hevur fingið fyri- reikararnar at umhugsa, at økja talið av liðum, men í fyrsta umfari eru hesar ætlanir tó sleptar. Skulu fleiri lið vera við, verður eisini neyðugt at nýta fríggjadagin til kappingina, men tá verð- ur tað helst ov skýmligt at spæla. Annars verður sagt um kappingina, at hon verður skipað við dystum tvørtur um hálvan vøll. Sjey leik- arar kunnu vera á hvørj- um liði, umframt eyka- leikarar, og einasta treyt- ing er, at eingin á liðnum hevur spælt við í trimum teimum fremstu vaksna- mannakappingunum hetta kappingarárið. B36 heldur aftur firmakapping Nú er aftur rok í FCK Ítróttarstjórin í FCK, Niels Chr. Holmstrøm, er ikki blíður um orðini, sum Henie Fernandez hevur borið fram í donsku miðlunum Mynd: Álvur Haraldsen 17 Nr. 165 • mikudagur • 29. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Hóast HB frá fyrstan tíð noktaði hesum, hevur FSF álagt felag- num at rinda NSÍ 10.000 krónur í sam- band við dystarflyt- ing. HB hevur tó ong- ar ætlanir um at gjalda hesa upphædd, og hava teir mótmælt framferðini hjá FSF FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Týskvøldið eftir at blaðið fór til prentingar, skuldu HB og NSÍ spæla útsetta dystin í fyrstu deild. Sum kunnugt hevur ikki sørt av stríði staðist av hesum dystinum. Runavík- ingar hava verið í øðini um, at FSF hevur flutt dystin, uttan so mikið sum at spyrja teir eftir, og bæði í leygardags- og týsdagsblað okkara hava ávíkavist venj- arin og formaðurin í NSÍ givið sína misnøgd til kennar. Nokta endurgjald Runavíkingar eru tó ikki teir einastu, sum eru vorðnir firtnir í hesum mál- inum. Eisini í HB er misnøgdin stór. Hetta tí FSF hevur á- lagt havnarfelagnum at rinda NSÍ 10.000 krónur í endurgjaldi fyri flytingina. Hetta til at rinda tær út- reiðslur, sum runavíkingar- nir hava av flytingini. Orsøkin til misnøgdina hjá HB er tann, at teir alla tíðina hava hildið fast um, at eitt møguligt endurgjald als ikki fór at koma upp á tal. Steinfinnur Mittelstein, sum er stjóri í P/F Havnar Fótbóltur, sigur við Sosial- in, at flytingin fyrst og fremst komst av, at eitt mis- tak varð framt, tá ferðin til Eysturríkis varð bíløgd. Sambært skránni fyri ferð- ina, skuldi hópruin hjá HB verið aftur í Føroyumj fríggjadagin, men á ferðini varnaðust teir, at ferðin úr Danmark til Eysturríki tók nógv longri, enn ásett var. Steinfinnur Mittelstein sigur, at teir tá settu seg í samband við NSÍ, og tá teir noktaðu at flyta dystin, settu teir seg í samband við FSF. - Vit tosaðu við kapping- arstjóran, og hann skilti væl trupulleikan, sum vit nú høvdu rent okkum í. Meðan vit soleiðis tosaðu saman um, hvørjir møguleikar vóru at flyta dystin, nevndi hann møguleikan fyri ein- um endurgjaldi, men tað søgdu vit korta nei til, og so varð ikki tosað meira um tað. - Hóskvøldið fingu vit so boð um, at ynski um flyting var gingið okkum á møti. Tey boðini vóru tó givin um telefonina, og av formlig- um ávum bóðu vit so eisini um, at boðini vórðu givin okkum við faksi. - Tað var sum so eingin trupulleiki. Faksið varð eis- ini sent okkum, men tá vit leygardagin lesa hetta, síggja vit, at HB verður á- lagt at rinda NSÍ 10.000 krónur. Hetta høvdu teir einki nevnt um í telefon- samrøðuni við okkum, og teir vistu eisini framman undan, hvørji boðini frá okkum vóru um hetta. Vit gjørdu greitt, at hetta kom ikki upp á tal, og tað ger tað framvegis ikki, sigur Stein- finnur Mittelstein, sum vegna Havnar Fótbóltur í gjár sendi skriv til FSF, har teir gera vart við hetta. Vandamikil leið Tað eru fleiri lutir, sum gera, at stjórin í havnar- felagnum er somikið mis- nøgdur um hetta. - Fyri tað fyrsta, so hevur FSF valt, at føroyskur fót- bóltur skal taka lut í altjóða kappingum, og hetta hevur so eisini gjørt, at føroysku feløgini koma út í Europa. - Hesir dystir verða al- oftast spældir mitt í viku, og gjarna hóskvøld, og tí er tað onkun tíð neyðugt, at dystir mugu flytast. Tað kann so ikki metast órími- ligt, at leikararnir sleppa at vera heima í í øllum førum 24 tímar, áðrenn dystur skal leikast. Vit høvdu upp- runaliga ætlað at spæla sunnudagin, men tá vit varnaðust, at heimferðin varð seinkað, gjørdu vit alt fyri eitt vart við hetta. - Harafturat haldi eg, at tað er sera vandamikið, um FSF nú fer at áseta bøtur ella endurgjald, um dystir skulu flytast. Í hesum førum hava teir valt 10.000 kr., men nær skal talan verða um 5.000 ella 15.000. Hjá onkrum felag er talan um fleiri skúla- næmingar, og skal endur- gjaldið tá verða minn, ella skulu feløgini til at doku- mentera mista inntøku hjá spælarunum? - Hetta kann eisini við- føra, at øll feløg framyvir seta seg ímóti at flyta dyst- ir, um fyrispurningur kem- ur um hetta. So verður mál- ið latið FSF, og so kann felagið fáa endurgjald. Tá fer tað at snúgva seg um, hvussu nógv felagið kann vinna fíggjarliga við eini flyting, heldur enn at ítróttarligu sjónarmiðini verða nýtt. Mugu hava greiðar reglur At enda sigur Steinfinnur Mittelstein, at hann als ikki er ósamdur við NSÍ-for- manninum, tá hesin í blað- num í gjár ger vart við, at føroyskum fótbólti tørvar greiðar reglur um, hvussu skal farast fram í slíkum málum. - Tað vildi ikki verið ann- að enn náttúrligt, at fastar mannagongdir vórðu skip- aðar hesum viðvíkjandi. Sum nú er, verður støða tik- in, tá trupulleikin kemur, og tað átti ikki at verið neyð- ugt. - Tað kundi til dømis eitt krav, at leikarar sluppu at vera heima í 24 tímar und- an dysti, ella eisini kundi atlit verði tikið til hetta, tá skráin fyri kappingarárið verður løgd. - Tá skráin verður løgd, vita vit longu, hvørji feløg taka lut í europeisku kapp- ingunum, og vit vita eisini, nær UEFA hevur ásett leik- dagarnar. Tí átti tað ikki at verið ógjørligt, at lagt upp fyri slíkum flytingum, tí tað ber ikki til, at tað á hvørjum ári skal gerast ein trupul- leiki, tá vit eru komin í august mánað. - Hvat fer til dømis at henda, tann dagin eitt før- oyskt lið spælir seg fram til næsta umfar? Tá eru vit komin til endan á kapping- arárinum, og tí verður trupulleikin tá uppaftur størri, um vit ikki hava greiðar mannagongdir at ganga eftir, sigur Stein- finnur at enda. HB fer ikki at rinda endurgjald Tað kann so ikki metast órímiligt, at leikararnir sleppa at vera heima í í øllum førum 24 tímar, áðrenn dystur skal leikast, heldur Steinfinnur Mittelstein C M Y K 16