mikudagur 29. august 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 29. august 2001
15
Bomull Sport - Cotton Soft
Barnatroyggja v/mynstri
Tlf. 312727
Uppskriftin
hesa vikuna
15
14
Nr. 165 - 29. august 2001
OLJULEITING/ANALYSA
Jan Müller
Tað hevur eftir øllum at
døma gingið nakað seinri
enn ætlað hjá BP við tess
fyrstu boring í Føroyum.
Ætlanin var at røkka enda-
liga málinum um mánaðar-
skiftið. Hjarnar Djurhuus,
stjóri hjá BP sigur, at bor-
ingin nú er sett til at verða
liðug millum 12. og 15.
september tvs. einar tvær
vikur longri enn mett varð.
Enn resta einir 800-900
metrar í. Ein orsøk til at tað
gongur spakuligari nú er
tann, at teir eru komnir í
rættiliga hart tilfar. Sosi-
alurin skilur, at hetta er ikki
beinleiðis basalt. Men tað
hevur so við sær, at tað
tekur longri tíð at bora. Hjá
BP vilja teir ikki gera
nakrar viðmerkingar til, at
borurin á West Navion nú
er farin at bora meira til
síðuna, sokallað »side-
tracking«. Ymsar orsøkir
kunnu verða til hetta. Ein
er, at man roynir at sleppa
undan tí harða tilfarinum.
Ein onnur at man kanska
hevur endurskoðað arbeiðs-
skránna og heldur betri
møguleikar liggja við eini
nýggjari kós, sum gongur
meira til síðuna. Eingin
møguleiki er at fáa nakra
viðmerking frá Oljumála-
stýrinum heldur, men tað er
ikki óvanligt undir slíkum
boringum aðrastaðni, at
oljufeløg og myndugleikar
semjast um at broyta eitt
fastlagt boriprogramm, um
hetta verður hildið skilagott
og skapar nýggjar møgu-
leikar. Tað er tó ikki møgu-
ligt at fáa váttað, um talan
er um slíkt
í Svínoyar-
brunninum.
Tað er annars ógjørligt at
fáa nakað at vita um úrslit
av boringunum, men at
boringin hjá BP nú fer at
taka upp til tvær vikur
longri enn upprunaliga
ætlað, kann merkja, at
boringin ikki gongur uttan
trupulleikar.
Ætlanin er, at West
Navion skal bora ein annan
brunn fyri BP og Shell, tá
uppgávan á føroyska land-
grunninum
er
liðug.
Bretsku megin markið.
Eftir øllum at døma kemur
tann boringin nakað í drag,
nú West Navion skal bora
til miðjan september. Eftir
tí Sosialurin hevur kunnað
funnið fram til, so hevur BP
fleiri mál (targets) í síni
boring. Eitt høvuðsmál,
sum tað kom til fyri eini tíð
síðani og síðani í hvussu er
eitt mál á gott og væl 4800
metrum.
Hvat boritíðini viðvíkur,
so er tað rættiliga ymiskt,
hvussu skjótt gongur at
bora, tí tað veldst m.a. um,
hvussu hart tilfarið er.
Gongst væl kanst tú bora
einar 20 til 25 metrar um
tíman, men gongst illa,
kann talan verða um heilt
niður í 1-2 metrar um
tíman.
Hvat víðvikur boringini
hjá Statoil,
gongur hon
sum ætlað. Rúni Hansen,
stjóri er eins fámæltur sum
starvsfelagi hansara hjá BP.
Men út frá støðuni í farnu
viku kann hetta merkja, at
enn eru einir 500 metrar
ella so eftir á mál. Rúni
Hansen hevur hevur tó
onga aðra viðmerking enn
hana, at boringin hevur
gingið væl, og at teir rokna
við at kunna gera støðuna
upp tíðliga í næstu viku,
sum teir jú alla tíðina hava
sagt.
Tað skilst, at eisini
Statoil er komið forbí í
hvussu er eitt av sínum
málum.
Um so var at BP ella
Statoil longu høvdu troffið
við olju ella gass, so hevði
Oljumálastýrið uttan iva
longu havt sent tíðindaskriv
út. At einki tíðindaskriv enn
er komið út um úrslit av
leitingini higartil kundi tí
bent á – hetta er okkara
meting – at hvørki av olju-
feløgunum er komið fram á
olju ella gass, men at
Oljumálastýrið bíðar við at
kunngera nakað, fyrr enn
feløgini ella annað av
teimum er komið niður til
endaliga málið. Og sum
støðan sær út í løtuni fer
komandi vikuskifti møgu-
liga at vera hæddarpunktið
ella endabresturin í Statoil-
boringini, og kunnu vit tí
møguliga vænta tíðinda-
skriv frá Oljumálastýrinum
tíðliga í næstu viku. Tíðindi
kunnu tá ganga báðar vegir.
Hin møguleikin er eisini
til steðar, nú talan er um
»tight hole« status tsv. at
einans nøkur fá fólk hava
atgongd til upplýsingarnar,
at tað hevur borið til at
halda so tætt, at einki er
likið út um møgulig fund.
Tað kenna vit meira enn so
aðrastaðni frá. Hetta var
m.a. ætlanin við fyrsta
fundinum, BP gjørdi við
markið í 93, tá tað fann
Foinavenfeltið, men har
vóru tað so vakin eygu
umborð á Smyrli, sum av-
dúkaðu fundið, tá tey sóu
gasslogan frá boripallinum.
Tann møguleikin er so eis-
ini enn til steðar í boringini
hjá BP hesumegin markið,
tí finnur BP nakað, skal tað
testa goymsluna. Og tá
slepst ikki undan gass-
loganum.
Eigur ikki at koma
óvart á
Tað eigur neyvan at koma
óvart á hvørki oljufeløg ella
føroyskar
myndugleikar,
um hesar fyrstu boringar-
nar nakrantíð á føroyska
landgrunninum ikki enda
við lønandi fundum. Vit
skulu ikki gloyma, at
boraðir vórðu meira enn
150 brunnar vestan fyri
Hetland,
áðrenn
fyrsta
lønandi fundið varð gjørt.
Tað, sum hevur gjørt, at
oljufeløgini hava verið so
bjartskygd, er fyrst og
fremst fatan teirra av jarð-
frøðini, nevniliga hon at
løgini á føroyska land-
grunninum líkist teimum
bretsku megin markið, har
stór fund eru gjørd. Hetta
bjartskygni hevur so gjørt,
at oljufeløgini hava viljað
satsað fleiri hundrað milli-
ónir í boring, tó at tey onga
trygd frammanundn hava
fyri at raka rætt við fyrstu
boring.
Men skuldi tað hent, at
eingin olja verður funnin í
hesum báðum fyrstu brunn-
unum, so nýtist tað ikki at
merkja, at eingin olja er í
føroysku
undirgrundini.
Hon er nevniliga stór, og
oftani er tað at finna olju
sum at leita eftir eini
knappanál í eini sátu. Við
øðrum orðum kann oljan,
er hon er, liggja goymd
aðrastaðni, t.d. í økinum
hjá Amerada Hess ella hvør
veit, í lisensinum hjá Agip
og Føroya Kolvetni. Ella
kanska finst hon undir
basaltinum. Er bjartskygnið
og vónirnar hjá jarðfrøð-
ingunum, sum eru teir, ið
hava tulkað seismisku upp-
lýsingarnar og harvið eisini
sett út í kortið, stórt, so er
tað eisini ein sannroynd, at
óvissan er uppaftur størri.
Heilir 33 brunnar vórðu
boraðir í norskum øki,
áðrenn fyrsta fundið varð
gjørt. Í Føroyum verða tveir
teir fyrstu brunnarnir bor-
aðir í hesi løtu. Tí er rætt at
sláa kalt vatn í blóðið, til
boringarnar eru lidnar. Men
so leingi borað verður, livir
vónin ….. og ræðslan.
Oljuboringin:
Framvegis óvissa
West Navion hevur nú borað í góðar fimm vikur
C
M
Y
K
14
LesiÝ Sosialin
-taÝ loysir seg!