Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 165 - 29. august 2001 Nr. 165 - 29. august 2001 13 Greinin byggir á sam- røður við Amandu Ellingsgaard, Ragnar Jacobsen og Poulinu Jensen SJÓNLEIKUR Birita Christiansen og Rólant W. Dam Ein føroyskur ungdóms- sjónleikarabólkur, er fyri stuttum komin aftur av uttanlanda ferð. Tey hava ferðast kring norðanlond- ini, og spælt sjónleik. Tann partin av leikinum sum før- oyingar spæla snýr seg um neyðtøku. Hin parturin av leikinum snýr seg um onn- ur viðkvom evni t.d. homo- seksualitet og insest. Sjónleikaratiltakið verð- ur rópt Fenris, og er 4 hvørt ár, her savnast ungdómar úr øllum norðanlondunum. Ætlanin við Fenris er at menna áhugan fyri sjón- leiki millum ung. Føroyar vóru aftur hesu fer umboðaðar til stevnuna. Luttakarinir vóru Marta Johannesen, Rannvá Jacob- sen, Rúna Jacobsen, Her- fríð Hammer og Ragnar Jacobsen, og vóru tey mill- um 15-17 ár. Hetta unga ferðalag hevði 2 leiðarar við sær, Amandu Ellings- gaard og Poulinu Jensen. Soleiðis bleiv ferðalagið frá Føroyum 7 fólk, men vegna sjúku var ein sjónleikari ikki við allan túrin. Luttak- aratalið til alla stevnuna var uml. 100, harav 15 leiðarar. Fyri trimum árum síðan byrjaðu tey at hava onkrar samstarvsfundir landana millum. Og fyri hálvum- øðrum árið síðani, byrjaðu tey at venja og halda fundir saman, eina ferð um vik- una. Eisini vóru tey uttan- landa einar seks ferðir áðr- enn stevnuna, har tey hildu fundir og vandu saman við hinum londunum. 25. juni vóru grønlend- arir og danir í Føroyum. Tíðin hjá teimum her, fór einamest við at læra hvønn annan betur at kenna, og uppliva náttúruna. 27. juni vóru allir lut- takararnir, undantikið íslendarar, samlaðir í Før- oyum, sama dag fór alt ferðalagi úr Føroyum til Ís- land. Í Íslandi vóru tey í tvær vikur. Har var sera strævið. Tey vandu frá nýggju á morgni til týggju um kvøldið. Umframt allar venjingarnar, høvdu tey eisini tvær framførðslur. Úr Íslandi fóru allir »fenris- anir« aftur til Føroyar. Her vandu tey eisini, og høvdu eina framførslu í norður- landahúsinum, har nógv fólk var komið at hyggja. So gekk leiðin til Norra, har tey fóru beinleiðis til Svøríkis við bussi. Í Svø- ríki vóru tey í eina lítla viku, og høvdu tvær fram- førslur. Frá Svøríki til Áland. Í Álandi høvdu tey meir frítíð enn áður, og hetta kom væl við. Har høvdu tey eisini eina fram- førslu. Aftaná fýra dagar í Álandi, koyrdu tey við bussi gjøgnum Svøríki til Norra. Hagani tóku tey eina ferju yvir um til Danmark- ar. Í Humlebæk í Danmark vóru tey í eina viku. Hetta var samstundis síðsta vikan á túrinum. Her høvdu tey tvær framførslur, og báðu ferðirnar var fullsett. Men sum við øllum øðrum, so fekk hetta ævintýr eisini ein enda. 4. august var dagurin tá øll máttu pakka saman, og venda nøsina heim eftir. Tað var ikki lætt at siga farvæl við øll hesi fólk, man á túrinum hevði lært at kenna, men aftaná eina seks viku langa ferð, gleddu tey uttan iva eins nógv at koma heim aftur, sum at fara avstað. 6. aug- ust var føroyska ferðalagi heima aftur. Hetta var ein sera lærurík ferð. Bólkurin hevði tað sera gott saman, og er hetta ein uppliving, sum tey ikki høvdu vilja verið fyri uttan. Undir ferðingini í ymisku londunum, búðu tey hjá vertsfamiljum, og uppá tann mátan koma tey at læra nógv um aðra mentan og onnur fólk. Spældu sjónleik um neyðtøku Sangarin og gittar- spælarin í All That Rain fer nú burtur úr bólkinum. Hugurin er ikki til at halda fram í bólkinum. Almenna farvælkonsertin hjá All That Rain verður í KÍ-høllini í Klaksvík fríggjakvøldið TÓNLEIKUR Pop.fo Jens Marni Hansen hevur boðað frá, at hann gevst í All That Rain, har hann hevur verið sangari og gittarspælari, síðani bólk- urin varð stovnaður í 1999. Hann hevur ikki hug til at halda fram í vældámda rockbólki, sum hevur gjørt sera nógv við at spæla sein- astu nógvu mánaðirnar og er tiltikin sum konsertbólk- ur. - Jens Marni hevur sagt okkum, at hann kennir seg troyttan av nógva virk- seminum í bólkinum, og at hann hevur ikki hug at halda fram. Hesa avgerð verða vit noyddir at góð- taka, siga hinir báðir lim- irnir í bólkinum, Jens Tummas Ness og Henning Nicodemussen, við Pop.fo. Endar í Klaksvík Seinastu framførslurnar hjá All That Rain við Jens Marna Hansen sum sangara og gittarspælara verða í Klaksvík um vikuskiftið. Fríggjakvøldið verður al- menna farvælkonsertin hjá Jens Marna í All That Rain í KÍ-høllini, og leygar- kvøldið spælir bólkurin í Klaksvíkar Klubba. Hetta verða sostatt framførslur- nar, har fólk mugu siga farvæl við All That Rain, sum teir hava verið. - Hetta er tó ikki endin á All That Rain. Vit hava hug at halda fram, og ætlanin er at finna nýggjan gittarspæl- ara og sangara til bólkin, siga Jens Tummas Ness og Henning Nicodemussen. - Vit hava spælt saman við Jens Marna í nógv ár - bæði í Kjølum og All That Rain - og vit hava havt tað sera gott saman. Tí eru vit keddir um, at hann ikki vil halda fram í bólkinum, men vit noyðast samstundis at góðtaka, at hann hevur mist hugin at spæla so nógv, sum All That Rain hevur gjørt og ætlar sær at gera. All That Rain fer nú at sóknast eftir nýggjum tónleikara ella tónleikarum, sum kunnu loysa Jens Marna Hansen av. Undirtøkan fyri kon- sertunum við Click- haze og Flux í Klaks- vík var sera góð. Sam- anlagt vóru eini 170 fólk til báðar konsert- irnar í Atlantis TÓNLEIKUR Pop.fo Grót hevði fríggjakvøldið konsertir í Klaksvík, og undirtøkan fyri hesum konsertum var so góð, sum hon ongantíð áður hevur verið til tiltøk hjá sam- takinum. Clickhaze og Flux spældu tvær konsertir, tí neyðugt var við eyka- konsert, eftir at tey stívliga 100 setrini til konsertina kl. 22.00 vórðu rivin burtur dagin fyri. Tað var meira enn hálvfult til eyka- konsertina, og samanlagt vóru eini 170 fólk á konsert í Atlantis fríggjakvøldið. Stórur partur av áhoyr- arunum til fyrru konsertina vóru ungfólk, sum sakna dans og konsertir í Klakvík. Tað var tí rættiliga lívligt til hesa konsertina. Góður rocktónleikur Flux var fyrst á pallinum, og teir spældur nógvan nýggjan tónleik hjá sær. Ein trupulleiki, sum Flux høvdu til Prix Føroyar finaluna í ár var, at løgini hjá bólkinum ikki vóru serliga fangandi, men hetta er bólkurin í ferð við at broyta. Fleiri av nýggju løgunum eru rættuliga hug- takandi, og okkurt av løg- unum minti meg ikki sørt um danska bólkin Kashmir. Clickhaze loysti Flux av á pallinum eftir ein lítlan tíma. Clickhaze hevur evn- ini at draga lurtaran við inn í tónleikin, og tað kennist, sum tey taka lurtaran á eina ferð, har hann ert boðin við sum serligur gestur. Frálíku tónleikararnir og sangarar- nir báðir, Eivør og Petur, hava fatur í nøkrum, sum eingin her heima fyrr hevur megnað at fangað. Konsertirnar í Atlantis farna fríggjakvøld vardu í slakar tveir tímar hvør. Jens Marni gevst í All That Rain Jens Marni Hansen sigur farvæl til All That Rain við tveimum framførslum í Klaksvík um vikuskiftið Clickhaze og Flux savnaðu nógv fólk Eivør Pálsdóttir var sum vanligt væl uppløgd sum sangari í Clickhaze. Hon hevur ein frálíka rødd, men hon dugir eisini framúr væl at upptraðka C M Y K 13 12 -tað loysir seg