mikudagur 29. august 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 165 - 29. august 2001
Nr. 165 - 29. august 2001
11
Fyrstu sjey mánað-
irnar í ár var størsti
fólkavøksturin í
landinum í Vágoynni.
Færri fólk búgva í
norðast parti av land-
inum
FÓLKATAL
Eyðun Klakstein
Nýggj uppgerð frá Hag-
stovu Føroya vísir, at tað
eru vorðnir 80 fleiri vága-
menn í ár.
Í uppgerðini, sum stað-
festir broytingar í fólkatal-
inum fyrstu sjey mánað-
irnar í ár, er fólkavøksturin
í Vágoynni tann størsti – trý
prosent.
Tá hetta árið byrjaði
búðu 2.648 fólk í Vágum,
meðan hesi nú eru vorðin
2728. Hetta er ein vøkstur
upp á 80 fólk, sum serliga
stavar frá tilflyting. Burðar-
avlopið var frá januar til
juli 11, meðan nettoflyting-
in var 69 fólk.
Spurningurin er so, um
hetta hevur nakað tilknýti
til undirsjóvartunnilin um
Vestmannasund at gera.
Minkar norðanfyri
Meðan flestu økini í land-
inum hava havt fólkavøkst-
ur fyrstu sjey mánaðirnar í
ár, hevur norðasti parturin
av landinum verið fyri
mannfalli.
Í norðoyggjum búgva
nakað færri fólk nú enn við
ársbyrjan, og minkingin
stavar serliga frá Klaksvík-
arøkinum. Har búðu 23
fólk færri í juli enn í januar,
og kemur hendan minking
av fráflyting.
Restin av norðoyggjum
hevur verið fyri lítlum
vøkstri, men samanlagt er
talan um eina lítla aftur-
gongd.
Í
Klaksvíkarøkinum
búðu síðst í juli 5.206 fólk,
meðan restin av Norð-
oyggjum hevði 722 íbúgv-
ar.
Lítil minking er eisini í
fólkatalinum í norðara parti
av Eysturoynni, hóast her er
talan um evarska lítla mink-
ing upp á 1 fólk. Í hesum
øki búðu í juli 1.576 fólk.
Fleiri sumbingar
Sunnast í Føroyum er góð-
ur vøkstur í fólkatalinum, tí
fyrstu sjey mánaðirnar í ár
vaks fólkatalið í Sumba við
24 fólkum, og í Skálavík á
Sandoynni gjørdust tey 23
fleiri. Tað hevur við sær ein
prosentvøkstur upp á heili
13,5%.
Hóast Runavík hevur
fingið oljuhavnina, so er
tað Gøta, sum er lutvíst
vaksin mest í fólkatali
fyrstu mánaðirnar av árin-
um. Í Gøtu gjørdust tey 26
fólk fleiri og eru nú 994,
meðan tey vórðu 36 fleiri í
Runavík og eru 2.511.
Tórshavnarøkið veksur
støðugt, og fyrstu sjey mán-
aðirnar í ár gjørdust tað 291
fleiri fólk í høvuðsstaðar-
økinum, sum eisini umfatar
Kollafjørð.
Samanlagt fyri allar Før-
oyar er talan um vøkstur í
fólkatalinum upp á 1,3
prosent. Tað gjørdust 620
fleiri føroyingar frá januar
til juli, og hesin vøkstur
stavar fyrst og fremst frá
tilflyting.
Síðsta dagin í juli búðu
46.816 fólk í Føroyum.
Seks norðurlendskir
vinarbýir, har Klaks-
vík er ein teirra, hava
gjørt fløgu, sum bjóð-
ar tónleik frá teimum
ymsu býunum
MOSAIKK
Eyðun Klakstein
Klaksvík og fimm norður-
lendskir vinarbýir hava
gjørt eina fløgu við tón-
leiki, sum umboða teir seks
býirnar á ymsan hátt. Fløg-
an, sum kallast Mosaic, er
nú liðug, og hon bjóðar 18
skeringar við kórsangi og
symfoniskum tónleiki.
Tað var Jógvan við
Keldu, sum í 1997 kom við
hugskotinum til fløguna.
Hetta hendi á fundi millum
borgarstjórarnar úr teimum
seks vinarbýunum, og hug-
skotið fekk góða móttøku.
Tore Engstrøm úr Trónd-
heimi var settur at sam-
skipa útgávuna, og hann
hevur staðið fyri at savna
tónleikin frá teimum seks
býnunum. Umframt Klaks-
vík er talan um Kópavág,
Odense, Norrkøping, Tam-
pere og Tróndheim.
Fyri Klaksvík arbeiddi
Dávur Winther við útgáv-
uni.
Gott støðið
– Útgávan hevur verið stór-
arbeiði hjá samskiparanum,
men hann er komin sera
væl frá uppgávuni, sigur
Jógvan við Keldu, sum nú
kann fegnast um, at hug-
skotið er vorðið veruleiki.
– Á fløguni luttaka bæði
amatørar og professionell,
og samanlagt liggur støðið
á rættiliga høgum støði,
heldur Jógvan við Keldu.
Klaksvík er umboðað við
Frændum og 17 sangarum.
Frændur syngja og spæla
»Hvítar flykrur« saman við
Føroya
Symfoniorkestri,
meðan 17 sangarar syngja
»Juni«, sum Hans Jacob
Glerfoss yrkti og Knút
Olsen gjørdi lag til.
Harafturat syngja 17
sangarar saman við solist-
um úr Kópavági eisini
sangin »Lítla flugan«.
– Tónlistin og sangur er
helst tað, sum sjóðar fólk
einamest saman, og tí helt
eg, at tað var eitt gott hug-
skot við hesi fløguni, sigur
Jógvan við Keldu.
Fløgan er ætlað sum
gávulutur og fæst í fyrstu
syftu ikki sum søluvøra.
Bretsku hjúnini,
sum vóru strandað
í Klaksvík í tvær
vikur, fóru um
vikuskiftið avstað.
Leiðin var løgd
heim til Onglands
ÓHAPP
Eyðun Klakstein
Leygardagin fór lítla
seglskipið Fyne Spirit úr
Klaksvík, har tað lá í
meira enn tvær vikur,
eftir at skipið hevði
fingið skaða í illveðri í
ein útnyðring úr Føroy-
um.
Graham
og
Anne
Evans, sum sigla við
skipinum, vóru á veg úr
Íslandi og heim til Ong-
lands, tá tey komu í ringt
veður einar 100 fjórð-
ingar úr Føroyum.
Báðir bummarnir til
seglini brotnaðu, og so
noyddust tey at fylgja
rákinum og endaðu í
Klaksvík, har tey eisini
vóru, áðrenn leiðin varð
løgd til Íslands.
Tey noyddust at bíða
eftir,
at
bummarnir
skuldu koma til Føroya,
og tað tók nakað av tíð.
Bummarnir
Leygardagin komu teir
serligu bummarnir úr
Onglandi við farma-
skipi, og tá bummarnir
vóru komnir upp, legði
Fyne Spirit úr Klaksvík.
Graham
og
Anne
Evans leggja nú leiðina
heim til Plymouth, har
tey fara at arbeiða í nak-
rar mánaðir, áðrenn tey
leggja leiðina suðureftir.
Ætlanin var á ferðini
norðureftir eisini at vitja
Noreg, men tann partur-
in av ferðini er sligin av.
Fyri framman er ein
long ferð til Falklands-
oyggjarnar, New Zea-
land, Suðurafrika og
onnur lond. Á ferðini
ætla tey bæði at steðga á
fyri at arbeiða.
Fólkatalið í Vágum økist
Lutvíst størsti fólkavøksturin
frá januar til juli var í
Vágoynni, og spurningurin
er um tað hevur nakað
tilknýti til undirsjóvar-
tunnilin, sum er í gerð
Hava sett
kósina heim
Leygardagin fóru Graham og Anne Evans úr Klaksvík,
eftir at tey høvdu bíðað eftir nýggjum bummum til seglini
í tvær vikur
Vinarbýir hava gjørt fløgu
– Tónlistin og sangur er helst
tað, sum sjóðar fólk einamest
saman, og tí helt eg, at tað var
eitt gott hugskot við hesi
fløguni,
sigur Jógvan við
Keldu
Alt ov fáir tímar eru
játtaðir til serligan
tørv í skúlaárinum,
sum júst er byrjað.
- At føla, at man sum
lærari ikki megnar at
geva øllum í flokkin-
um eina góða undir-
vísing, er ógvuliga
svárt. Eg síggi í eyg-
unum á hvørjum
næmingi, ikki minst
teim veiku, eitt neyð-
arróp um hjálp, sigur
Paulina Poulsen, lær-
ari
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Nógvir næmingar við ser-
ligum tørvi, antin teir eru
menningartarnaðir, rørslu-
tarnaðir ella hava eitthvørt
annað brek ella tørv sum
ger, at teimum tørvar ser-
ligan stuðul í skúlanum, fáa
ongan ella lítlan og ongan
stuðul í hesum skúla-
árinum. Í ár hevur Ser-
námsdepilin vegna allar
skúlarnar í Føroyum søkt
Mentamálastýrið um gott
og væl 2500 tímar. Tá ið
avtornaði fekk Sernáms-
depilin slakar 1200 tímar at
luta út og hetta er nøku-
lunda sama tal sum í fjør. Í
viðtali í summar segði
Hans Eli Dahl, virkandi
stjóri á Sernámsdeplinum,
at allar umsóknirnar um
tímar til serligan tørv vóru
væl grundaðar og rímiligar,
men stovnurin varð noydd-
ur at lúka burturúr.
- Eingin skúli hevur fing-
ið tað sum søkt er um. Onk-
ur skúli hevur bara fingið
ein triðing, segði hann.
Ein skúli, sum hevur
fingið væl minni, enn søkt
varð um, er størsti skúlin í
landinum,
Eysturskúlin.
Talið á tímum til serligan
tørv er nøkulunda tað sama
sum seinasta skúlaár, men í
ár eru nógv fleiri næmingar
á skúlanum - ein heilur
flokkur afturat í mun til
seinasta skúlaár. Skúlin
søkti um 121 tímar, men
fekk bara 38. At næmingar,
sum hava serligan tørv á
stuðli og hjálp í undirvís-
ingini, onga fáa, ger upp-
gávuna
hjá
lærarunum
ógvuliga trupla - fyri ikki at
siga ómøguliga.
- Nýggja fólkaskúlalógin
leggur upp til nógv ymiskt,
sum krevur nógv av hvørj-
um næmingi sær. Men sum
lærari ber ikki til at lúka tey
krøv, sum lógin ásetur, tá ið
tveir-tríggir næmingar við
serligum tørvi eru í flokk-
inum og onga hjálp fáa.
Hesir næmingarnir krevja
veruliga, at ein lærari situr
hjá teimum stóran part av
tíðini og hjálpir teimum.
Neyðarróp
Eysturskúlin hevur saman
við foreldrum at børnum
við serligum tørvi roynt at
tosa við avvarðandi mynd-
ugleikar, tað vil siga Ser-
námsdepilin og Menta-
málastýrið, fyri at fáa fleiri
tímar játtaðar til hesi børn-
ini, sum hava eins góðan
rætt til eina góða skúla-
gongd eins og øll onnur.
Svarið tey hava fingið er, at
eingir pengar eru til taks til
endamálið.
- Tá ið støðan er soleiðis,
ber ikki til sum lærari at
geva næmingunum ta und-
irvísing, teir hava krav á,
hvørki teim sterku ella teim
veiku næmingunum. Eg
leggi ógvuliga stóran dent
á, at næmingarnir sosialt
hava tað gott við hvønn
annan og saman. Men at
føla, at man sum lærari
annars ikki megnar at geva
øllum í flokkinum tað tey
eiga at fáa fakliga, er sera
svárt. Hetta er hart, tí eg
síggi í eygunum á hvørjum
næmingi, ikki minst teim
veiku, eitt neyðarróp um
hjálp. Sum nýmótans lærari
havi eg ein brennandi hug
at
geva
alt
eg
orki,
avbjóðingarnar eru nógvar
og spennandi, og teir flestu
næmingarnir vilja sjálvandi
alla tíðina frameftir. Veiku
næmingarnir hava akkurát
líka góðan rætt til skúla-
gongd sum onnur. Teir
skulu ikki gerast til synda-
bukkar, tí myndugleikarnir
ikki geva skúlunum nóg
góðar umstøður at virka,
sigur Paulina Poulsen.
Paulina Poulsen setur
spurnartekin við, um skúlin
er fyri øll, tá ið hann frá
myndugleikunum ikki fær
neyðugu orkuna til at veita
øllum næmingum eina lík-
inda skúlagongd.
- Sosialt hevur tað ógvu-
liga stóran týdning, at
næmingar við breki ganga í
fólkaskúlanum. Tað er í
grundini gott fyri øll. Men
hvørki fysisku karmarnir,
tilfar ella orka sum heild
eru til staðar. Tað, sum
undrar ikki sørt er, at
nógvir næmingar, sum hava
serligan tørv, fáa góðan
stuðul
aftaná
skúlatíð.
Hendan
stuðulin
veitir
Almannastovan.
- Tað sigur seg sjálvt, at
hesum næmingum eisini
tørvar stuðul í skúlanum, tí
tá eru teir saman við
nógvum øðrum børnum, og
skulu virka í skúlahøpi,
sigur Paulina Poulsen.
Tað eru tvey ár síðani
Paulina Poulsen byrjaði
sum lærari á Eysturskúlan-
um.
- Tað er einki annað eg
heldur vil enn arbeiða sum
lærari. Lærarayrkið er mítt
lívsstarv. Eru umstøðurnar
góðar, er lærarastarvið tað
besta starvið sum er til. Tað
er eitt lívsjáttandi og gev-
andi starv at undirvísa og
hava við børn at gera. Men
sum umstøðurnar eru nú,
føli eg bara vónloysi. Tað er
nógv minni hugaligt at vera
lærari nú, ráðaloysið mill-
um lærarar er stórt og tú
sært tað allastaðni. Og at
skúlaleiðslur og lærarar
ikki í nógv størri mun gera
vart við vánaligu støðuna í
fólkaskúlanum í dag, ger
ráðaloysið millum lærarar
størri, sigur Paulina Poul-
sen, sum umhugsar um hon
skal leita sær eftir einum
øðrum arbeiði.
Ráðaloysi og vónloysi millum lærarar
Børn, sum tørvar
stuðul í skúlanum,
eiga ongan góðan í
føroyska skúlaverkin-
um. - Vit kenna okk-
um sera einsamøll og
hjálparleys, sigur
mamma at menning-
artarnaðum barni
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Í vikuni, tá ið skúlarnir fóru
í summarfrí, fingu foreldur
hjá næmingum við serlig-
um tørvi, sum ganga í
Eysturskúlanum í Havn, at
vita, hvussu fáir tímar
skúlin hevði fingið tillutað
til
hesar
næmingarnar.
Skúlin hevði søkt um 121
tímar, men bara 38 tímar
vóru játtaðir. Foreldrini
høvdu fund um málið beint
sum boðini bórust og undir-
skrivaðu eina átalu, sum
varð send landsstýrismann-
inum í mentamálum. Tey
hava síðani einki frætt úr
Mentamálastýrinum.
Foreldrini átala, at játt-
anin til undirvísing vegna
serligan tørv er skorin so
nógv niður, at undirvísing-
in, sum frammanundan ikki
var nøktandi, í skúlaárinum
2001/2002 er minkað við
meiri enn eini helvt. Skal
tað vakra endamálið, at
skúlin skal vera fyri øll
hava nakra meining, má
hetta fáast í rættlag sum
skjótast, siga tey.
- Fakliga klára børn við
serligum tørvi als ikki at
fylgja við, tá ið tey onga
eyka hjálp fáa í skúlanum.
Tá ið fleiri børn við serlig-
um tørvi eru í einum flokki
og lítla og onga hjálp fáa, er
spurningurin um tíð, til
lærarin ikki orkar longur,
uttan mun til, hvussu eld-
hugaður viðkomandi er,
sigur mamma at menning-
artarnaðum barni. Hon vel-
ur at vera ónavngivin fyri at
verja barnið. Undanfarnu
ár hevur barn hennara fing-
ið stuðul í skúlanum fleiri
tímar um vikuna, okkurt
árið átta tímar. Hví eingin
stuðul er játtaður í ár, hevur
hon ikki fingið neyvari
frágreiðing um - uttan
hana, at eingir pengar eru.
- Barnið hjá mær spyr
enn eftir stuðlinum, tað
hevði í fjør. Eg havi ikki
torað at sagt, at stuðulin
ikki kemur aftur. Hóast mítt
barn elskar at ganga í skúla
og stórtrívist í flokkinum,
er tað ógvuliga hugstoytt, at
eingin stuðul er. Hetta oyði-
leggur allan flokkin og eg
hugsi eisini nógv um hinar
næmingarnar,
sigur
mamman.
Eyðsæð loysir tað ongar
trupulleikar ikki at veita
børnum við serligum tørvi,
hjálp í skúlanum.
- Eg eri sannførd um, at
tað er dýrari fyri sam-
felagið einki at gera. Fáa
børn við serligum tørvi
góða hjálp í skúlanum,
kosta tey samfelagnum lít-
ið, tá ið tey gerast vaksin.
Øvugt kosta tey samfelag-
num nógv, um tey onga
hjálp fáa sum børn, sigur
mamman.
Stórt máttloysi
Á skrivstovuni hjá Javna
merkja tey hjálparloysið hjá
foreldrum at menningar-
tarnaðum børnum, sum
tørvar serliga hjálp í skúl-
anum.
- Trupulleikin er ovur-
honds stórur, og hann er
nógv størri í ár enn undan-
farnu ár. Skúlin er so ó-
metaliga
týdningarmikil
fyri okkara børn, men vit
síggja bara, hvussu lítið
hann verður raðfestur, sigur
Diana í Puntabyrgi, for-
kvinna í Javna.
Javni hevur verið í sam-
bandi við Sernámsdepilin,
sum tillutar stuðul til børn
við serligum tørvi.
- Nógv børn, sum hava
fingið stuðul undanfarnu
ár, hava mist stuðulin í ár.
Stuðul eigur ikki at verða
tikin frá børnum, tí onnur
børn tørvar stuðul. Øll, sum
ikki fáa, eru við sviðusoð,
og nógv fáa alt ov lítið.
Nógv foreldur hava víst á,
at børn teirra vóru í eini
menning, tí tey fingu
stuðul. Við ongum stuðli
steðgar øll menning, og tað
er sera harmiligt.
Javni arbeiðir miðvíst við
at varpa ljós á viðurskifti
hjá menningartarnaðum í
Føroyum, og hevur í sam-
bandi við vánaligu umstøð-
urnar í fólkaskúlanum í
hyggju at seta seg í sam-
band við landsstýrismannin
í mentamálum fyri at við-
gera trupulleikan.
- Vit eru ikki komin nógv
longri í dag í mun til fyri
tíggju árum síðani, tá ið
avgjørt varð, at fólkaskúlin
er fyri øll. Prinsippið er
gott, men skúlin er ikki
búgvin at taka ímóti øllum
næmingum.
Hugburðs-
broyting skal eisini til, tí
ikki allir lærarar halda, at
skúlin skal vera fyri øll,
sigur Diana í Puntabyrgi.
Foreldur átala
- Veiku næmingarnir hava akkurát líka góðan rætt til
skúlagongd sum onnur. Teir skulu ikki gerast til syndabukkar,
tí myndugleikarnir ikki geva skúlunum nóg góðar umstøður at
virka, sigur Paulina Poulsen, lærari á Eysturskúlanum.
Mynd: Álvur Haraldsen
- Skúlin er so ómetaliga týd-
ningarmikil fyri okkara børn,
men vit síggja bara, hvussu
lítið hann verður raðfestur,
sigur Diana í Puntabyrgi,
forkvinna í Javna
C
M
Y
K
11
10