Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 27. oktober 2008 15 viðmerking Í starvsvenjing Eg minnist aftur á árið 1998, tá ið eg var í starvs­ venjing hjá ”Holbæk fritids­ center” í Holbæk í Dan­ mark. Eg var sera yvirrask­ aður av, at børnini í frítíðar­ skúlanum, longu í 1998, vóru von við at skilja rusk. Børnini høvdu ikki loyvi til at hava breyðið í mat­ pakkanum innpakkað við silvurpappír. Eg visti ikki nakað um grønan politikk Eg fór at undrast hví hetta var soleiðis. Tí grønur politikkur var fullkomliga ókendur fyri meg sum føroyingur. Eg var vitandi um umhvørvi og vanda fyri tí ringa, um tú dálkar ov nógv. Men ein grønan politikk innan dagstovnar, kendi eg einki til. Holbæk hevur ein góðan grønan politikk Jú, eg spurdi mín vegleið­ ara, og hon svaraði mær, at Holbæk kommuna hevði ein fastan politikk á økinum og tað var galdandi fyri all­ ar stovnar hjá kommununi. Børnini lærdu meg Starvsfólkini høvdu til uppgávu at læra børnini at; skilja rusk, eta grønt, spara upp á hita, spara upp á rav­ magn og spara upp á vatn osv. Eisini var endurnýsla, av pappíri og mjólkapakk­ um inni í mynduni. Eg var sera bilsin, men eg vandi meg skjótt við tankan og gjørdi tað sama sum hini starvsfólkini. Um eg var í iva, søgdu børnini mær frá, hvussu ið eg skuldi skilja rusk? Gulrótin var grønasti stovnur Eg var sera yvirraskaður, hvussu væl øll starvsfólk vóru greið yvir henda polit­ iska boðskap frá Holbæk kommunu. Gulrótin var, at hvørt ár fekk grønasti stovnur hjá Holbæk komm­ unu eitt heiðursbræv og gávu. Uppá hvør hevði megnað uppgávuna best og grønast. Ein partur av námsætlan Í hesum frítíðarskúla, har eg var í starvsvenjing, har høvdu tey tilskiljað henda politikk inn í teirra náms­ ætlan fyri stovnin. Hetta var ein partur av teirra náms­ frøðiligu ætlan, at læra børn­ ini um grønan politikk. Men hetta var eftir tí fasta og góða politikkinum hjá Holbæk kommunu. Hygg á heimasíðuna hjá Holbæk kommunu Sí annars á heimasíðuni hjá ”Holbæk kommune” Endurgeving av link. http:// www.holbaeknettet.dk/site. aspx?RoomId=8&NewsId =6133&MenuId=18&langr ef=1&SplashId=114 Umhvørvisvikan Ja, vit hava nógv at læra her hjá Tórshavnar komm­ unu. Men eg veit, at Hoyvíkar skúli hevur ein góðan grønan politikk, har tey m. a. hava ”Umhvørvis­ viku” sum eisini er ein partur av politikkinum hjá Tórshavnar kommunu. Vit skulu hava ein meira sjónligari politikk á økinum Vit skulu hava ein meira sjónligan grønan politikk á økinum. Har vit í tí dagliga hugsa grønt, ikki bert í eina viku. Nei, hetta skal vera ein fastur politikkur hjá Tórhavnar kommunu. Har skúlar og stovnar generelt eru meira tilvitað um hetta grøna økið. Lat okkum hugsa grønt Ja, lat okkum hugsa grønt, nú allir dagstovnar hjá Tórs­ havnar kommunu skulu/eru í gongd við at gera náms­ ætlanir fyri dagstovna øki. Vel Levi Mørk, eg hugsi eisini grønt. Grønur politikkur er eisini reyður tráðurin hjá dagstovnum og skúlum Levi Mørk Eftir at Edmund Joensen hevur lagt fram úrslitið av fundi við ES-kommi- serin fyri víðkan av Europasamveldinum, er greitt, at hetta er rætta leiðin at ganga. Týdning- armesta undantakið fyri Føroyar er fiskivinnu- politikkurin, og nú tykist vera greitt, at her man bera til at fáa undantak. Sjálvandi royna aðrir politiskir flokkar – og stundum eisini fjølmiðlar – at grugga boðskapin, men hetta verður nokk tíverri altíð ein partur av politiska veruleikanum Greiður boðskapur Ábendingarnar frá ES­ kommiserinum eru greið­ ur: “ES ynskir at fáa lond­ ini fyri norðan, tvs. Ísland, Norra og Føroyar, inn í felagsskapin, og tí kann hugsast at Føroyar kunnu fáa góðar sømdir í upp­ tøkusamráðingum.” Sjálvandi kann ein komm­ iserur ikki geva lyfti ella bindandi tilsøgnir um sømd­ irnar, men hann kann koma við ábendingum, soleiðis at farast kann aftur til bakland­ ið og soleiðis at eitt sakligt kjak kann taka seg upp. Hetta er júst tað, ið Edmund Joensen hevur tryggjað sær frá kommiser­ inum. Tað er at fagnast um, tí hetta er stimbur til kjakið um føroyskan europapoli­ tikk, sum í løtuni fokuserar einoygt uppá EFTA­ limaskap. Undantøk fyri fiskivinnupolitikkin Týdningarmesta undantak­ ið fyri Føroyar er sjálvsagt fiskivinnupolitikkurin. Tað hevur verið ført fram ferð eftir ferð, at tað ikki er gjørligt fyri Føroyar at fáa undantak fyri fiskivinnu­ politikkinum, men júst henda mytan er nú manað í jørðina. ES­kommiserurin gevur ábending um, at tað er sannlíkt, at ES er sinnað at lata Føroyum undantak á hesum økinum. Hetta er ein sera týðandi upplýsing at fáa frá ES, sum kollvelt­ ur allan søguligan kritikk móti, at Føroyar gerast partur av ES. Um gjørligt er at fáa undantak fyri fiskivinnu­ politikkinum – hvat er so í vegin fyri at gerast partur av ES? Væl fyriskipaður fundur Ført hevur verið fram, at talan var einans um túnatos – kaffiprát – korridorsnakk – og ikki um nakran veru­ ligan fund. Hetta er bein­ leiðis ósatt! Talan var sjálvsagt um óformligan fund, tí tað er jú einans landsstýrið, ið kann hava formligar fundir við samráðingum við ein mótpart av hesum slag. Men ein óformligur fundur er als ikki tað sama sum túnatos! Fundurin var fyriskipað­ ur gjøgnum formligu ambasadu­kanalirnar, ið vit hava atgongd til, gjøgnum ríkið. Dagsskráin fyri fund­ in, við spurningum til kommiserin, var væl og virðiliga avtalað framman­ undan, so kommiserurin hevði fyrireikað seg væl og virðiliga fyri at kunna svara spurningunum. At kritisera fólkatingsmannin fyri undirgravandi virksemi er ósømiligt. Tvørturímóti hevur hann greitt hildið seg til formligar kanalir á diplomatiskum stigi. Ótrúliga stórir fyrimunir Fyrimunirnir fyri Føroyar og føroyska vinnulívið eru eyðsýndir. Møguleikarnir fyri nýggjum útflutningi, at skapa vørumenning, at styrkja mentanina, at menna landið eru munandi betri við einum ES­lima­ skapi enn tá vit eru uttan fyri ES. Í mong ár hevur vinnu­ lívið merkt sviðan av at standa uttan fyri felags­ skapin. Vit hava verið noydd til at innrætta okk­ um eftir lógum og direktiv­ um úr ES – stutt sagt: Vit hava fingið vansarnar men ikki fyrimunirnar. Nú stendur hurðin endi­ liga opin fyri, at vit kunnu fara eftir fyrimununum! Kostnaðurin av ES­ limaskapi er, at vit skulu opna okkara dyr á sama hátt sum ES. Hetta merkir í stuttum, at vit skulu halda áfram við somu avtalum við ES, sum vit longu hava. Ein broyting vil tó vera, at tá t.d. almenn arbeiðir verða boðin út, skulu tey bjóðast út í øllum ES, eins og vit eisini fáa rætt til at bjóða uppá øll almenn arbeiðir í ES. Hetta er ein ógvuliga avmarkaður kostnaður, tá man sær allar fyrimunirnar fyri sær – hetta er jú okkara suverent størsti marknaður og ein sera ríkur marknaður at fáa atgongd til. ES-leiðin tykist greið Eftir at nýggju upplýsingar­ nir eru komnir á borðið tykist ES­leiðin greið. Hetta er rætta leiðin at ganga. Tað kundi verið áhuga­ vert at hoyrt frá vinnulívi­ num, um hvørji sjónarmið vinnan hevur uppá nýggju áhugaverdu upplýsingar­ nar, sum nú eru komnir á borðið. Føroyar eiga at royna ES-leiðina Magni Laksáfoss Bert ein lítil viðmerking til lesarabræv hjá Elin Lindenskov, í Sosialinum 24.­26/10­2008. Elin sigur í brævi sínum, at tað er sera umráðandi, at vit røkja og menna Bussleiðina og at hon røkkur út til allar borgarar í kommununi. Jú, jú, tað eru vit samd um, men eitt øki, sum Bussleiðin ikki røkkur, eru borgararnir ið búgva á Argjaboða. Um vit skulu gera brúk av Bussleiðini, skulu vit ganga heim til skúlan á Argjum og er hettar umleið 1 km. Gott hevði verið, um tað gloymda økið á Argjaboða eisini varð tikið við. Bussleiðin Argjaboðagøta 36 Argir esther Joensen At økja skuldina frá 0 kr. til 250 mió.kr eftir fimm árum sigur nógv um ábyrgdarkensluna hjá sitandi meirilutaa. Um verandi meiriluti framhaldandi kemur at ráða í Tórshavnar Býráð, kemur kommunan at skylda 250 mió. kr. í 2014. Seinatu fýra árini er rakst­ urin øktur við 186 mió. kr., úr 312 mió. kr til 498 mió. kr. Ein óhoyrd øking upp á yvir 60%. Harav er sjálv fyrisitingin økt við ikki minni enn 23 mió.kr. Í rundum tølum er inn­ tøkan hjá kommununi 600 mió. kr. og raksturin 500 mió. kr. so eftir eru 100 mió. kr. til íløgur. Nú ein raðfesting av íløgunum komandi árini endiliga er komin, er ætlanin at gera íløgur fyri 130 mió. kr. pr. ár. komandi fimm árini. Tað vil geva eitt hall uppá 150 mió. kr. Hetta hallið má antin fíggjast við lántøku, ella við at hækka skattin. Verandi fíggjarætlan byggir upp á eina lántøku á 100 mió. kr, so tilsamans kemur komm­ unan at skylda 250 mió. kr í 2014. Óneyðugt er at minna á, at tá verandi sam­ gonga tók við, var øll skuld niðurgoldin. Omanfyri standandi er enn eitt prógv fyri, at Javn­ aðar­ og Tjóveldisflokkurin eru farnir ótrúliga lætt um skattaborgarans pening. Um tú vilt, at skil aftur kemur á kommununa, so er at velja Fólkaflokkin, lista A, tann 11. november. Fólkaflokkurin er garant­ urin fyri at skatturin ikki hækkar, og vit borga fyri betri fíggjarligum skili. Í 2014 skyldar Kommunan 250 mió. kr. býráðslimur Jan Christiansen Lesið - so eru tit við