mánadagur 27. oktober 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 206 - 27. oktober 2008
- Í fjórða flokki breyt
sjúkan út, segði
mamman. Nú eru góð
trý ár liðin, og eingin
verulig viðgerð er enn
komin í lag. Tey hava
verið í samband við
psykiatriska depilin á
Landssjúkrahúsinum,
men besta viðgerðin,
ið stendur í boði, kem-
ur av og á til Føroya úr
Danmark
Upplivingar
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Í nærum hálvttriðja ár hevur
viðgerðin staðið á, men enn
er ikki rættiliga staðfest hvør
sjúkan er. Skúlin setti seg ein
dag í samband við mammuna,
Marionnu, tí lærararnir ikki
dugdu at handfara barnið.
Talan var um eina angist ella
eitt panikk-anfall, ið lærarar-
nir ikki vóru vanir við at
síggja. Eftir hetta gjørdist
sonurin verri og verri at fáast
við, hann vildi ikki í skúla,
misti áhuga, og var als ikki
førur fyri at taka við læru.
Hetta hevði við sær, at hann
mátti vera verandi heima.
Hetta var fyri góðum trimum
árum síðan.
Foreldrini hava skiftst um
at vera sjúkrameldað saman
við Jónasi, fyrst mamman í
hálvt ár, síðan pápin í níggju
mánaðar, og hesuferð hevur
mamman verið hjá honum
síðan ársbyrjan og verður
verandi árið út. Men um
Jónas sleppur niður til við-
gerð, sum bara bíðað verður
eftir, má sjúkrameldingin
hjá mammuni leingjast.
Viðgerð
Tá hendan broytingin hendi,
fyri trimum árum síðan, varð
avgjørt at senda barnið til sál-
arfrøðing. Sálarfrøðingurin
sá trupulleikan, men ein
meira serkønur barnasálar-
frøðingur mátti til. Eingin
slíkur er í Føroyum, so boð
máttu sendast til Danmarkar.
Neyðugt er við einum
barna- og ungdómssálarfrøð-
ingi til nógv mál, eisini í Før-
oyum. Tí hevur Landssjúkra-
húsið samstarv við danskar
sálarfrøðingar. Hesir vitja í
Føroyum umleið sjey vikur
árliga, býtt á nøkur tíðar-
skeið. Jónas var í viðgerð hjá
einum donskum serfrøðingi,
greiddi mamman frá og læt
væl at viðgerðini. Men nú
eru næstan tríggir mánaðar
lidnir síðan seinast, og einki
hevur verið at hoyrt enn.
Sjúkan
Tað hevur verið rættiliga
greitt, at talan er um eina
depressiva sjúku ella um
ein serstakan tørv á at verða
sæddur. Sálarfrøðingar og
danski læknin hava vitað av
hesum, men júst hvør sjúk-
an er, er ikki vist enn. Jónas
hevur roynt ymsan heilivág,
men tað er sera torført, tá
tað ikki er greitt, júst hvør
trupulleikin er.
Sum tíðin er ligin, og
eingin endalig hjálp er fing-
in, hevur hann mist nógva
undirvísing. Ikki ber til at
fara í skúla, so nakrir heima-
lærarar hava roynt seg, men
alt uttan úrslit. Eisini hevur
hann móttikið serundir-
vísing, men so at siga einki
er komið burturúr har, tí
hann hevur tað ikki gott.
Læknarnir hava ráðgivið, at
sera týdningarmikið er, at
barnið ikki verður trýst, tí
tað kann gera alt verri.
Sálarfrøðingar í Føroyum
hava gjørt sítt, men tað hev-
ur ikki eydnast at koma
nærri at sjúkuni, uttan við
hjálp frá danska serfrøðing-
inum. Sjálv hevði Marianna
verið á Alheims sálarheilsu-
degnum, ið var hildin í
Havn, fyri stuttum. Har hev-
ur hon roynt at savna sær
tilfar, ið kann læra hana um
sjúkuna, men tað er torført
uttan serkunnleika.
Familjan
- Ein slíkur trupulleiki rakar
alla familjuna, segði mamm-
an
tunglynt.
Fíggjarliga
klárar familjan seg verri, tá
annað av foreldrunum má
vera við hús, og hini børnini
mugu finna seg í, at eitt
hevur ein serligan tørv.
Av og á sleppur hann á
eitt heim fyri børn, ið stríð-
ast við sálarsjúkur, men
hetta er heldur ikki tað
rætta. Stórur munur er á
sálarsjúkum, og hesi heim-
ini eru heldur ikki tað rætta
fyri hann. Hesi árini, ið
Jónas hevur verið staðfestur
sjúkur, hava foreldrini ein-
ans verið avlastað eitt viku-
skifti. Tað vóru beinleiðis
boð frá danska serfrøðingin-
um, ið vóru sett í verk.
Psykiatriski depilin
Viðgerðin er fyri tað mesta
farin fram á psykiatriska
deplinum á Landssjúkra-
húsinum, har tey hava verið
væl móttikin. Men tann
hjálp, ið tey kunnu veita, er
ikki nóg mikið.
– Hvørja ferð vit koma
har, so siga tey, at tey týði-
liga síggja at hann er sjúkur,
men einki meira hendir,
greiddi hon frá.
– Hevði hann verið vaksin,
so hevði tað ikki verið nakar
trupulleiki at fingið hann
innlagdan í Føroyum. – Ov
vánaligt skil, endurtók hon
fyri sær sjálvari, við einum
frustreraðum eygnabráði.
Hon hevur nú í trý ár vón-
að at koma til eina loysn,
men einki er hent. Hon hev-
ur bara fingið eyguni upp
fyri eini skipan, sum ikki
riggar.
Óvirkin skipan
Hóast tey eru væl móttikin
alla staðni og hava fingið
so frægt av hjálp, vantar
enn nógv í, at skipanin skal
vera nøktandi. Tað hevði
bøtt nógv, um núverandi
skipan var gjørd soleiðis, at
donsku læknarnir vitjaðu
oftari. Men best hevði ver-
ið, um ein føroyskur barna-
og ungdómssálarfrøðingur
var til føroysk mál.
Somuleiðis ynsktir hon, at
Landssjúkrahúsið
gjørdi
nakað við at fylgja við gongd-
ini hjá barninum. Kannað,
hvussu gongur við heilivágin-
um og øðrum viðurskiftum.
Bíðitíðin
Í hesum døgum gongur fam-
iljan bara og bíðar. Bíðitíðin
at sleppa inn á donsku sjúkra-
húsini fyri sálarsjúk er long,
tí alt er ein samlað skipan
fyri kongaríkið. Danski ser-
frøðingurin, ið hevur havt
Jónas undir hond, metti tað
verða neyðugt at senda hann
niður fyri at staðfesta nágrei-
niligu sjúkuna, og hareftir
kunna viðgera hana rætt.
Ein stórur trupulleiki í
Danmark er, at har er tørv-
urin á sálarhjálp eisini ovur-
hondsstórur, men familjan
vónar tað besta. Tey vóna
bara, at hjálpin er í framtíð-
ini, men mamman segði, at
tað er ótolandi at bíða, uttan
at hava nakað at fyrihalda
seg til.
Sum slept uppá fjall
Angist og depressión
eru tær sjúkur, ið flest
eru rakt av. Ofta verða
tær viðgjørdar við
heilivági, men til tíðir
skal meira til.
Modellmynd:
Jens Kristian Vang
Í greinini eru nøvn, støð, aldrar og aðrar slíkar upplýsningar broyttir; tí keldan ynskir at vera dulnevnd