mánadagur 27. oktober 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 206 - 27. oktober 2008
Tórmóður Stórá er
depilsleiðari á psyki
atriska deplinum á
Landssjúkrahúsinum.
Tørvurin á hjálp til
sálarsjúk børn er
ovurhondsstórur í
Føroyum. Men mangl
andi fígging og starvs
fólk, krevja at hjálpin
kemur uttanífrá
UmstøðUr
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
- Umstøðurnar hjá vaksnum,
við sálarsjúku eru betri enn
tær hjá børnum, nógv betur,
segði Tórmóður Stórá. Støð-
an er tann, at eingin barna-
og ungdómssálarfrøðingur
arbeiðir í Føroyum, so eing-
in hjálp er til børn. Men
orsakað av tí, at tørvurin er
so stórur, hevur Landssjúkra-
húsið síðan 2002 skipað fyri
einum samstarvi við danskar
læknar.
Høvuðsuppgávan
hjá hesum er at finna fram
til nágreiniligu sjúkuna, ið
barnið er rakt av.
Hjálpin, ið er at heinta úr
Føroyum, kemur frá einum
barnapsykiatriskum toymi,
sum er sett saman av tveim-
um sjúkrarøktarfrøðingum,
einum sálarfrøðingi, einum
lækna og einum tónleika-
terapeuti. Uppgávan hjá
hesum er at taka hond um
føroyskar
sjúklingar
og
veita stuðul. Toymið er ikki
fullfíggjað enn, legði hann
afturat. Men tað, ið veruliga
tørvur er á, er á einum sálar-
frøðingi, sum tekur sær av
teimum, ið eru undir 18 ár,
tí munurin á barna og
vaksnamannasálarfrøði er
sera stórur.
Viðgerð úr Danmark
Serfrøðingarnir vitja í Før-
oyum í umleið sjey vikur
árliga. Hesa tíðina mugu so
øll tey børn og ung, ið eru
rakt av somikið álvarsamari
sálarsjúku til viðgerð. Tað
ber illa til at seta seg í sam-
band við læknan uttanfyri
hesar sjey vikur, tí viðgerðin
er kostnaðarmikil. Lands-
sjúkrahúsið rindar fyri vitj-
unartíðina, men um neyðugt
er at ringja ella á annan hátt
seta seg í samband við lækn-
an, má gjaldast fyri eykatíð.
Tískil fáa tey, ið eru í við-
gerð ikki møguleika fyri
hesum, uttan so at talan er
um serstøk føri.
Landssjúkrahúsið er eisini
í samstarvi við Bispebjerg,
sum er eitt av teimum
fremstu sjúkrahúsinum í
Danmark, tá tosað verður
um sálarsjúku. Her verða
fólk send til intensiva við-
gerð og fáa bestu møguligu
hjálpina. Fá verða send hag-
ar, men neyðugt er við tí, til
tíðir. Er talan um sjálvmorðs-
hóttanir og destruktivar sálar-
sjúkur er neyðugt við bein-
leiðis átreingjandi viðgerð.
Tá tað verður staðfest, at
tað er neyðugt at fara niður
at fáa hjálp, má man í eina
bíðirøð. Orsakað av stóra
tørvinum, er bíðirøðin oft-
ast millum tríggjar og seks
mánaðir. Sjálvandi alt eftir
hvussu álvarsom sjúkan er.
Lukkaða deild
Til ber eisini at vera inn-
lagdur í Føroyum, á sokall-
aðu »lukkaðu deild«. Mest
vaksin eru har, men til ber
eisini hjá børnum og ungum
at koma í viðgerð. Men upp-
býtingin er sera vánalig har,
viðgekk Tórmóður Stórá. Í
2007 vóru 15 børn og ung
undir 18 ár løgd inn har í
sera ymisk tíðarskeið.
Veruliga er tørvur á eini
viðgerðarstøð fyri børn og
ung.
– Í Føroyum kunnu vit í
flestu førum finna fram til,
hvør sjúkan er, men ikki
veita hjálp, segði hann.
Nógv kann gerast ambulant
við heilivági, men hetta er
ikki altíð rætta loysnin.
- Eisini hevði verið ynski-
ligt við einum staði, ið
hevði virkað sum millumlið
millum at verða innlagdur
og at vera aftur í gerandis-
degnum; munurin er øgi-
ligur, segði hann frá. Tí
hevði ein stovnur, ið hevði
tikið sær av teimum veiku,
verið eitt stórt framstig.
Aðrir møguleikar
Verður
barnið
staðfest
sjúkt, verður ein viðgerðar-
háttur skotin upp. Hesum
stendur barnapsykiatriska
toymið fyri. Síðan eiga tey
avvarðandi næsta leikin at
taka støðu til, hvat hendir.
Í Føroyum eru eisini tvey
heim, ið taka børn inn. Men
heimini eru ikki fyri sjúk
børn, men fyri tey, har for-
eldrini eru óegnaði. Fyrr
vóru hesi heim, Slóðin og
Rókin rikin av Almannastov-
uni, men síðan tey vórðu
løgd inn til kommunurnar,
eru færri og færri børn har.
Tórmóður Stórá metti, at
hetta mundi vera, tí krøvini
vóru herd, orsakað av meira
avmarkaðari fígging.
Hóast tørvurin er har,
metti hann tørvin ikki vera
nóg stóran, til, at neyðugt er
við eini heilari seingjardeild
til børn. Men eitt stórt fram-
stig hevði verið at fingið
eina betri uppbýting, so
børn við sálarsjúkum kundu
verið fyri sjálvan, á deildini.
Tað besta hevði tó verið at
fingið ein føroyskan barna-
og ungdómssálarfrøðing.
Børn verri kor enn vaksin
Samgonguskjalið
sigur um psykiatri:
»Menningin av sosialpsykiatriini skal halda fram við at
útvega fleiri bústaðar- og virknistilboð til sinnisveik.
Økispsykiatriin skal verða útbygd, m.a. við økisdeplum
kring landið. Barna- og ungdómspsykiatriin skal verða
styrkt, m.a. við denti á fyribyrging og leiklutin hjá av-
varandi. Sálarsjúklingar skulu varðveita pensjónina eisini
eftir 6 mánaða innlegging á Psykiatriska deplinum.
Nýggj psykiatrilóg skal verða samtykt og sett í verk.«
Tórmóður Stórá, leiðari á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, legði ikki lok á, at viðurskiftini hjá sálarsjúkum ikki eru nóg góð í Føroyum.
Mynd: Jens Kristian Vang