mánadagur 27. oktober 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 206 - 27. oktober 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Týsdagin
28.
oktober
verður Theodor Thomassen
í Sørvági 100 ár.
Tá ið man hevur livað eitt
so langt lív, so hevur man
eisini roynt eitt sindur av
hvørjum. Abbi fór til skips
sum 14 ára gamal og sigldi
í nøkur ár sum dekkari,
áðrenn hann tók prógv sum
motorpassari. Hann sigldi
síðani sum motorpassari í
eina tíð. Nøkur ár seinni
keypti hann sær ein deksbát
og fór at rógva út.
Abbi fekst eisini við at
stoypa hús, og hevur hann
stoypt nógv hús í Sørvági. Í
1955 byrjaði abbi at handla
í kjallaranum hjá sær sjálv
um, og í 1968 bygdi hann
ein nýggjan handil. Hendan
handilin hevði hann í nógv
ár, til tann elsti sonurin tók
yvir.
Abbi giftist við Nenceu
og tey fingu fimm gentur
og fimm dreingir.
Útróðrinum hevur abbi
ongantíð slept. So seint
sum í fjørsummar var hann
fleiri dagar á floti, bæði
einsamallur og eisini saman
við synunum og abbasynun
um. Eg var eisini á floti við
abba norðuri á Mykines
fjørðinum í fjør, og tað var
stuttligt at síggja, hvussu
væl tað lá fyri hjá honum at
fiska.
Tað gekk skjótt fyri seg
at syfta toskarnar inn um
lúnningina. Ein skuldi ikki
trú, at hetta var ein knapt
100 ára gamal maður, sum
stóð har og fiskaði. Tað eru
fleiri ár síðani at hann kom
í føroysku metbókina sum
elsti útróðrarmaður í Før
oyum.
Hesi seinnu árini er
sjónin farin at bila, soleiðis
at nú er liðugt við at rógva
út. Báturin er seldur og fór
av bygdini nakrar fáar dagar
áðrenn 100 ára føðingar
dagin. Annars er abbi púra
klárur og fylgir væl við
øllum sum gongur fyri seg í
samfelagnum.
Abbi hevur eisini ein el
drivnan koyristól, soleiðis
at hann kann koyra út á kei
ina og fylgja við hvussu
gongur
við
útróðrinum.
Áhugin fyri fiskiskapinum
er framvegis til staðar. Um
hann ikki hevur verið úti á
keiini og fregnast um fiskar
íið, ja so ringir hann fyri at
vita, hvussu tað hevur
gingist.
Abbi bleiv einkjumaður
fyri 20 árum síðani, men
hóast henda høga aldur, so
býr hann framvegis heima
hjá sær sjálvum. Døturnar
plaga at geva honum døg
urða, meðan hann klárar
restina sjálvur.
Eg vil her frá Sicilia
ynskja tær hjartaliga til
lukku við tíð stóra degnum,
og vónandi fært tú ein góð
an føðingardag.
Heilsan Finn
Heilsan til abba á 100 ára degnum
Lena Anderssen, Guðrið
Hansdóttir, Annika Aakjær
(dk) og Strawberry Blonde
(dk) fara í hesi vikuni at
hava eina lítla Føroyatón
leikaferð, sum tær kalla
Women Up North.
Women Up North er eitt
samstarv millum norður
lenskar kvinnuligar artistar,
og er endamálið at styrkja
sambandið teirra millum og
at skipa fyri fleiri tónleika
ferðum saman í norður
londum.
Fyrsta konsertin verður í
Losjuni í Gøtu, mikudagin
29. oktober kl. 20. Næsta
konsert verður í Reinsarín
um 30. oktober kl. 20 og
leggjast kann afturat, at 30.
oktober er “Spil dansk dag”
og verður nógv gjørt burtur
úr hesum degi í Danmark,
men hava Annika Aakjær
og
duettin
Strawberry
Blonde valt at koma til Før
oyar at spæla.
Síðan verður síðsta kon
sertin á Seglloftinum á
Tvøroyri fríggjadagin 31.
oktober, kl. 21. Her verður
tó Annika Aakjær ikki við,
av tí at hon í løtuni er á tón
leikaferð í Danmark.
Atgongumerkir
kunnu
keypast við dyrnar.
Lesið meira um Women
Up North á www.myspace.
com/womenupnorth
Women Up North
– 5 kvinnur og 5 guitarar
Vores kære mor, omma, svigermor,
søster, moster, faster og veninde
Anna Kristina Dam Schultz
født 16. februar 1935
er stille sovet ind den 22. oktober 2008
Elsket og savnet
På familie og venners vegne
Holger, Poul, Maj-Britt og Charlotte
Begravelsen finder sted fra Glostrup Kirke
lørdag den 1. november kl. 12.30.
Stor tak for dygtig og tillidsfuld pleje gennem hele
sygdomsforløbet til personalet på Herlev Sygehus
Kræftafdeling og Hospice Sjælland.
Dagurin
27. september. Kosmus (eisini skrivaður Cosmas),
deyður umleið ár 300. Tikin av døgum undir Diocletianus
keisara.
Lesið
-so eru tit við!