Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 206 - 27. oktober 2008 ] Stórtap til Ajax Ajax Keypmannahavn var yviri á Fjóni og spældi imóti stórliðnum, GOG Svendborg TGI, og gjørdist talan um veruligt sorl. GOG Svendborg TGI vann heili 37-23, og varð talan um veruligan klassamun. Heini Hanusarson kom ikki á talvuna í dag. Ajax Keypmannahavn er næstniðast í CBB Mobil Liguni, sum besta hondbóltsdeildin hjá monnum verður nevnd í Danmark. Ajax hevur 4 stig aftaná 8 dystir. Næsti dystur hjá Ajax verður 7. november ímóti KIF Kolding. Ferguson ikki venjari sum 70 ára gamal Nógv hevur verið tosað um, nær Sir Alex Fergsuon fer at gevast sum venjari í Manchester United, har hann hevur havt starvið í 22 ár. - Eg verði ikki venjari, tá eg fylli 70 ár. Tú mást gevast einaferð, og hóast eg havi ilt við sleppa starvinum, tí mær dámar tað so væl og brenni framvegis fyri tí, so má steðga einaferð, sigur 67 ár gamli Alex Ferguson við Main On Sunday. Tá tú spælir russiska roulettu, so er patr­ ónin í skeiva kam­ar­ inum­ fyrr ella seinni Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinasta vikan av For- mula-kappingini gjørdist til júst tí marruna, sum vandin alla tíðina hevur verið fyri. Føroyar eru nú einaferð plaseraðar soleiðis á knøttinum, og veðrið kann verða rættiliga illfýsið seinasta partin av árinum. Síðani fótbóltslands- kappingin varð økt upp í 27 umfør, hevur fleiri ferðir verið sagt, at veðrið fyrr ella seinni fór at órógva seinastu umførini. Í 2005, 2006 og 2007 var hepnið tó við fótbóltinum, soleiðis at avlýsingar ikki vórðu neyðugar, men hesa ferð gekk galið. Næst seinasta umfarið varð flutt til týskvøld, tí spælandi var ikki kring landið sunnudagin, og leygardagin visti eingin at svara, um kappingin var av ella ikki. Undir øllum umstøðum er eingin spenn- ingur eftir í teimum trim- um dystunum, sum ikki vórðu gjøgnumførdir, og tí gevur tað kanska lítla meining, um menn skulu á vøllin enn einaferð, nú fleiri feløg longu hava havt sínar veitslur. Fyrst og fremst, so koyr- ir hetta aftur undir kjakið, sum hevur verið, um før- oyska fótbóltskappingin skal koppast á, soleiðis at byrjað verður á sumri, og at avgerandi dystirnir verða spældir á vári. Og frá hesum síðum skal sigast, at vit eru ikki í iva um, at hetta er rætta leiðin at ganga. Ítróttarliga er tað mest sum óforsvar- ligt, um seinastu dystirnir skulu avgerast av hvøssum hvirlum ella stórum hylj- um, og bara hetta í sjálvum sær er nóg góð grundgev- ing fyri at broyta leistin. Dystarterminirnar kundu framvegis verið heilt fram til endan av oktober, men er veðrið tá ikki til vildar, kunnu dystirnir bara útset- ast nakrar mánaðir. Og fíggjarliga vildi tað eisini hjálpt feløgunum. Í øllum førum er staðfest- ingin, at áskoðaratalið kring landið var óvanliga lágt tey bæði seinastu umførini – EB/Streymur sjálvandi undantikið. So ráðini til FSF eru púr- asta greitt, at feløgini og nevndin mugu finna saman kring fundarborðið at vita, hvussu føroyska fótbólts- landskappingin skal skip- ast í framtíðini. Eitt er víst – verandi leisturin spældi fallitt leygardagin. Til fundar- borðið Avgerðin um­ For­ m­ula­deildina 2008 er ikki tikin. Spurn­ ingurin er, um­ tríggir týdningarleysir dystir skulu kroystast yvir spælararnar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Enn veit eingin, um 2008- útgávan av Formuladeildini er av. Bara tveir av teimum fimm dystunum vórðu spældir leygardagin, og úr- slitini í hesum lagaðu tað so, at eingin spenningur er eftir í hinum trimum dystunum. Men enn er so ikki greitt, um FSF hevur loyvi at lata úrslitini frá leygardegnum standa, ella um seinastu tríggir dystirnir partú skulu spælast. - Har mugu vit so fáa tey løgfrøðiligu viðurskiftini upp á pláss, og í løtuni eri eg tær svar skyldugur. Tað er sjálvandi eitt sindur óheppið, at støðan er, sum hon er í løtuni, men tað er so veruleikin, og so mugu vit fyrihalda okkum til tað, segði Sveinur Tróndarson, formaður í Kappingarnevnd- ini, á Rás2 leygardagin. - Sum tað lagaði seg, so er oddurin óbroyttur. B36 hevur vunnið bronsuna, og sigurin hjá NSÍ ber við sær, at Víkingur ikki kann hótta teir í dystinum um europ- isku plássini. Nú fara vit so at tosa við okkara løgfrøð- ing, og síðani tosa vit við feløgini, og so mugu vit finna útav, hvussu hetta verður loyst segði Sveinur. Tøma møguleikarnar Í 3. hálvleiki á Rás2 varð nógv tosað um møguleikan at koppa fótbóltskappingini á. Og tann spurningin fekk Sveinur Tróndarson sjálv- andi eisini frá vertinum. - Tað, sum eg haldi kann staðfestast av hesum, er, at kappingin er ov drúgv. Vit hava seinnu árini spælt tríggjar vikur longur út á heystið, enn tað var vanligt fyrr. Og øll vita av, at veðrið í oktober hevur verið ræðu- ligt í ár, og tí er støðan vorð- in, sum hon er. - Men fyrst og fremst ræð- ur um at kanna, hvørjir møguleikar eru. Og ein av hesum er so at stytta kapp- ingina. Nú fara vit í FSF undir at leggja kappingina fyri 2009 til rættis, og har mugu vit so royna at taka neyðugu atlitini. - Og tað ber so ikki til uttan víðari at venda kapping- ini. Tað má mann hava aðal- fundarsamtykt til. Og sum heild haldi eg ikki, at Fótbóltssambandið skal gera nakað sum helst, uttan at feløgini eru við í hesum. So nú mugu vit í felag finna útav, hvussu vit best kunnu leggja eina fótbóltskapping til rættis, segði Sveinur Trónd- arson millum annað á Rás2. Taka feløgini upp á rað Saman við øðrum umboðum hjá FSF fór Sveinur Tróndarson alt fyri eitt undir at granska fótbóltslógirnar, tá Petur Reinert hevði blást dystin av Frem vann sær stig Frem var á útivølli í Eystur-Jútlandi og spældi ímóti FC Fredericia. Tað eydnaðist arbeiðarafelagnum í Valby at fáa eitt stig við sær í spælarabussin alla tað longu leiðina aftur til Keypmannahavnar. Dysturin endaði við javnleiki 2-2, men í 1. hálvleiki sá einki út hjá Jón Róa Jacobsen, Atla Danielsen og liðfeløgunum í Frem. Frederica varð á odda 2-0 í hálvleikinum við málum, sum Søren Philipp og Hans Jørgen Haysen skutu. Men Frem reisti seg í 2. hálvleiki, og við málum frá Casper Grønn Larsen og Tommy Olsen - sum byrjaði á beinkinum - eydnaðist tað Frem at fáa ein javnleiki til høldar. Jón Rói og Atli spældu allan dystin. Nú sær ikki so galið út hjá Frem. Stigini eru nú 13 í tali, og liggur Frem nú á einum níggjunda plássi í næstbestu fótbóltsdeildini. Silkeborg misti aftur ein sigur úr hondum Silkeborg hevði í gjár heimadyst ímóti Kolding. Leingi sá út til, at Silkeborg skuldi fáa øll trý stigini, men sum mangan fyrr í hesum kappingarárinum, so glapp sigurin teimum úr hondum. Í 18. minutti stútaði Rajko Lekic ein bólt til Christian Lamhauge Holst, sum stóð blankafríur framman fyri málinum, og beindi hann í málið til 1-0. Rajko Lekic økti sjálvur til 2-0 eftir 70 minuttum spæl, og tá sá gott út hjá Silkeborg. Men í 79. minutti minkaði Lars Christian Nielsen um munin til 2-1, og tríggjar min- uttir fyri leiklok javnaði Thomas Rathe fyri Kolding, og Silkeborg misti tvey stig úr hondum. Christian L. Holst varð skiftur út, tá ein tími varð spældur av dystinum. Fótbóltur Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 26 17 - 3 - 6 54 33 21 54 2 HB 26 14 - 6 - 6 57 22 35 48 3 B36 27 14 - 6 - 7 34 25 9 48 4 NSÍ 27 14 - 5 - 8 41 33 8 47 5 Víkingur 26 12 - 5 - 9 43 33 10 41 6 B68 27 11 - 3 - 13 24 38 -14 36 7 ÍF 26 9 - 3 - 14 32 46 -14 30 8 KÍ 26 7 - 6 - 13 31 39 -8 27 9 B71 26 6 - 4 - 16 26 47 -21 22 10 Skála 27 4 - 7 - 16 22 48 -26 19 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 07 Vestur 27 21 - 2 - 4 114 34 80 65 2 AB 27 21 - 1 - 5 98 32 66 64 3 VB/S 27 19 - 2 - 6 63 28 35 59 4 TB 27 17 - 4 - 6 62 22 40 55 5 Víkingur 27 9 - 3 - 15 34 71 -37 30 6 NSÍ 27 7 - 5 - 15 47 72 -25 26 7 B68 27 7 - 4 - 16 49 65 -16 25 8 HB 27 5 - 9 - 13 30 57 -27 24 9 EB/S 27 6 - 2 - 19 28 91 -63 20 10 KÍ 27 5 - 4 - 18 33 86 -53 19