Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 206 - 27. oktober 2008 ] Leygardagurin vísti, at tað er sera óheppið, at karmarnir kring kappingarendan eru sum teir eru Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ikki júst tann endin á kappingarárinum, sum tað varð roknað við. Vindur og regn og himmalsins ódn­ arveður bóru við sær, at bara tveir av fimm uppgerð­ um í 27. umfari vórðu av­ greiddar. Hvussu tað verður við teimum trimum dystu­ num, sum ikki vóru spældir, var ikki avgjørt, tá ið hesar reglur vórðu skrivaðar. Men alt bendir á, at teir verða ikki spældir. Fyri EB/Streym og við­ haldsfólkini var tað óguliga spell, at rómurin kring hand­ anina av gullkrónum og steypi skuldi hvørva í ódn­ ini. Tað hevði verið elegant­ ari, um FSF umboðini høvdu handað tað, sum handast skuldi, í rimmar veitsluni á Eiði, heldur enn at spælarar, viðhaldsfólk og FSF umboðini – og pressan ­ skuldu fara ígjøgnum tann karmin og torturin, sum tey fóru ígjøgnum leygardagin. Tíbetur høvdu úrslitini í 27. umfari onga ávirkan á FM og heiðursmerkini og niðurflytingina. Um FM og altjóða luttøka og niðurflyt­ ing høvdu staðið upp á spæl, hevði støðan verið heilt øðrvísi. So hevði verið neyðugt at funnið nýggjar dagar og tíðir at spælt dyst­ irnar, og so hevði leygar­ dagin verið neyðugt at blást allar dystirnar av í senn. Eisini teir har veðrið ikki var so vánaligt, at tað ikki bar til at spæla. Leygardagurin var undir­ striking av, at tað í føroyska heystinum ikki ber til at leggja so tepurt til rættis, sum tað var nú uppundir kappingarenda. Tað er neyð­ ugt at hava eyka kappingar­ dag at taka til, um veðrið skikkar sær soleiðis, sum tað gjørdi leygardagin. Trupulleikin er tann, at feløgini leggja endahaldið sama kvøld, sum síðsta umfar er á skránni, og spæl­ ararnir leggja nýggjar ætlanir. Um so tað kiksar við veðrinum er einki at leggja uppfyri við. Tað er óheppið, og spurningurin er, um feløgini skulu útseta veitslurnar í eina viku, ella um okkurt annað skal ger­ ast. Møguleikarnir Av og á hevur í hesum teig­ inum møguleikin verið umrøddur, um tað er opti­ malt, at síðstu umførini í kappingarárinum eru, tá ið talan er um vánaligastu spælilíkindini. Hitastigini eru lækkað, vindurin er vaksin, avfallið er meiri, og myrkrið er svartari. Alt er óhugaligari, enn tað hevur verið, síðani sjøtil í mars varð settur á kappingarárið. Síðani kappingarárið varð longt úr 18 og upp í 27 umfør hevur tað verið kapp­ ast til eina ferð í oktober. Undanfarnu árini hevur tað fleiri ferðir hilnast væl, men tá hevur síðsta umfarið verið eina ella tvær vikur fyrri, enn tað var í ár. Tað hevur ikki so lítlan týdn­ ing. Fleiri møguleikar eru fyri at sleppa undan keðiligu karmunum kring endaspurt­ in. Ein er at spæla fleiri umfør mitt í viku, enn tað higartil hava verið. Ein ann­ ar er at strika stutta summ­ arsteðgin, og uppaftur ein annar er at venda kappingini á høvdið. Allir møguleikarnir hava sínar fyrimunar, og allir hava sínar vansar. Skeri eg teg her, so missi eg teg har, plagar at verða tikið til, og tað er eisini í hesum føri­ num so satt, sum tað er sagt. Hoyring Tá ið onkur spurningur ella trupulleiki er á lofti, so plag­ ar standard svarið hjá FSF formanninum at vera, at nú skal eftirmetast. Hvussu eftirmetingarnar ganga fyri seg, og hvat úrslitini av teimum eru, er sjáldan so nógv at hoyra um. FSF signalini leygardagin vóru ikki heilt sannførandi, og kappingarstjórin ásann­ aði, at hann ikki var heilt vísur í, hvat ásetingarnar søgdu um óvæntaðu støð­ una, sum veðrið bar við sær. Í føroyska fótbóltinum eru nógvir aktørar. Umframt politiska og fyrisitingarliga myndugleikan í FSF eru tað nevndirnar í feløgunum. Tað eru dómararnir og venj­ ararnir, áskoðararnir og pressan, og ikki minst eru tað spælararnir og tey, sum standa teimum nær. Nógvu tey seinastu árini hevur FSF skipað fyri eftir­ metingarfundum, har leiðsl­ urnar í feløgunum og venj­ ararnir saman við ábyrgdar­ persónum í Fótbóltssam­ bandinum hava eftirmett. Nú tað tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi, og nú kappingin við 27 umførum hevur verið á skránni í fleiri ár, hevði tað kanska verið eitt hugskot at skipa fyri hoyring, har allir omanfyri nevndu partarnir og øll tey, sum annars hava áhuga fyri hesum, kundu møtt upp og lýst sína meining, áðrenn formelli myndugleikin – FSF og feløgini – tóku sam­ an um og settu út í kortið. Tað hevði tænt føroyska fótbóltinum, sum ikki kann vera nøgdur við endaspurt av tí slagnum, sum vit øll vóru vitni til leygardagin. Gullið fór vestur í Vágar Tað gekk akkurát, sum tað varð roknað við, tá ið síðsta umfar í næstbestu deildini var á skránni. Fyrsta bríksli var á skránni klokkan 13, og tað eydnaðist at spæla liðugt, áðrenn veðrið fór at gera so nógv um seg, at tað ikki meiri var spælandi. 07 Vestur og AB høvdu frammanundan tryggjað sær uppflyting, og ávikavíst gull og silvur vórðu staðfest við sigrum á útivølli. 07 Vestur vann 6­1 á HB í Gundadali, og AB vann 2­0 á B68 á Svangaskarði. VB/Sumba vann longu fríggjadagin 4­1 á EB/Streymi, og tá fingu suðuroyingar handað bronsumerkini á Vágseiði. Leygardagin skuldi longu niðurflutta KÍ havt vitjað á Sevmýri, men fríggjakvøldið boðaðu klaksvíkingar frá, at tað ikki bar teimum til at manna lið. Nýggjur HB-sangur Tað eru ikki bara meistararnir úr EB/Streymi, sum hava gjørt um seg við sangum í ár. Í triðja hálvleiki á Rás2 var Eirikur Rasmussen kominn á gátt, og hann hevði eina spildurnýggja HB­útgávu við sær. Eirikur hevur áður verið partur av nøkrum av sangunum hjá HB, men hetta er fyrsta ferðin, at hann stendur á odda fyri slíkari útgávu. Fløgan kann longu nú keypast sum single­útgáva. Sluttspurturin skal viðgerast av nýggjum Petur Reinert og spælararnir gjørdu eina roynd við Margáir. Men har var als ikki spælandi, og tað var nú spell fyri kappingina, at hetta skuldi gerast endin Mynd: Sofus D. Johannesen