Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 206 - 27. oktober 2008 ] Hondbóltsútisetarnir vunnu Mannfólkini og konufólkini, ið spæla hondbólt við ÍF Føroyum, vunnu sínar dyst­ ir í gjár. Harrarnir vunnu trygt 20­14 á Rødovre eftir hálvleiksstøðuna 9­8. Ser­ liga skaraði Ári Rouch framúr við sínum seks málum, men eisini í verjupartinum vóru føroysku leikararnir stinnir. Heini Ellingsgaard og Heini Bendtsen gjørdu fimm mál hvør, Leif Hákun Jacobsen trý og Róar Akralíð eitt. ÍF Føroyar hevur nú fýra stig eftir tríggjar dystir og tað merkir, at teir býta oddasessin við eitt annað lið í Seriu 2. Kvinnurnar vunnu eisini sín dyst sannførandi. Mótstøðuliðið var VHC/Vidar, og kvinnurnar vunnu 24­17 á VHC/Vidar. Serliga fyrri hálvleikur var góður hjá føroysku kvinnunum, og í steðginum var støðan 12­3. Í seinna hálvleiki leikaði meiri javnt á, men tað var ongantíð nakar ivi um sigurin. Kvinnurnar hava fýra stig fyri tveir dystir, og eins og menninir býta tær oddasessin við annað lið í deildini. Stabæk norskur meistari Stabæk vann um vikuskiftið norska meistaraheitið í næstseinasta umfari av tippuliguni. Stabæk spældi ímóti Vålerenga, og oddaliðið vann stórsigur 6­2. Íslendski álopsspælarin Veigar Páll Gunnarsson skoraði hattrick, og danski Christian Keller, sum hevur verið millum mest týðandi spælararnar á liðnum í ár, skoraði seinasta málið í dystinum. Frederiksstad var í hølunum á Stabæk, men nú kunnu teir ikki longur fáa Stabæk aftur. Millum nýggju spælararnar verða Jónhard Frederiks­ berg, sum í summar flutti úr felagnum og aftur til Skála, og Jann Ingi Petersen, sum flytur úr B68 og til Runavíkar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Pauli Poulsen verður venjari í NSÍ. Tað veit heimasíða fe­ lagsins, nsi.fo, at siga. NSÍ hevði ársveitslu leygar­ kvøldið, og tá boðaði for­ maðurin, Andreas Lam­ hauge, frá, at tað verður hjálparvenjarin tvey sein­ astu árini, sum nú fer at halda um stýrisvølin. 35 ára gamli skálamaðurin var í síni tíð miðverji í barn­ dómsfelagnum. Hann var hjálparvenjari, tá ið Jóhan Nielsen var venjari á Skála, og tvey tey seinastu árini hevur Pauli verið næsti maður hjá Johan Nielsen í NSÍ. Í gjárkvøldið varð eisini boðað frá, at Jónhard Frede­ riksberg nú aftur fer at spæla við NSÍ. Í summar flutti Jónhard yvir aftur í barndómsfelagið á Skála, eftir at hann tað mesta av tíðini hevði sitið á NSÍ beinkinum. Jann Ingi Petersen, sum hevur verið í landsliðshita­ num í heyst, fer næsta ár at spæla við NSÍ. 24 ára salt­ nesmaðurin, sum higartil bara hevur umboðað barn­ dómsfelagið B68 av før­ oyskum feløgum, hevur ver­ ið sera eyðsýndur. Tað hevur ljóðað, at KÍ verjuspælarin Milic Curcic, sum áður hevur verið á Skála, nú skal spæla við NSÍ, men hetta hoyrdist einki um í leygarkvøldið. Harafturímóti varð boðað frá, at fýra útlendskir spæl­ arar, sum hava verið í Runa­ vík, ikki fara at halda fram: Milan, Dejan, Aco og Pre­ drag. Á heimasíðuni verður lagt afturat, at alt verður komið upp á pláss í komandi viku. Stjørnan-Neistin 29-20 (13-8): Stjørnan í serflokki Heldur ikki Neistin megnaði at nerta Stjørnuna, sum við tryggum sigri vann seg upp aftur á oddasessin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at hava lænt Tjaldri oddasessin í hálva viku, høvdu kvinnurnar hjá Stjørnuna í gjár mgøuleikan at vinna seg upp aftur á ovastu rók, tá tær tóku móti Neist­ anum í eini endurtøku av FM­finaluni frá í fjør. Spenningurin gjørdist tó ikki tann heilt stóri hesa­ ferð, tí longu eftir fyrstu fáu minuttunum hevði heima­ liðið lagt sjógv millum seg og Neistan. Og tað var ein munur, sum tær bláu ongan tíð megnaðu at gera tað heilt stóra við. Eina løtu í seinna hálvleiki royndu tær bláu at toga, og tær fingu minkað munin niður í trý mál, men hetta kostaði eisini nógvar kreftir, og tá so Stjørnan enn eina­ ferð svaraði aftur, var leyst og liðugt. Enn er kappingin blaðung, og undir øllum umstøðum heldur spenningurin sær, nú talan er um FM­finalu. Men fyrst og fremst tykist spurningurin vera, um tað verður VB, Neistin ella Tjaldur, sum skulu fylgja Stjørnuni í finaluna. Sjálvandi kunnu skaðar og onnur fyribrigdi arga oddaliðið, men styrkismunurin niður til VB og Neistan tykist í øllum førum vera av slíkum slag, at hesin ikki verður skorin burtur uttan víðari. Enn eiga tær so til góðar at spæla móti Tjaldri, men tað man vera ivasamt, um tær hava styrkina til at gera so øgiliga nógv við Stjørnuna heldur. Mikukvøldið spælir før­ oyska manslandsliðið í hondbólti á heimavølli móti Serbia. Dia Midjord, lands­ liðsvenjari, hevur nú gjørt endaliga av, hvørjar spælar­ ar hann vil hava í hópinum. Dysturin mikukvøldið byrjar klokkan 19, og hós­ dagin leggur landsliðið so leiðina til Sarajevo, har seinni dysturin móti Serbia skal spælast. Málverjar Jens Skipagøta, H71 Lars L. Black, TMS Ringsted Útispælarar Heini Hanusarson, Ajax København Dánjal Torgarð, H71 Janus Sørensen, H71 Regin Joensen, H71 Sámal Joensen, VÍF Tróndur Kragesteen, Neistin Carl Herup Olsen, Neistin Ingi Olsen, Neistin Áki Mørk, Neistin Finnur Hansson, Neistin Mortan Hansen, StÍF Hans Áki Dal­ Christiansen, Kyndil Høvuðsvenjari: Dia Midjord Hjálparvenjari: Kári Nielsen Liðleiðari: Jákup Durhuus Fysioterapeut: Beinta Sørensen Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 3 3 - 0 - 0 85 58 27 6 2 Tjaldur 3 2 - 1 - 0 73 62 11 5 3 VB 3 2 - 0 - 1 87 74 13 4 4 Neistin 3 1 - 1 - 1 75 71 4 3 5 StÍF 3 0 - 0 - 3 67 90 -23 0 6 Kyndil 3 0 - 0 - 3 51 83 -32 0 Pauli skal standa á odda fyri NSÍ Stjørnan-Neistin 29-20 (13-8) 10 min: 7-2 20 min: 11-6 40 min: 18-14 50 min: 24-18 Málskjúttar Stjørnan: Anna Kristina Samson 6, Una Olsen 6, Durita Ljósstein 5(4), Simona Petersen 4, Bára S. Klakstein 3, Durita Mikkelsen 2, Joan M. Djordjevic 2, Durita Christophersen 1 Neistin: Trine M. Olsen 9(2), Nicoleta R. Hansen 5(2), Anna Kildevæld 4(1), Unn Kragesteen 1, Heidi Maria Akselsen 1 Brotskøst: Stjørnan 5, Neistin 8 Útvísingar: Stjørnan 2, Neistin 2 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA um dystin Landsliðið er til reiðar Talan var um framúr undirhald, tá Føroyar í vár spældu móti Serbia, og vónandi verður støðan tann sama mikukvøldið Pauli Poulsen