Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 206 - 27. oktober 2008 ] Fótbóltsveitslan varð av ongum á vøllinum, tá veðrið vísti seg frá síni ringastu síðu. Men trúgvu fjeppararnir fingu kortini sítt, tá steypahandanin varð gjøgnumførd Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndir: Sofus D. Johannesen Veðrið fáa vit ikki gjørt so nógv við! Tað er ein av ævigu før­ oysku sannleikunum, og hesin varð so dyggiliga undirstrikaður við Margáir leygardagin. Var talan um dyst, sum hevði nakað sum helst upp á seg, varð royndin neyvan gjørd, so sum umstøðurnar vóru, men saman við teim­ um 22 spælarunum fór Pet­ ur Reinert kortini undir upp­ gávuna. Og bæði liðini royndu at spæla. HB hevði vindin í ryggin, og tí varð nógv av spælinum kroyst oman á EB/Streyms­hálvuna, men vertirnir bitu tó eisini frá sær, og eitt nú skuldi Bárður Olsen skorað, tá hann gjørd­ ist púrasta leysur við mál­ verjanum. Eftir knøppum hálvum tíma, høvdu aktørarnir tó fingið nóg mikið. Sorin Anghel var longu skiftur út hálvstirdur í kulda, og fleiri aðrir spælarar góvu eisini tekin um, at teir fingu als ikki runnið. Og so var ikki annar útvegur, enn at blása av. Onkur áskoðari hevði kanska hug at muta ímóti, tí mest av øllum vildu tey hava dystin avgreiddan. Men har var einki at gera. Enn er ikki vist, um EB/ Streymur hevur 54 stig fyri 26 dystir ella 55 fyri 27 av slagnum. Men meistarar eru teir so undir øllum umstøð­ um, og so kundi veður verða veður. Steypið skuldi undir øllum umstøðum handast. EB/Streymur-HB: Í oljudansi til gullveitslu Eina løtu varð roynt at spæla, men líkindini vóru út av lagi Eftir hálvum tíma hevði Petur Reinert fingið nóg mikið, og so varð blást av Gudmund Nielsen til EB/Streym Tað eru ikki øll, ið høvdu timburmenn í Sundalagnum sunnudagin, tí felagið boðaði umvegis heimasíðu sína frá, at sáttmáli er gjørdur við Gudmund Nielsen. 21 ára gamli sandoyingurin, sum í ár hevur skotið seks mál fyri B71 í Formuladeildini, skal komandi kappingarár umboða EB/ Streym. B71 skal næsta kappingarár spæla í 1. deild, og eftir niðurflyting­ in var veruleiki, kundi U21­landsliðsleikarin í 3­2 sendingini í sjónvarp­ inum ikki afturvísa, at eitt møguligt skifti kom upp á tal. Nú er so greitt, at felagið, Gudmund Nilsen skal spæla fyri í 2009, er EB/Streymur. Mourinho-slatur í United Jose Mourinhon segði í farnu viku við fjølmiðlar, at hann ætlar sær aftur til Onglands at verða venjari, tá hann gevst í Inter. Tað hevur fingið slaturin at ganga um, at Mourinho skal loysa Alex Ferguson av í United, tá hann gevst.­ Sum vit hava sagt fleiri ferðir áður, so eru vit ikki farin at leita eftir nøkrum avloysara fyri Sir Alex, sigur ein talsmaður fyri Manchester United.