Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 206 - 27. oktober 2008 ] Viðhaldsfólkini stóðu trúgv og bíðaðu úti í kuldanum, inn til spælararnir loksins komu út Fýrverk kundi ikki skjótast upp, men nøkur neyðbluss vóru sjálvandi tøk, og hesi lýstu væl og virðiliga hóast regnið og vindin Gleðin var stór, tá Egil á Bø kundi taka ímóti steypinum, sum hann var so sera nær við at taka í 2006 Ein krossbandsskaði hevur hildið Gert Hansen uttan fyri hópin hjá EB/Streymi í ár, men tá heiðursmerkini skuldu handast, fekk hann sjálvandi sín lut eisini HM kann enda í Onglandi Ongland er við í kappingini um at verða vertur fyri HM endaspælinum í fótbólti í 2018, og sambært Franz Beckenbauer eru møguleikarnir góðir fyri, at Ongland fær vertskapin.- Um HM endaspælið í 2018 verður hildið í Europa í 2018, so rokni eg við, at tað verður í Onglandi, sigur Beckenbauer. Avgerðin um, hvør skal hýsa kappingini verður tikin í desember mánaði. Hans Pauli og Arnbjørn ársins leikarar Ítróttarhøllin á Eiði var stúgvandi full – 850 fólk sótu til borðs. Heiðursborðið var mitt í salinum og har sótu leikarar við makum teirra. Millum hesar sótu Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen, og miðskeiðis undir borðhaldinum vórðu teir noyddir at reisa seg, tá venjaraparið, Sigfríður Clementsen og Mag ni Mohr, róptu teir upp á pallinum. Teir skuldu fagnast, tí teir vórðu kosnir at vera ársins leikarar hjá EB/Streymi í ár. Leif Niclasen mátti eisini ein túr niðan á pallin, tí hann fekk heiðurin sum ársins stjørnuskot. Hjá Leif Niclasen var eisini talan um meiri enn bara heiðurin, tí NAFA og Jákup í Stórustovu hava syrgt fyri, at ein royndarvenjing eisini var partur av vinninginum. Henda royndarvenjing verður gjørd, tá venjararnir og Leif Niclasen meta tað vera eitt hóskiligt tíðspunkt.