mánadagur 27. oktober 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 206 - 27. oktober 2008 ]
Fótbóltsárið í myndum
Søtur sigur til
Christian Høgna
AB við Christian Høgna Jacobsen millum teir fyrstu
ellivu vann í gjárkvøldið søtan sigur. Á heimavøllinum
í Gladsaxe Idrætspark hevði AB vitjan av toppliðnum í
1. deild Viborg. Úrslitið var 2-1 til heimaliðið, sum við
sigrinum - í hvussu so er inntil í dag - er á fjórða plássi
við 22 stigum fyri 11 dystir. Viborg er fremst við 25
stigum fyri 11 dystir.
Krohn-Dehli stóri spælarin
Brøndby er aftur við í toppinum í donskum fótbólti, og um
vikuskiftið vann Brøndby oddadystin ímóti FC Midtjylland. Stóri
spælarin á vøllinum var Michael Krohn-Deli, sum fyri kortum kom
heim úr Hollandi at spæla fyri Brøndby. – Tað er hugaligt at síggja
ein spælara við so góðum bóltførleika, sum eisini kann gera nakað
serligt. Hann hevði avgjørt ávirkan á úrslitið í hesum dystinum,
segði venjarin hjá FC Midtjyllandi, Thomas Thomasberg, eftir
tapið.
HB vann trivaligar sigrar móti fleiri av niðaru støddu liðunum. Góða
málúrtøkan bar við sær, at HB fram til næst seinasta umfarið var
seinasta hóttanin móti EB/Streymi
ÍF skelkaði Víking, tá gestirnir fóru avstað við øllum í Sarpugerði í
øðrum umfari. Seinni fingu víkingarnir tó hevndi. Millum annað
við 3-1 sigrinum í Fuglafirði
Mynd: Álvur Haraldsen
Móti ovaru støddu
liðunum stóð KÍ
seg sera væl. Eitt
nú vunnu teir tvær
ferðir móti B36
Mynd: Álvur Haraldsen
Talan var um ordiligt
botnbrak, tá KÍ tók
ímóti B71 í fjórðseinasta
umfarinum. KÍ vann
dystin, og so kundu mongu
áskoðararnir draga andan
nakað nógv lættari
Mynd: Álvur Haraldsen
Gudmund Nielsen og Arnbjørn Danielsen vóru
týðandi spælarar fyri ávikavist B71 og B68.
Gudmund verður komandi ár at síggja hjá
meistarunum úr EB/Streymi, og Arnbjørn Danielsen
sigst ivast, um hann tekur eitt ár afturat í fremstu røð
Mynd: Álvur Haraldsen