mánadagur 27. oktober 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 206 - 27. oktober 2008 ]
Vindurin stóð fyri
mest eyðsýnda avriki
num við Løkin, har
Skála segði farvæl
við bestu deildina
og ivaleyst fleiri av
sínum spælarum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
jakup@sosialurin.fo
Tað var við Løkin, at Skála
eitt mánakvøld í góðum
líkindum fyri trimum árum
síðani ikki hevði dómara
tekki og harvið misti FM
heitið.
Í gjár var Skála enn eina
ferð við Løkin, og nú var
alt heilt øðrvísi. Heystar
veðrið var so vánaligt, sum
tað næstan kann vera, og
støðan hjá Skála var tann,
at liðið longu var á veg
niður í næstbestu deildina,
áðrenn dómarin hættaði sær
at bríksla fyri fyrstu ferð.
NSÍ vann 20, og annars
er ikki so nógv at siga um
tað. Einar Hansen, sum –
eitt nú orsaka av skaða
ikki
hevur
havt
sama
leikliga undanvind!, sum
hann hevði tað í fjør, tá ið
hann vann sær fast pláss á
landsliðnum, skoraði til 10
við rimmar langskoti undan
vindinum, og Bogi Løkin
staðfesti heimasigurin við
frísparki úr næstan 40 metr
um og undan vindinum.
Skála royndi í 1. hálvleiki
at fáa nyttu burturúr nógva
undanvindinum. Málkarm
urin aftanfyri Tórð Thomsen
stóð sína roynd, og í 2. hálv
leiki var heimaliðið omaná,
um tað ber til at siga tað
soleiðis.
Merkisvert var tað, at
Jónhard Frederiksberg ikki
var í Skála álopinum. Tá ið
hann í summar flutti úr
Runavík og yvir aftur á
Skála, var tað ein partur av
avtaluni, at Jónhard bara
skuldi spæla annan av
dystunum ímóti NSÍ.
Merkisvert var tað eisini,
at toppskjúttin hjá NSÍ,
unglingaspælarin
Øssur
Dalbúð, var settur á beinkin,
og at Aco Pandurovic, sum
ikki sleppur at halda fram í
Runavík, var í álopinum.
Tá ið dómarin hevði
bríkslað fyri síðstu ferð,
vóru spælararnir ísafrystir.
Tað er mest sum greitt,
hvørjir spælarar fara at
manna NSÍ liðið, sum næsta
ár ætlar sær at vera við í
toppstríðnum. Meiri ivi er
um, hvørjir teir fara at vera,
sum fáa setningin at spæla
Skála upp aftur í bestu
deildina.
Talið av starvsnevnd
arlimum er hækkað,
og saman við Jon
Hestoy eru Andrea
Eldevig og Palli
Eysturberg nývald
Svimjing
Tíðindaskriv
Ársaðalfundur varð hildin í
Svimjisambandinum leyg
ardagin 25. oktober. Á
skránni vóru lógarbroyting
ar, og avgjørdi aðalfundurin,
at frameftir verður árs
aðalfundurin hildin í mai í
staðin fyri oktober, í hesum
sambandi er roknskaparárið
broytt
til
kalendaraárið.
Talið av starvsnevndarlim
um er hækkað frá trimum
til fimm.
Formaðurin seinastu fýra
árini, Palli Ziskason, hevði
boðað frá at hann ikki tók
við afturvali, í hansara stað
var Jon Hestoy valdur. Tveir
nýggjur limir vóru valdir,
Andrea Eldevig og Palli
Eysturberg. Um hesi trý eru
Jórun Eið og Maud Poulsen
í starvsnevndini.
Øll sjey svimjifeløgini
vóru umboðaði á fundin og
lívligt orðaskifti var um
svimjiviðurskifti.
Gullparið heldur fram
Sigfríður Clementsen og Magni Mohr standa eisini á odda
fyri EB/Streymi, tá kappingarárið 2009 byrjar. Hetta kundi
Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, boða frá fríggja
morgunin. Hann vitjaði á Rás2, sum sendi Gullradio frá
Inn við Norðskála í dag, og har kundi hann avdúka, at
gullparið, Sigfríður Clementsen og Magni Mohr, eisini
stendur við róðrið komandi kappingarár.
Redknapp er til reiðar
Nýggjur venjari í enska felagnum er Harry Redknapp, eftir
at spaniólin Juande Ramos um vikuskiftið fekk sekkin.
Harry Redknapp hevur vant Portsmouth við góðum úrslit
um, og Tottenham hevur verið noytt at gjalda Portsmouth 50
milliónir krónur fyri at Redknapp leysan. Hetta er ein
fantastiskur møguleiki at venja eitt stórfelag, áðrenn eg
gevist sum venjari, sigur Redknapp við Skysports.
Jon Hestoy er
svimjiformaður
Skála
NSÍ
NSÍ-Skála 2-0 (0-0):
Skála blást yvir um fjørðin
Jon Hestoy tekur nú
við sum formaður í
svimjisambandinum. Her
er hann saman við Palla
Ziskason, sum legði frá sær
leygardagin
– helst besta smyrjiolja í heiminum
Her fært tú skift til
bestu smyrjiolju
www.shell.fo
Norðoyggjar:
Klaksvíkar Autolakering
Klaksvík, tel 458787
Bilservice
Klaksvík, tel 459393
E.Z. Verstaðið
Klaksvík, tel 566878
Auto Fjósið
Viðareiði, tel 451162
Autoshine
Klaksvík, tel 457474
Eysturoy:
Dekksentrið
Saltangará, tel 475500
B.B.R. Service
Lambareiði, tel 449111
Normek
Norðagøta, tel 442002
Sandoy:
Shell-Støðin
Sandur, tel 361046
Suðuroy:
Shell-Støðin
Trongisvágur, tel 371466
Shell-Støðin
Vágur, tel 373175
Streymoy:
Berg Motors
Tórshavn, tel 313535
Bilrøkt
Tórshavn, tel 588880
Bilasølan
Tórshavn, tel 315354
Akfarssølan í Hornabø
Tórshavn, tel 320322
Shellstøðin Frælsið
Tórshavn, tel 312112
Dekksentrið
Tórshavn, tel 475500
Super Dekk Service
Tórshavn, tel 314975
V.R.-Bilar
Tórshavn, 322110
Wenzel
Tórshavn, tel 354500
Norðbil
Tórshavn, tel 363738
Norðcar
Tórshavn, tel 308080
Vágoy:
Bilverkstaðið
Miðvágur, tel 332727