mánadagur 27. oktober 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 206 - 27. oktober 2008 ]
Kuhn var nøgdur
Um vikuskiftið hevði Allan Kuhn fyrstu ferð leiðsluna av
danska meistaraliðnum AaB, og hann var væl nøgdur við
sínari spælarar eftir dystin ímóti Randers, sum endaði við
javnleiki. - Vit funnu stríðsandan framaftur, og spælarar-
nir eiga at verða nøgdir við sítt avriki í dag, segði Kuhn
eftir dystin. AaB var á odda 2-1, tá vanliga leiktíðin var
farin, men í yvirtíðini eydnaðist tað Randers at javna.
Ronaldo heldur fram
í United
Áhaldandi søgur hava gingið um, at Ronaldo skuldi skifta
úr Manchester united til Real Madrid, men hetta tykist nú
ósannlíkt. Real Madrid hevur viðgingið, at teir neyvan fáa
fatur á Ronaldo, og høvuðspersónurin sjálvur hevur nú
gjørt vart við seg. - Bara Gud kennir framtíðina, men eg
rokni við, at eg spæli í Manchester United næsta ár eisini.
Eg havi tikið røttu avgerðina, og eg eri United-spælari í
sinni og skinni, sigur Ronaldo við spanska blaðið Marca.
NSÍ sá leingi út
til at fáa gleði av
bronsuheiðurs
merkjunum, men í
yvirtíðini skoraði
unga stjørnuskotið,
17 ára gamli Róaldur
Jacobsen, sítt seinna
mál, og tryggjaði
B36 21 sigur á B68
og harvið eisini
bronsuna
FÓTBÓLTUR
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Ikki var spælandi nógva-
staðni í landinum, men í
veðurgóða Gundadali var
við góðum vilja spælandi.
B36 hevði eina trupla upp-
gávu leygardagin. Hvørki
leikarar, dómarar ella áskoð-
arar lótu veðrið vinna á sær,
og spælandi fótbólt lótu øll
veður vera veður.
B36 skuldi verja bronsu-
plássið, og skuldi tað gingið
galið, lá NSÍ og lúrdi beint
aftanfyri. Og hetta skuldi
ikki gerast nøkur løtt upp-
gáva hjá B36, sum var
menn sum Jákup á Borg,
Herbert í Lon Jacobsen,
Dimitrije Jankovic og Mein-
hard Joensen fyri uttan.
Samstundis stóðu teir yvir
av Føroya besta liði á úti-
vølli, har B68 nevniliga
undan dystinum hevði vunn-
ið heili 22 út av teirra 36
stigum á útivølli.
Vindurin spældi við
Eins og í restini av landinum
var vindurin nógvur, hóast
hann helst ikki var eins
nógvur, sum nógva aðara-
staðni.
Hetta,
umframt
nógvi kuldin, gjørdi ikki
umstøðurnar til fótbólt ser-
liga góðar, og í fyrra hálv-
leiki vóru tað gestirnir úr
B68, sum fingu fyrimun av
nógva viðvindinum.
Og tað vóru ikki farnir
fleiri enn átta minuttir, tá ið
B68 heldur óvæntað hevði
lagt seg á odda. B68 hevði
vunnið sær hornaspark í
høgru síðu, og frísparks-
skotið hjá Jann Inga Peter-
sen sigldi allan vegin í mál-
ið til 1-0 til B68.
B36 hevði stórar trupul-
leikar við at fáa spælið at
hanga saman, og tá ið nærk-
aðist málinum, bardust teir
ímóti nógva mótvindinum.
B68 hevði betri tamarhald á
støðuni, og uttan nevniverd-
ar málmøguleikar kundu
liðini fara til hálvleiks við
støðuni 1-0 til B68.
Róaldur og Róaldur
Í seinna hálvleiki var trýstið
á B36, tí teir høvdu møgu-
leikan at avgera bronsuna
sjálvir. Hugt at fyrra hálv-
leiki, skuldi veruliga vend
koma í, um teir skuldu gera
sær nakað far um at vinna
dystin. Nú høvdu teir tó
undanvindin við sær, og
hetta kundi nýtast sum eitt
amboð.
Tíggju minuttir inn í
seinna hálvleik fekk B36
eisini bóltin í netið, men
málið varð kolldømt vegna
rangstøðu. Hetta bar boð
um, at B36 veruliga vildu
vinna. Teir høvdu nú takið
á dystinum, og fingu nógv
hornaspørk, sum kundu ger-
ast vandamikil orsaka av
vindinum.
Tað var tó eitt væl spælt
álop, sum fekk B36 inn aft-
ur í dystin um miðjan
seinna hálvleik. Alex dos
Santos rak fram í vinstru
síðu, haðani hann legði bólt-
in inn til Róald Jacobsen,
sum trygt førdi bóltin í
málið til 1-1.
Stór gleði á B36-arunum,
men teir vildu hava meir.
Og tá ið teir hoyrdu í hátal-
arunum, at NSÍ var á odda
2-0 og lá til at fáa bronsuna,
gjørdust teir ikki minni
grammir. Hetta merkti tó
ikki, at B68 ikki var við í
dystinum. Teir høvdu bóltin
nakað á miðjum vølli, men
høvdu trupult við at spæla
seg aftur um B36-verjuna.
Tað var líkt til at B36
mátti taka til takkar við 4.
plássinum, men í sjálvari
yvirtíðini varð bara 17 ára
gamli Róaldur Jacobsen
stóri bjargingarmaðurin, tá
ið hann við sínum næsta
máli skoraði til 2-1 og
tryggjaði B36 bronsuna.
Róaldur átti seinasta fótin á
einum leysum bólti í feltin-
um, sum kom higar eftir
hornaspark.
Gleðin var stór millum
bæði leikarar og viðhalds-
fólk hjá B36, tí bronsan,
sum leingi sá út til at vera
farin í vaskið, kortini kom
til felagið – og hetta í allar-
seinasta minutti.
B36-B68 2-1 (0-1):
Róaldur tryggjaði B36 bronsuna
Fagnaðurin var stórur, tá
Róaldur Jacobsen í yvirtíðini
skeyt bronsuna í føvningin
hjá sær og liðfeløgunum
Mynd: Álvur Haraldsen
B68
B36
Skyldaði
liðnum hetta
Róaldur Jacobsen er bara
17 ár og nakrar mánaðar
gamal, men hevur longu
fingið sítt debut á U21-
landsliðnum. Stórtalentið
hevur eisini verið ein av
berandi kreftunum á mið-
vøllinum hjá B36 í ár, og
tey bæði málini í seinasta
umfarinum tryggjaði B36
bronsuna.
- Hetta kendist væl. Eg
føldi, at eg skyldaði lið-
num hetta. Eg havi havt
so nógvar málmøguleikar
í ár, so einaferð mátti tað
verða. Tað gjørdi tað als
ikki verri, at málini fullu
í dag, segði Róaldur eftir
dystin.
Hann helt, at vindurin
spældi ein stóran leiklut.
Hvat gjørdi, at tit komu
so væl aftur í dystin?
- Eg haldi at tað var mest
vindurin, sjálvt um vit ikki
høvdu eins nógvan viðvind
sum B68. Vit frættu eisini
at NSÍ var á odda, so vit
máttu bara vinna, segði
Róaldur, og staðfesti við
hesum, at hann visti at
hansara seinna mál gav
B36 bronsuna.
Róaldur sigur, at teir í
B36 eru nøgdir við eitt 3.
pláss, tí top 3 var málsetn-
ingurin hjá unga B36-
liðnum undan kappingar-
árinum.
-pætur
Vit vóru
betra liðið
Bill McLeod Jacobsen,
venjari hjá B68, metir
ikki, at betra liðið vann í
Gundadali.
- Eg mátti gera nakrar
justeringar á miðjuni í
hálvleikinum, tí Ndende
og Keita vóru so illa fyri í
nógva kuldanum. B36
leggur trýst á okkum í
seinna hálvleiki, og skora
uppá eitt skot, sum fer
undir verjuleikaran, sum
skal fara eftir Róaldi. Tað
seinna er ein returbóltur,
sum kemur í Hanus og
Róaldur so fær í málið.
Vit dugdu ikki nóg væl at
gera okkum dælt av vind-
inum, men eg haldi ikki,
at B36 var betra liðið,
segði Bill eftir dystin.
B68 hevur í ár verið
besta lið í Føroyum á
heimavølli, men sam-
stundis næstvánaligasta á
útivølli. Hvussu hongur
hetta saman?
- Tað eru ymsar orsøkir.
Onnur lið koma inn á
Toftir við stórari virðing
fyri okkum, og grava seg
niður. Tá eru vit ikki
dugnaligir til at skapa
dystir.
Vit
undirhalda
meir enn at levera, og tá
gera vit nakað, sum vit
ikki klára. Á útivølli dúva
vit meira upp á kontra, og
eg haldi vit hava mynstrað
kontraspælið
ótrúliga
væl, sigur Bill.
Hann er væl nøgdur við
hetta kappingarárið, men
peikar á, at meira enn
hetta eina árið í Formula-
deildini skal til fyri at
etablera seg. Hann metir
seinna árið vera truplari,
og peikar síðan á B71,
sum nú aftur flytir niður.
-pætur