mánadagur 27. oktober 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 206 - 27. oktober 2008 ]
Liverpool er einsa
malt oddalið í
Premier League,
Hull hevur eins nógv
stig og Chelsea og
Tottenham hevur
fingið sín fyrsta
sigur. Saman við
hattrickinum frá
Robinho eru tað yvir
skriftirnar úr Premier
League hetta umfarið
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Bara einaferð áður síðani
Premier League varð stovn
að í 1992, hevur Liverpool
vunnið á Stamford Bridge.
Hetta var í januar 2004.
Tískil var sigurin á Chelsea
seinnapartin í gjár ógvuliga
søtur. Haraftrat var hetta
eisini fyrsti útivallarsigurin
hjá Benitez á einum av lið
unum í »The Big Four«,
sum Arsenal, Chelsea og
Manchester United manna
saman við Liverpool.
Eitt annað merkisvert við
sigrinum var eisini, at mál
ið, sum Xabi Alonso gjørdi
tá tíggju minuttir vóru
spældir, var hansara fyrsta í
hálvtannað ár.
Málið frá spaniumanni
num var tað einasta í dysti
num. Harvið var fyrsta tap
ið hjá Chelsea á Stamford
Bridge í 86 dystir veru
leiki.
Einki hol hjá Hull
Dysturin millum Chelsea
og Liverpool var oddabrakið
í Premier League um viku
skifti. Liðið næst teimum á
stigatalvuni, Hull, spældi
uppflytarauppgerð
ímóti
Wigan. Tað var á útivølli
leygardagin, og Hull vann
sannførandi 03.
Fyrsta hálvleik sáð tað tó
ikki heilt so gott út, og end
aði tað málleyst. Í seinna
hálvleiki gekk tað betri, og
stutt eftir steðgin skoraði
verjuleikarin Kamil Zayate.
Seinni gjørdu Marcio Geo
vanni og Marlon King hvør
sítt mál innanfyri fimm
minuttir og so var leyst og
liðugt á The Hawthorns.
Við sigrinum býtir Hull ann
að plássið í Premier League
við Chelsea – bæði liðini
hava 20 stig hvør.
Mikudagin hevur Hull
møguleika at fara framvið
Chelsea á stigatalvuni, tá
London felagið vitjar á KC
Stadium. Leygardagin er
enn ein stórdystur á skránni.
Tá eitur mótstøðuliðið Man
chester United, sum um
vikuskiftið einans fekk javn
leik 11 á útivølli móti Ever
ton.
Darren Fletcher legði
United á odda og eina løtu
var líkt til, at Manchester
United fór at vinna fjóðra
dystin á rað. Men í seinna
hálvleiki javnaði Marouane
Fellaini til endaliga úrslitið
11.
Tottenham sigraði
Hevur tað gingið væl hjá
Manchester United undan
hesum umfarinum, so kann
ikki sigast tað sama um Tott
enham. Men um vikuskiftið
fekk
venjarin
Juande
Ramos sekkin, og Harry
Redknapp tók við.
Roman Pavlyuchenko og
Darren Bent syrgdu í felag
fyri, at Tottenham vann 20
og harvið eisini fekk ársins
fyrsta
sigur
í
Premier
League. Betri byrjan kundi
Redknapp valla ynskt sær,
men tað hevur hann eisini
brúk fyri, tí liðið liggur
framvegis aftast í Premier
League – eitt stig aftanfyri
Newcastle, ið hevur seks
stig.
Robinho í heimflokki
Brasiliumaðurin
Robinho
hevur eisini fingið eina
góða byrjan upp á tilveruna
sum Premier League leikari.
Um vikuskiftið var hann
flúgvandi, tá hann gjørdi
hattrick ímóti Stoke, har
danin Thomas Sørensen
verjir málið. Eftir 30 tapið
var danski landsliðsmál
verjin eisini skjótur at stað
festa, at Robinho var í
heimsflokki. Brasilumað
urin, sum skifti frá Real
Madrid til Manchester City
undan hesum kappingarári
num, hevur nú skotið seks
mál í Premier League.
Jermain Defoe hjá Ports
mouth hevur eins og Robin
ho skotið seks mál. Amr
Zaki hjá Wigan er einasti
leikarin, ið hevur skotið
fleiri mál enn teir báðir –
hann hevur gjørt sjey mál,
men kom ikki á máltalvuna
hetta umfarið.
Ramos hevur fingið
sekkin í Tottenham
Tað hevur verið ein spurningur um tíð, og nú er tað veruleiki. Í gjár boðaði leiðsl
an í Tottenham frá, at venjarin síðani í oktober í fjør, spaniumaðurin Juande
Ramos, hevur fingið sekkin. Tað hava ítróttarstjórin Damien Comolli og næstu
starvsfelagarnir hjá venjaranum og stjóranum eisini fingið. Ramos loysti fyri
einum ári síðani Martin Jol av í London felagnum, og alt sá ljóst út, tá ið felagið
vann Carling steypakappingina. Hetta var fyrsta ferðin síðani 1999, at Tottenham
vann nakað. Síðani hevur gingið av skriðuni. Í átta teimum fyrstu umførunum í
landskappingini hevur tað ikki eydnast Tottenham at vinna, og kvøldið fyri
heimadystin ímóti Bolton hevur leiðslan í felagnum tikið avleiðingarnar.
Giggs misnøgdur við
Neville
Ryan Giggs var misnøgdur við Phil Neville eftir dystin
ímóti Everton leygardagin. Phil Neville er fyrrverandi
liðfelaga hjá Giggs, og hann er beiggi United
liðformann, Gary Neville. Serliga var Giggs misnøgdur
við eina ógvusliga takling av Ronaldo í seinna
hálvleiki. Tað vóru nógvar harðar takklingar, og tað
mást tú góðtaka, men eg haldi, at Ronaldo var farin um
koll og kundi ikki verja seg, tá hann var takklaður,
segði Giggs við MUTV eftir javnleikin ímóti Everton.
Liverpool yvir øllum
Úrslitini í Premier League hetta umfari:
Portsmouth - Fulham
1-1
West Ham - Arsenal
0-2
Tottenham - Bolton
2-0
Manchester City - Stoke
3-0
Wigan - Aston Villa
0-4
Chelsea - Liverpool
0-1
Blackburn - Middlesbrough
1-1
West Bromwich - Hull
0-3
Sunderland - Newcastle
2-1
Everton - Manchester United
1-1
Støðan í Premier
League:
1. Liverpool
23
2. Chelsea
20
3. Hull
20
4. Arsenal
19
5. Aston Villa
17
6. Manchester United 15
7. Portsmouth
14
8. Manchester City
13
9. Sunderland
12
10. West Ham
12
11. Blackburn
12
12. Middlesbrough
10
13. West Bromwich
10
14. Everton
9
15. Wigan
8
16. Fulham
8
17. Bolton
8
18. Stoke
7
19. Newcastle
6
20. Tottenham
5
Tað eydnaðist Liverpool at
fella Chelsea á Stamford
Bridge. Harvið datt Chelsea
eisini eitt pláss niður á
stigatalvuni, soleiðis at
Londonliðið nú liggur á
øðrum plássi við sama
stigatali sum uppflytararnir
Hull
Mynd: Polfoto