mánadagur 27. oktober 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 206 - 27. oktober 2008
tíðindi
Fríggjakvøldið varð
Ragnar Finnsson,
av hyggjarunum
hjá Talent 2008,
valdur at vera trið
størsta talentið í
kappingini. Lagið,
Ragnar framførdi
var eitt gamalt lag,
sum Ragnar hjálpti
til at gera liðugt.
Frammanfyri Ragnar
vóru Nicklas og
»Robotdreingirnir.«
Hesir seinastu vunnu
kappingina
TalenT 2008
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
12 ára gamli Ragnar Finns
son úr Havn, var fríggja
kvøldið við í finaluni í
Talent 2008. Tað gekk væl
hjá honum, og Martin Hall
– ein av dómarunum – sá
hann sum favoritt at vinna
kappingina. Julie Steincke
segði hann vera »the real
deal«.
Illa kann sigast annað,
enn at sangurin »She’s leav
ing«, sum The Dreams sang
arin, Hans Edward Andrea
sen, hevur gjørt saman við
Ragnari, varð væl móttikin
millum hyggjararnar. Tí
væl má vera frágingið, tá
Ragnar endaði á triðja pláss
ið í kappingini.
Beint
eftir
finaluna
greiddi Ragnar Finnsson
frá, at hann var sera væl
nøgdur við úrslitið, og at
sangurin
kemur
út
á
myspace síðuna hjá Ragnari
um stutta tíð.
Eitt gamalt lag
hjá The Dreams
Tá ið Ragnar trein á pallin í
finaluni í Talent 2008, fram
førdi hann lagið »She’s leav
ing.« Tað vóru kanska fleiri,
ið hava fylgt The Dreams,
ið kendust við lagið, og tað
hevur sína nattúrligu frá
greiðing.
Tað er eitt gamalt lag
hjá Hans Edward í The
Dreams. Aftaná hava vit
hjálpst at gera tekstin ordi
liga lidnan og arrangera
tað. Vit bygdu líkasum víð
ari uppá gamla lagið, sigur
Ragnar
Finnsson.
Hann
fegnast eisini um samstarvið
hann hevur havt við The
Dreams, og væntar at hann
í framtíðini sleppur at spæla
saman við teimum onkun
tíð.
Teir hava verið ordiliga
fittir alla tíðina, so eg kann
ikki siga nakað annað um
teir, flennir Ragnar.
Ein feit uppliving
Ragnar Finnsson var sera
fegin um framførsluna hjá
sær fríggjakvøldið.
Mann minnist ikki so
nógv, vit spældu bara, og so
mátti tað bara vera so, greið
ir Ragnar Finnson frá. Sum
metir hesa seinastu fram
førsluna vera ta bestu hann
hevur havt í Talent 2008.
Ragnar gjørdist nummar
trý í kappingini, og var tann
seinasti at vera valdur mill
um trý tey bestu. Tá síðani
endalig úrslitið kom, og
Ragnar fekk at vita, at hann
gjørdist nummar trý, sá
hann sera fegin út, og spurn
ingurin er, um hann helt seg
hava vunnið.
Eg var bara mega glaður
at blíva nummar trý, eg helt
meg ongantíð hava vunnið,
men nummar trý var tað
besta eg hevði væntað. Tað
er eisini meira enn gott at
blíva nummar trý, so tað
var bara pissefeitt, fortelur
ungi punkarin.
Ein skúladagur
sum aðrir
Í dag er Ragnar aftur í skúla
á Venjingarskúlanum, har
hann gongur í sætta flokki.
Hann metir ikki, at nakað
er broytt sum so.
Tað er akkurát sum van
ligt at vera aftur í skúla.
Sjálvandi hava tey ynskt
mær tillukku og so fram
vegis, men annars er onki
óvanligt við skúladegnum.
So tað er fínasta slag og dei
liga avslappað, sigur Ragn
ar.
Nýggir møguleikar
Ragnar ivast ikki í, at talent
luttøka fer at skapa honum
møguleikar innan tónleik
in.
Nú eru nøkur tilboð um
at spæla konsertir, so eg
fari at royna at spæla har
sum eg kann. Men mann
má sjálvandi taka tað sum
tað kemur, fortelur ungi
havnarmaðurin, ið hevur
bæði beinini niðri á jørðini,
hóast hann er vorðin ein
kendur
føroyingur
eftir
hondini.
Nicklas var mín
favorittur
Hóast
robotdreingirnir
vunnu kappingina, vóru tað
ikki teir Ragnar helt vera
bestar.
Nicklas The Nerd var
mín favorittur, men hann
bleiv so nummar tvey, sigur
Ragnar Finnsson, sum er
fegin um sína egnu luttøku
í Talent 2008.
Ragnar
triðstørsta
talent
í ríkinum
Ragnar Finnson framførdi saman við bólkinum lagið »She’s leaving«
Dómararnir vóru sera hugtiknir av, at Ragnar framførdi eitt lag, tey ikki høvdu hoyrt fyrr