mánadagur 27. oktober 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 27. oktober 2008
33
tíðindi
Ævintýrið hjá Ragnari Finnsson byrjaði fyri nøkrum mánaðum
síðani, tá hann og nakrir vinmenn vóru ein túr í SMS. Úttøka til
Talent 2008 var, og endin varð, at vinfólkini hjá Ragnari fingu
hann upp á pallin. Ragnar lænti ein gittara frá einum klaksvíkingi,
og so var alt klárt. Punkarin tók nógv á bóli, tá hann við gittara og
sangi framførdi lagið »Good Riddence« hjá punkbólkinum
Greenday. Fólkini frá Talent 2008 vóru hugtikin, og valdu hann at
luttaka í undanumfarinum í Hjørring.
Í Hjørring endurspældi Ragnar lagið hjá Greenday, og slapp við
tveimum
dómaraatkvøðum
fyri
og
einari
ímóti
við
í
semifinaluna.
Í semifinaluni hevði Ragnar eina sera sterka framførslu við
lagnum »99 red baloons«, ið var eitt hitt í 80’unum. Hóast ungi
Havnarmaðurin hevði eina framførslu, ið nógv vóru glað fyri,
gjørdist hann nummar tvey í semifinaluni. Nicklas, ið nógv sóu
sum favorittin at vinna kappingina gjørdist fremstur í hesi
semifinaluni.
Í finaluni framførdi Ragnar lagið »She’s leaving,« og dómararnir
vóru sera glaðir fyri, at hann nú framførdi sítt egna tilfarð. Hetta
rakk sum flestum kunnugt til eitt triðja pláss í kappingini.
Langur vegur
í finaluna
Foreldrini, Malan Thomsen
og Finnur Hansen, eru
sera errin av 12 ára gamla
soninum
Lagið, ið Ragnar framførdi,
hevur hann gjørt saman við
Hans Edward Andreasen úr
The Dreams