mánadagur 27. oktober 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 206 - 27. oktober 2008
Kommiserstuntið hjá
Edmundi riggaði í 10
tímar. Halda tey flestu. Tí,
tá hevði vinmaður hansara,
fiktivi sambandssalvarin,
Olli Rehn, víðkanarkommi
serur í Felagsmarknaðin
um, skotið uppblásta kíkin
niður aftur í ólukkumát.
Samansokkin og flatur.
Hendinga góður journalist
ikkur hjá sjónvarpinum.
Stendur áleypandi upp
ímóti oddagreinunum í
teimum báðum størstu
dagbløðunum, sum hálova
og hevja oyramannin upp í
skýggini, fyri hansara
serstaka konstruktivu
framsøkn í føroyskum
europapolitikki.
Tey, sum vita nakað um
ES og regluverkið, sum har
er galdandi, vitstu eisini, at
Olli í sínum villasta hug
flogi aldri hevði funnið
uppá at sagt næstformanni
num í løgtingsins uttan
landsnevnd, sum er fyrr
verandi løgmaður, ting
formaður og fólkatings
maður fyri Sambands
flokkin, at føroyingar fóru
at fáa sersømdir í fiski
vinnumálum, um so var, at
vit ynsktu at gerast limir í
europeiska samveldinum
ES. Maðurin tosar finskt,
svenskt, týskt, franskt og
eingilskt mál, harvið skuldi
ongin orsøk verið til, at
hann er vorðin misskiltur.
Hóast Edmund tykist at
hava tapt, í fyrstu atløgu,
so er málið als ikki so ein
falt kortini. Gamla stríðið í
Sambandinum er á ongan
hátt av, og nú er tað bara
ein spurningur um, hvør
vinnur miðvøllin og
hvussu kringir áleypararnir
vera við sparkiteknikki
num, í døgunum sum nú
koma. Málmansevni kunnu
ikki brúkast. Dagsskráin í
stuntinum var hvørki Olli,
ES, EFTA ella føroyskur
fiskivinnupolitikkur. Dag
skráin var heldur, at lokka
løgmann út á eina eirinda
leysa glíðibreyt. Í eina
snaru. Fellu. Ein liður í
fraktiónsstríðnum um vald
ið í Sambandsflokkinum.
Nú skal bræsni oddvitin
grillast, meðan hann situr
og hugnar sær á sjálvum
piedestallinum úti á Ting
helluni, skoðandi yvir alt
tað fitta fólkið, sum í
landinum býr.
Tað eydnaðist til fulnar.
Kaj Leo leyp við báðum
beinum á bláman, við bindi
fyri eyguni, táið hann kall
aði allan fjølmiðlaheimin
til fundar á Panorama
sum formaður í Sambands
flokkinum. Sjálvur setti
hann fundin, og beyð øll
um at vera vælkomin, og á
skíggjanum ígjárkvøldið
sóust øll tey tyngstu
koryfe´ini, herurin av
intrigantum guerilleros, hjá
afturhaldsflokkinum, í eini
trivaligari kjøtrond kring
sláturlambið. Skeiva smílið
hjá Mr. Dahl, táið hann
teskandi doseraði einhvørji
ráð og brøgd inn í annað
oyra á tjóðveldisformanni
num, avdúkaði ikki so lítið
av ætlanini við hesum
merkiliga raidinum heilt
frá morgunstundini. Táið
løgmaður hevði introduser
að, slapp bridgespælarin
framat. Speak to the
nation. Entertainment fyri
allar pengarnar, og sjálv
andi vitsti løgmaður um
innihaldið í kunningini á
einum fundi, sum hann
sjálvur hevði skipað fyri.
At Høgni Hoydal ikki
slapp framat við sínum
spurningum, var tilvitað.
Stuntið og gyklið máttu
undir ongum umstøðum
avdúkast á fundinum sjálv
um, táið hann sjálvsagt,
serliga sum fyrrverandi
uttanríksráðharri og núver
andi fólkatingslimur, kundi
beint fyri kvettætlanini í
Sambandsflokkinum, á
sjálvum fundinum. Alt
kundi tá farið í vaskið, tí
var tað alt umráðandi, at
hann var ómælandi, nú
palltjøldini vóru drigin frá,
og monologurin og komed
ian skuldu spælast á
scenuni, sum var sett einar
seks hæddir omanfyri
asfaltið á Áarvegnum. Tað
ræður um at hava luft undir
veingjunum, táið flogið er
so ørandi høgt.
Tað er skilagott av MJE
fraktiónini, at hon hevur
sett Edmund til hesa vága
somu atsøkn. Hann er
somikið til aldurs komin,
at hinir báðir hava eina
politiska framtíð, eisini
táið hetta stríðið er lokið.
Hann fær eina góða milli
ón krónur um árið, frá
donskum vaskikonum og
skorsteinssóparum, um
framt donsku og føroysku
tingamannalønina, til m.a.
at skriva lesabrøv fyri, tó
ikki til hetta virksemið, ið
hann nú er farin undir, tað
hava fleiri danskir flokkar
kent ringan sviða av, og tí
koyrir hann helst í meira
lagi skeivu megin eggina í
løtuni. Men tað tykist Per
Højgaard at leggja líka í.
Og hví skuldi hann annað?
Soleingi taxametrið koyrir,
so er tað eitt feitt fyri hann.
Hann hevur onga ábyrgd
av hesum sirkusinum, ger
bara sítt lønta profession
ella arbeiði, hóast fjøl
miðlaráðgevin hjá Eik
Bankanum kom sær í ein
ávegis tronga, nú Ólavur í
Beiti á Vágaportalinum
hevur avdúkað hann við
dokumenteraðum tilfari
at kalla nektaðan. Portalur
in hjá Ólavi hevur nevni
liga teldupostar á skíggjan
um, har spinndoktarin
heitir á sambandsskrivaran
við einglaveingjum, Helga
Abrahamsen, um at strika
upprunan í meylunum,
uppruna avsendaran, har
hesin greitt hevur lagt
strategi´ina fyri hendan nú
so famøsa fundin hjá Sam
bandsflokkinum. Hann
skuldi ikki lagt í, táið spor
hansara ikki eru meira duld
enn tað, at kervið á Christ
iansborg kann upplýsa
teimum, sum eru fregn
andi, soljóðandi
upplýsingar:
Per Højgaard
Fornavn: Per
Efternavn: Højgaard
Stilling: Pressemedarbejder
Gruppe: V
Enhed: Pressetjenesten (V)
Kontor: 3068
Lokalnummer: 4607
E-mail: Per.Hojgaard@ft.dk
Brugernavn: vperh
SMS-nummer: +4561624426
Fax: 33894607
Sekretær/sekretær for 1:
Edmund Joensen
Sekretær nummer 1: 4590
Firma: Folketinget
Gade: Christiansborg
Postnummer: 1240
By: København K
MJEfraktiónin hevur
valt sær uttanríkispolitikkin
sum ABCsamgongunnar
akkilleshæl. M.a. tí, at teir
ikki trívast í herskna rákan
um frá tí sermerkta merk
antila hurpalinum, sum
umsitur tað ráðið. Næstfor
maðurin í løgtingsins uttan
landsnevnd sigur seg hava
tosað við víðkanarkommi
serin um føroyskan ES
limaskap. Jørgen Niclasen
dyrgir eftir EFTAlima
skapi, og vil ikki vita av
Felagsmarknaðinum.
Vinnumálaráðharrin sigur
føroyskum vinnuáhuga
málum, at handilsstongsilin
í Russlandi er ein trupul
leiki, sum vinmaðurin
Edmund skal taka sær av,
sum limur í fólkatingsins
uttanlandsnevnd, og
Edmund blástemplaði hesa
útsøgnina í fjølmiðlunum í
gjár. Síðani fer vinnumála
ráðharrin á fund við ein
russiskan handilsattaché í
Keypmannahavn um sama
mál. Annars ein komiskt
stigveldisskipaður vavstur.
Eftir tað ynskir Kaj Leo
ikki at luttaka í einum
kjaki í sjónvarpinum, um
europapolitikkin hjá sam
gonguni, tí sum hann mál
bar seg í undanberingini,
hann var samdur við
Jørgen um alt, eisini
áðrenn hann vitsti, hvørjar
hugsanir seyrvingurin fór
at leggja fram fyri hyggjar
unum. Í tinginum tók
dirvisloysið tó fullkomu
liga yvirhond, táið hann
ikki helt seg til at svara
spurningum frá andstøðuni
um sama mál. Og í gjár
kom so klimaksið í seytj
anda potensi. Táið formað
urin í Sambandsflokkinum
útbasuneraði, at fundurin á
Panorama var alneyðugur,
tí nú ráddi um ikki at gita,
nú ráddi um at vita. Og ta
lívsneyðugu vitanina
skuldi trojanski hesturin,
Edmund Joensen, servera
fyri føroyingum. Eftir
útsagnum frá skrivstovuni
hjá Olla Rehn í gjárkvøld
ið, var hendan lívsneyðuga
vitanin avdúka sum ein
loddrøtt kolasvørt lygn, eitt
stórt bluffnummar.
Nú halda øll, at góð ráð
eru dýr, men tað hendi í
veruleikanum ikki annað
enn, at nú stendur áleið á
jøvnum ímillum partarnar.
Edmund Joensen hevur
samsvarandi skrivaranum
hjá víðkanarkommiseri
num, Olla Rehn, logið fyri
Føroya fólki, og tað sum
verri er, Føroya løgmaður
hoppaði í sínum himinróp
andi naiviteti uppá íspunna
fótongulin, sum skuldi vísa
seg at vera gykl úr enda í
annan. Spennandi verður
nú at frætta, hvussu journa
listarnir fara at handfara
málið. Torir nakar fram
eftir degi at spyrja
Edmund, hví hann tilvitað
leyg fyri Føroya fólki, og
dittar nakar sær at spyrja
Kaj Leo, um eitt land kann
hava ein politiskan oddvita,
hvørs politiska útsýnið er
somikið kámað, at hann
ikki hevði kunnað verið
sleptur leysur í einum
arabiskum bazari?
Veit ikki nær hesin fund
urin hjá Olla og Edmund
hevur verið, tað ljóðaði
næstan á skrivaranum, sum
høvdu teir sitið í einum
ófýsiligum spísikamarið
onkustaðni inni á megin
landinum, og telvað ein
nýggjan europeiskan fiski
vinnupolitikk til sættis.
Hetta mátti tó frá upphavi
vera eitt politiskt paradoks,
ein heimabryggjaður
tankatoskur, tí hin 24. apríl
í ár, var eg saman við fólki
frá Fiskimálaráðnum og
Sendistovuni í Bruxelles á
fundi við ESkommiserin í
fiskivinnumálum. Eftir eitt
ávíst samskifti við skotskar
ESparlamentarikarar, sum
ynskja broytingar í europ
eiska fiskivinnupolitikki
num, ynskja at hesin poli
tikkur verður delegeraður
útaftur til limalondini, at
reka suverent, var spurt um
hesi viðurskifti, og hvussu
tey fóru at verða skipað í
framtíðini. Ein ógvuliga
fryntligur Joe Borges
gjørdi púra greitt, at í so
máta vóru ongar ætlanir,
yvirhøvur, á breddanum.
Hitti hann aftur suðuri á
Malta, ein mánaða seinri,
og heldur ikki tá vóru nakr
ar ábendingar um, at hann
ella kommisiónin høvdu
aðrar ætlanir, enn at halda
rimmarfast um verandi
rikna fiskivinnupolitikkin í
ESsamveldinum.
Annars eiga øll at leggja
sær í geyma, at Edmund
Joensen og Sambandsflokk
urin tosa als ikki um før
oyskan limaskap í ES
samveldinum, teir tosa um
ein danskan limaskap í ES
samveldinum fyri Føroyar.
Tað málið loysist lættast
við, at Kaj Leo ringir til
vinmannin í forsætismála
ráðnum í Keypmannahavn,
linjurnar ímillum løgmans
skrivstovuna og statsmini
steriið eru glóðheitar
frammanundan av politisk
um ekvivalensi, og heitir á
hann, um at fyrivarnini
viðvíkjandi Føroyum verða
strikað í donsku limaskaps
treytunum, ella hann heitir
á Edmund um at bera boð
ini í siglaðum brævi, táið
hann aftur fer undir sítt
politiska charlatanarí á
rískisborgini. Hasin kleyv
arskapurin kann ordnast í
eini handavending. Og
ímeðan sita Fólkaflokkurin
og Javnaðarflokkurin, sum
ryssur yvir deyðum fylum,
og hava sáttað seg við, at
Kaj Leo á fundi í ”lítlu
samgongu” hevur svorið
eið um, at hann og Sam
bandsflokkurin onki sum
helst høvdu við ein fund at
gera, sum teir samsvarandi
øllum keldum høvdu fyri
skipað, sum teir høvdu
bjóðað inn til, sum Kaj
Leo setti, táið hann bjóðaði
øllum at vera vælkomnum,
og sum hann engasjeraður
luttók í saman við flok
sins absolutta hierarkii. Alt
ímeðan Edmund, sum ein
annar Ludvík XIV´di,
gongur og brummar orðini:
”L´Etat c´est moi.” Politisk
megalomani er ring sjúka,
men kann ivaleyst eisini
brúkast í royndini, at reiða
ból fyri t.d. einum nýggj
um formanni á politiska
vígvøllinum. Hvussu tann
telvingin fer at spæla av í
MJEfraktiónini, tað fer at
spyrjast um, áðrenn langt
er umliðið.
Tá ið spinnið kámar útsýnið, ella?
Tórbjørn
jacobsen
Býráðslimurin og argja
maðurin Sjúrður Olsen
harmast í bløðunum um, at
meirilutin í Tórshavnar
býráð ikki hevur megnað at
bygt eina ítróttarhøll á Argj
um og heldur, at ov lítið er
fallið í lut hjá sínum býar
parti. Rætt er, at rúm ikki
varð fyri eini ítróttarhøll á
Argjum á hesum sinni.
Sum býráðslimur eigur
hann at vita, at inntøkur og
útreiðslur mugu tillagast,
og at trøini ikki vaksa inn í
himmalin. Sitandi meiriluti
hevur valt at raðfesta skúl
arnar høgt, eitt øki sum
ongan góðan hevur átt í
býráðnum í nógv Harrans
ár, og sum lá í skeljasori, tá
vit tóku við. Tí er støðan
syrgilig á skúlaøkinum.
Børn á Argjum, á Velba
stað og í Kommunuskúlan
um hava gerandisskúla
gongd í sokallaðum fyri
bils skúlastovum ella
barakkum. Hetta er ein
neyðloysn, ið vit vórðu
noydd at taka, men hesar
fyribilsloysnir mugu og
skulu burtur aftur, og tað
ongantíð ov skjótt.
Tveir skúlar eru tí í gerð,
ein á Løgmannabreyt og
ein á Argjum. Ábøtur eru
og verða gjørdar á øðrum
skúlum. Fyri framman
standa stórar íløgur, ið
skulu gerast í at dagføra
Kommunuskúlan, at út
byggja Sankta Frans skúla,
at byggja nýggjan skúla á
Velbastað o. fl.
Vit ynskja øll fyri børn
okkara, at tey fáa góða
skúlagongd og góðan lær
dóm. Vitan og lærdómur er
hornasteinurin undir einum
og hvørjum samfelag, og
er treytin fyri øllum fram
burði.
At argjafólk eru við
sviðusoð, eri eg ikki samd
í, tí nýggjur skúli við góð
um fimleikarhallum fyri
áleið 200 milliónir er á
veg. Vega og gøtugerðir
fyri 10tals mill., dagføring
av kloakkum, yvirtøka av
vegum og ábøtur kring
fótbóltsvøllin, eru eisini
framd á Argjum hettar val
skeiðið. Sjálvandi hava
argjafólk eisini fingið lut í
ókeypis busskoyringini, nú
við øktum títtleika, hækk
aðum barnafrádrátti, lækk
aðum dagstovnagjaldi og
øktum systkinaavsláttri v.
m., ið eisini eru framd í
hesum valskeiði.
Tjóðveldi raðfestir lær
dóm og trivnað hjá øllum
borgarum høgt.
Argjafólk við sviðusoð?
býráðslimur og
valevni á lista E
Marin
KaTrina
Frýdal
viðmerking