Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-27, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 27. oktober 2008 35 Í mínum eygum veksur Edmund Joensen, politikari fyri hvønn dag sum legst aftur at lívsleiðini. Hann er ein gandakallur, sum kann tað, ið hinir bara snakka um og trekkja løn fyri. Hygg bara eftir vallógini. Alla mína tíð hevur verið keglast um Føroyar sum eitt valdømi. So kemur Edmund sum løgtingsfor­ maður av sínum eintøkum, og smíðar eitt lógaruppskot og uttan nakað drál eru Føroyar eitt valdømi. Hinir politikararnir standa bara spyrjandi og skilja púra einki. Nú hevur hann fingið orð frá einum ES kommiseri fyri, at vit kunnu gerast partur av ES samveldinum, hvat vit forrestin longu eru sum danskir statsborgarar, uttan at missa ræði á fiskivinnupolitikkinum. Eg, sum føroyingur eri ES borgari tá tað passar mær og havi reytt ES pass. Ræðið á fiskivinnuni var tað sum fekk okkum at siga nei í 1972 og síðan er einki hent. Her hevur verið deyðatøgn. Ongin politikari á tingi í dag sat á tingi í 1972. Allir eru komnir seinni. Ein avgerð hjá føroyska fólk­ inum í 1972 hevur niður­ bundið føroyingar fram til dagin í dag at halda kjaft og ikki hava eina meining um ES. Verandi politikkar­ ar halda á lívi eina avgerð sum var tikin, áðrenn teir fingu politiska ávirkan. Eg var bara 15 ára gamal í 1972, í dag eri eg 51 ár og hárið er farið at grána og í øll hesi ár hevur tað verið tabu í Føroyum at tjakast um fyrimunir og vansar við ES. Á hesum økinum hevur verið sum í grøvini. Alt hevur verið niðurbundið í, at ES lima­ skapur er treytaður av at útlendsk skip fara at tøma okkara grunnar, sum um vit ikki duga tað eins væl sjálvir. Alt mítt vaksna lív hevur tað verið alment góðkent, at ES verður ikki tosað um. Eg eri ikki organiseraður politiskt og Sambands­ flokkurin hevur so eviga rætt. Lat okkum fáa eitt opið kjak um ES, soleiðis, at eg kann gera mær metingar av hvørjir fyri­ munir eru av einum lima­ skapi og hvørjir vansar eru. Tað kann ikki verða rætt, at ættarliðið í 1972 skal í allar ævir hava parkerað eitt sakligt orðaskifti um okkara risagranna fyri sunnan. Ein rættuliga stórur partur av hesum ættarliðið liggur undir grønu torvu í dag. Vit eru føroyingar í 2008 og ikki í sovnað leivd av 1972. Kanska eitt sakligt ES orðaskiftið fer at gloppa fyri kunnleika. Kanska gerast forkrypl­ aðu fíggjarviðurskiftini hjá føroyingum, sum fáast við mentan, munandi betri í einum ES limaskapi. Kanska gerast møguleik­ arnir hjá okkara ungdómi munandi betri Kanska við limaskapur geva eitt gipp í okkara útbúgvingarmøguleikar. Kanska fer ein limaskap­ ur at føra við sær, at okk­ ara fyrsta fremmandamál gerst enskt og vit gerast lættari partur av alheims­ gerðini.. Kanska fer ein limaskap­ ur at slóðað fyri øðrum vinnum, soleiðis at vit gerast minni bundin at fiskivinnuni Kanska fáa vit eitt heilt annað frælsi í stóra felags­ skapinum fyri sunnan. Tað er hent nógv sein­ astu 36 árini í heiminum, meðan tøgn hevur verið í Føroyum um ES, Kanska skulu umhugsa støðuna aftur. Eg veit ikki um vit skulu upp í ES. Eitt opið og sak­ ligt kjak fer at hjálpa mær og øllum føroyingum at taka eina greiða støðu til hetta mál. Í dag hanga við føst í 1972. Ongin føroyingur og allarminst politikararnir hava í dag neyðuga kunn­ leikan til at siga um vit skulu vera innanfyri ella uttanfyri ES. Tí mugu vit fáa eitt tjak um hetta tabu. Og hvørjir eru vit, demo­ kratiskt sinnaður føroying­ ar, sum ræðast eitt kjak? Sambandsmenn, kon­ servativir av lyndi, vísa nýhugsan her. Lat okkum lurta. Takk Edmund fyri at tú breyt tøgnina enn einaferð. Edmund er genialur Rithøvundur justinus@post.olivant.fo Jústinus Leivsson eidesgaard Føroyingar sum onnur runt um í heiminum brúka hugtøk, sum ongantíð fyrr, serliga nú ein álvarsom kreppa herjar í fíggjarvinn­ uni í td. USA og Evropa, herundir hjá okkara nærm­ asta granna Íslandi. Eitt av hugtøkunum, sum verður brúkt, er spekulatión ella búskaparlig spekulatión, sum elvandi til búskapar­ ligar kreppur av ymiskum slag. Í donsk­føroysku orða­ bókini stendur m.a um orð­ ið at spekulera: Grunda, hugsa ella ætla sær at vinna pening av einum. Sæð út frá einum marknað­ arbúskaparligum sjónar­ horni, kann hugtakið allýs­ ast meira fjølbroytt og nýtu­ ligt í kjakinum um búskap­ ar­ og fíggjarkreppu, orsøkir o.a. Vanliga, tá hugtakið verður brúkt, er tað oftast í einum negativum týdningi, av tí, at tað so líðandi er vorðin ein vanlig fatan, at spekulation er gott fyri nøkur fá og minni góð fyri tey flestu. Hóast hetta, verður spekulatión góðtik­ ið sum nakað, ið er komið fyri at verða. Hugtakið spekulatión er knýtt at marknaðarbúskapi og er í veruleikanum so tætt atknýtt, at vit ikki kunnu fáa ein marknaðar­ búskap at virka uttan speku­ latión. Í breiðastu merking er talan um eitthvørt slag av keyp og sølu av vørum, tænastuveitingum, fastari ogn, virðisbrøvum og pen­ ingi, har seljarin ynskir hægst møguligan prís fyri eitt produkt, og keyparin vil hava tað so bíligt sum møguligt – hetta er tað vit kunnu fata sum marknaðar­ búskapur. Marknaðar­ kreftirnar avgera prísin – tað er ein spurningur um útboð og eftirspurning. Tá vit dagliga tosa um spekulatión, hugsa vit um handil við virðisbrøvum (partabrøv og obligatiónir) og peningi, somuleiðis sum vit eisini tosa um fastar ognir. Spekulatión við føstum ognum er vanliga negativt umrøtt av teimum fólkum, sum ikki eiga fastar ognir. Spekulatión kann gagna einum stórum parti av marknaðinum ella fleiri av okkum sum forbrúkarar o. a. – meðan ein annar form­ ur fyri spekulatión mest gagnar nøkrum heilt fáum – og sum oftast uppá bekostning av skattgjaldar­ unum, innlánarum o.a. Fólk kunnu skjótt gerast samd um, at sløgini av spekulatión fyrikoma í flestu av londunum og eis­ ini í Føroyum – spurning­ urin er bara um spekula­ tiónin í Føroyum seinastu árini hevur gagnað nøkrum fáum (negativar avleiðing­ ar), men ikki gagnað teim­ um flestu (positivar avleið­ ingar). Hetta merkir, at íløgur og verkætlanir ikki eiga at grundast á, at skatt­ gjaldarin í kommunu­ og landsskatti skal bera part av einum kostnaði ella hanga uppá langtíðarkon­ trakir fyri, at eitt vinnuligt prosjekt kann hanga saman búskaparliga. Tað skal heldur ikki kunna lata seg gera at selja seg politiskt við pengum frá tí almenna, td. veita stuðul umvegis almennar grunnar, selja almennar ognir ov bíliga o.a. – nærmast fyri at røkja privat áhugamál. Viðmerkjast kann, at opin landamørk við teim­ um fýra frælsunum hevur skapað størri og sterkari møguleikar fyri øllum sløgum av búskaparigari spekulatión – td. á EU­ marknaðinum. Tað verður spekulerað í bæði góðum og ringum búskaparligum tíðum – eitt nú vilja penga­ sterkir persónar og feløg fara uppá innkeyp í kreppu­ tíðum ­ keyparans marknaður. Tað er uppgávan hjá politisku skipanini at hava eftirlit við marknaðunum, soleiðs at gongdin í størri mun verður merkt av poli­ tikki, sum má ganga út yvir marknaðarkreftirnar, tvs. spekulantarnir. Myndugleikarnir í sjálv­ støðugu londunum rundan­ um okkum hava fíggjar­ politisk amboð og aðra lóg­ gávu at stýra ella ávirka spekulatión – umframt ein tjóðbanka at ávirka td. rentistøði umvegis aktivan penga­ og valutapolitikk. Danski politikarin Per Stig Møller segði tað soleið­ is í einari radiosamrøðu við P1 tann 8. januar 2001: "Hvis du skal have et frit marked, så skal du beskytte friheden på markedet. Og du beskytter ikke friheden på markedet, hvis markedet i virkeligheden går ud på, at nogle skal maksimere nogle enorme indtægter på manges bekostning. Det er den økonomiske friheds paradoks, som jeg er inde på der. Du kan ikke have økonomisk frihed, hvis ikke du har en overvågning og regulering af friheden ­ for ellers forsvinder friheden.” Búskaparlig spekulatión – ein politisk eftirlitsuppgáva reidar nónfJaLL Eingi grundøkir. Valfundur í Kollafirði, størsti trupul­ leikin er at fólk rýma, tí tey fáa einki grundøki. Hetta kom fram frá fundar­ fólkinum á valfundinum, sum vit høvdu í Café Chil´l í Kollafirði, herfyri. Størsti trupulleikin fyri framburði í Kollafirði er, at har eingi grundøkir til sethúsabygging og aðar almennar og kommunala byggingar. Hetta hevur eisini við sær, at allur vøkstur í Kolla­ firði stegðar upp. Ungdómurin rýmur úr bygdini, fólk koma ikki til bygdina og nógv keypa sær grundøkir og hús í granna bygdunum. Alt stegðar upp í Kollafirði Hetta gongur ikki longur, alt stegðar upp, bæði ætlan­ ir um bygging av td, nýggj­ um barnagarði, nýggjur frítíðarskúli, eldaríbúðir og ellisheim. ­ Vit mugu fáa skil á hesa negativu gongd, soleiðis, at tað verður livandi aftur í Kollafirði. Vit noyðast at keypa og evt ognartaka jørð fyri, at fáa skil á óskilið, sum her valdar. Tvs. tað má bera til at bjóða jarðarmonn­ um og øðrum aðrar góðar avtalur. Soleiðist, at alt ikki stegðar upp. Hetta er sjálvandi ikki bara sum at siga tað, men vit hava ein stóran trupul­ leika á økinum, sum má loysast beinavegin. Hetta er eisini eitt landsmál Hetta er sjálvandi eisini eitt landsmál, men í felag mugu bæði komm­ unalir og lands­ myndu­ leikar síggja, at alt stegð­ ar upp í Kollafirði. Fólk koma ikki til bygdina og fólk rýma úr Kollafirði. Eg fari, um eg verið valdur inn, at gera mítt til, at skil koma á hesu viðurskiftu. Soleiðis, at fólkið ikki alt rýmur úr bygdini. Vel Levi Mørk, eg stuðli tykkum øll, eisini tey sum búgva í Kollafirði. Fólk rýma úr Kollafirði Levi Mørk At skútan Klaksvík hevur kollsilgt, vita øll. Skipari og stýrimenn á skútini tey seinastu árini hava havt ymiskar frágreiðingar um, hví so er. Andstøðan metir, at teirra niðurstøður als ikki hava nakað við veru­ leikan at gera. Nevnt hevur millum annað verið, at vantandi inntøkur, Norð­ oyatunnilin og so fram­ vegis, hevur ført skútina Klaksvík av kós. Hetta hevur als ikki nak­ að við veruleikan at gera, og er hetta bert roykslør at fjala yvir vantandi førleikar at føra skútuna. Klaksvíkar Kommuna er farin av kós, millum annað av hesum orsøkum: • Vantandi politiskt fíggj­ arstýring • Vantandi langtíðar raðfestingar • Hall á fíggjarlógini fleiri ár á rað • Ov nógvar verkætlanir og ikki neyv stýring av teimum. Andstøðan vil taka hunda­ vaktina um neyðugt Vit duga at síggja álvarsemi í støðuni, vit eru í. Tískil vil andstøðan í Klaksvíkar Kommunu vera við til at rætta upp á kósina. Men til tess at tryggja framtíðina, vilja vit seta hesi uppskot fram, í samband við fíggjarlógina 2009. • Raksturin skal skerjast. Skal í minsta lagið niður á 88 mió. • Fíggjarlógin skal javn­ viga. • Klaksvíkar Kommuna skal gera langtíðar rað­ festingar. • Greið útmelding frá Klaksvíkar Kommunu skal fyriliggja, um hví vit eru komin í hesa støðu – og hetta er ikki orsakað av vantandi inntøkum í ár • Serfrøðingur/konsulent­ ur skal setast aftur at greina og betra um raksturin av Klaksvíkar Kommunu Eitt hvørt inntriv, sum verður gjørt í samband við fíggjarlógina 2009, skal øll samgongan standa aftan­ fyri, um teir ynskja at andstøðan skal verða við. Andstøðan vil vera við til at beina Klaksvíkar Kommunu á rætta leið aftur Sambandsflokkurin: Hans Arne Bertholdsen Javnaðarflokkurin: Tummas Lervig og Signhild Joensen Sjálvstýrisflokkurin: Kristian Eli Zachariasen viðmerking