mánadagur 27. oktober 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 206 - 27. oktober 2008
Helst er tað bert Sjónvarp
Føroya, ið roknar við, at
ein ES-nevndarlimur yvir
fyri fjølmiðlunum fer at
vátta ella avsanna nakað
sum helst um sínar meting-
ar av einum úrsliti av
møguligum samráðingum,
sum ikki eru byrjaðar
Sjónvarpið hjá Kring-
varpinum hevði í Degi og
Viku hóskvøldið hesa
høvuðsyvirskrivt:
"Edmund Joensen,
fólkatingsmaður, vísti til
lyfti frá ES-nevndalimi-
num, Olli Rehn, tá hann í
morgun legði fram laga-
ligan ES-politikk, men Olli
Rehn vil ikki kennnast við
nøkur lyfti".
Vanliga vandi eg mær
sera væl um orðini, og tann,
sum lurtaði væl eftir tí, eg
havi sagt um hetta mál,
veit, at eg havi talað um
nakrar greiðar ábendingar,
ið ES-nevndarlimurin Olli
Rehn er komin við. Hetta
sama havi eg skrivað í
tíðindaskrivinum, sum er
sent út um sama mál.
Tað er púra rætt, at
Edmund Joensen ikki
hevur fingið nøkur LYFTI
úr Brússel, og tað sigur
eisini seg sjálvt, at slík
lyfti kann ein ES-nevndar-
limur ikki geva einum
parlamentarikara á einum
óformligum fundi.
Man skal heldur ikki
vænta, at ein ES-nevndar-
limur yvir fyri fjølmiðlun-
um fer at vátta ella avsanna
nakað um sínar metingar
av einum úrsliti av møgu-
ligum samráðingum sum
ikki eru byrjaðar. Hann
hevur neyvan heldur nakra
heimild til á nakran hátt at
binda ES.
Men hóast Sjónvarpið
roynir at spinna ríkiligt
burturúr, er framvegis
klettafast, at ES-nevndar-
limurin, Olli Rehn, á
óformligum fundi okkara
millum er komin við - ikki
lyftum - men greiðum
ÁBENDINGUM um, at
Føroyar kunnu gerast
partur av ES við at brúka
hitt sonevnda Álendska
Modellið sum fyrimynd.
Á tann hátt ber til at fáa
varandi undantøk fyri fiski-
vinnuni og umsitingini av
fiskatilfeinginum. Men
sjálvsagt skal hetta form-
liga staðfestast og góðkenn-
ast aftaná veruligar
samráðingar.
Gjárdagurin segði nógv
um summi. Politikarar
komu kropp á kroppi fram
at hildnum mikrofonum og
søgdu, hvussu skaðiligt tað
er at fáa nýggjar upplýsing-
ar, sum í veruleikanum
bert kunnu fjøltátta europa-
politiska kjakið í Føroyum.
Er orsøkin ikki, at fólka-
floksmenn og tjóðveldis-
menn eru bangnir fyri, at
Føroya Fólk skal fáa eyg-
uni upp fyri, hvat er best
fyri land og fólk?
Teir kunnu ikki í álvara
vera bangnir fyri, at Olli
Rehn og eg einsamallir
lima Føroyar inn í ES.
Hvørgin av okkum hevur
eitt slíkt mandat.
Mín einasta ætlan er at
útvega flest møguligar
upplýsingar um ES. Mín
áskoðan er eisini at vit eiga
at taka upp samráðingar
við ES.
Og skuldi úrslitið av
slíkum samáðingum endað
við á leið tí, sum Olli Rehn
og eg tosaðu um, so áttu
vit at skipað fyri einari
fólkaatkvøðu um úrslitið.
Eg eri sannførdur um, at
tað er júst hetta, sum loys-
ingarmenn ræðast verri
enn hin versta sjálvan.
Var tað Tjóðveldi – ella
stjórnarleiðari í øðrum
landi – ið hevði lagt orð í
munnin á einum ES-
kommiseri, sum nú eru
avdúkað sum ósannindi,
hevði tað neyvan nakran-
tíð verið niðurafturlagt.
Men man hetta hjá sam-
bandinum ikki bara enda
við onkrum tíðindum frá
løgmanni um, at øll eru
samd og at vit vilja alt í
senn?
Eftirhondini gerst meira og
meira pínligt at eygleiða
føroyskan politikk og før-
oyskar fjølmiðlar. BAC-
samgongan er djúpt ósamd,
hóast hon ongi politisk mál
hevur. Kortini spæla flestu
fjølmiðlar við í at skapa
spjøldur og myndir um, at
nú valdar semja og arbeiðs-
lag, meðan tað sjálvsagt
eru Tjóðveldi og ikki minst
undirritaði, sum eru
klandursvætti og ómøgulig.
Seinasti sjónleikurin hjá
Løgmanni, Edmund
Joenseni og Sambands-
flokkinum er feskasta døm-
ið um, hvussu veruleikin
verður snaraður:
Løgmaður og sambands-
flokkurin bjóða til tíðinda-
fundar um “slóðbrótandi
nýggja vitan”, har tey boða
alment frá, at Føroyar
skulu gerast limur í ES
sum partur av Danmark, og
at EFTA kann als ikki
brúkast.
Flokkurin, sum hevur
leiðslu landsins boðar frá,
at tey hava verið í sam-
bandi við ein ES-kommi-
sér, sum hevur sagt, at
Føroyar fáa sertreytir og
undantøk fyri fiskivinnu,
og at tað als ikki fer at
ávirka okkara rættarstøðu,
at fara inn í danska ES-
limaskapin.
Tjóðveldi og undirritaði
gera alment vart við, og
grundgeva fyri, at Edmund
Joensen og Sambandsflokk-
urin føra privatan uttanríkis-
politikk, undirgrava Løg-
tingið og skaða áhugamál
og trúvirði føroyinga í
samráðingum.
Fjølmiðlafagnaður
Í fjølmiðlunum verður
undirritaði lýstur at vera “í
øðini”, og fær spurningar
um, hvørt “eg ikki bara eri
øvundsjúkur inn á Edmund
Joensen”. Hetta samsvarar
jú so væl við følsku mynd-
irnar, sum støðugt verða
bygdar upp og endurtiknar.
Gjørdi mær enntá tann
ómak at møta upp á tíðinda-
fundi hjá løgmanni og
Sambandsflokkinum, har
eg gjørdi vart við, at tað
ber ikki til at bluffa og
leggja orð í munnin á
teimum, sum vit skulu
samráðast við. Eg heitti
har eisini á fjølmiðlarnar
um ikki at bera tíðindi, ið
ikki vóru eftirkannað, tí
hetta fór at gera løgmann
og føroyskar myndugleikar
til láturs og skaða okkum í
altjóða samfelagnum.
Og úrslitið? - Bæði tey
stóru bløðini rósa í odda-
greinum framferð Edmund
Joensens og sambands-
flokskins til skíggja. Dimma-
lætting leggur í oddagrein
Tjóðveldi og undirritaða
undir “politiskt spinn” í
málinum. Og Sosialurin er
fyrstur við “slóðbrótandi
tíðindunum” frá “vælvitandi
keldum” – og blaðið setur
myndir og víðkaða
oddagrein á breddan.
Kringvarpið kritiskt
Men Kringvarpið prógvar
týdningin av, at hava kritiskar
journalistar, sum eftirkanna
tey, ið hava vald og skulu
standa við sína ábyrgd.
Løgmaður og uttanríkis-
ráðharrin fingu kritiskar
spurningar í útvarpinum og
roynt varð at halda teimum
føstum í teimum politisku
avleiðingunum av framferð
sambandsfloksins. At løg-
maður so svarar í eystur, tá
spurt verður í vestur, er
onnur søga. Útvarpið
gjørdi eisini vart við, at
løgmaður hevur sagt ósatt,
tá hann knappliga boðar
frá, at tað var als ikki
Sambandsflokkurin, ið
skipaði fyri tíðindafundi.
Sjónvarpið fór so eitt
stig longur í journalistiska
handverkinum. Tey fóru
rætt og slætt til ta keldu, ið
løgmaður og Sambands-
flokkurin hildu tíðindafund
um: nevniliga ES-
kommisérin Olli Rehn.
Og av skrivstovu hansara
varð upplýst, at hann als
ikki hevði sagt tað, sum
Føroya Løgmaður og Sam-
bandsflokkurin hava hildið
tíðindafund um, og roynt at
billa Føroya fólki inn.
Fær tað avleiðingar?
Sostatt kunnu vit staðfesta:
Føroya Løgmaður, Sam-
bandsflokkurin og Edmund
Joensen, hava bluffað
føroysku fjølmiðlarnar og
Føroya fólk – og tey hava
drigið ein navngivnan ES-
kommisér inn í sítt bluff
við ósannindum.
Hetta skaðar allar Før-
oyar og okkara samráðing-
armøguleikar frameftir.
Mær nýtist neyvan at
nevna, at var talan um
formannin í Tjóðveldi ella
løgtingsfólk hjá Tjóðveldi,
ið høvdu gjørt slíkt, so
hevði tað ongantíð verið
niðurafturlagt – og tað
hevði fingið djúptøknar
avleiðingar.
Mær nýtist neyvan
heldur at at nevna, at var
talan um ein forsætisráð-
harra og stjórnarberandi
flokk í øðrum landi, ið
vórðu avdúkað í slíkum, so
var ikki ein forsíða turr.
Men vit hava jú fingið at
vita í oddagreinunum hjá
bæði Sosialinum og
Dimmalætting – sum eisini
hava endurgivið ósannindi
og bluff sum stórtíðindi –
at hetta er jú óført fyri
Føroyar.
Og Dimmalætting hevur
lagt undirritaða og Tjóð-
veldi undir politiskt spinn,
sum forðar fyri veruligari
viðgerð av okkara sáttmála-
viðurskiftum við ES.
So man hetta ikki eisini
bara aftir við borðinum?
Og man samgongan ikki
bara sleppa at siga, at øll
eru samd og arbeiðslagið
er gott? Tað er jú so nógv
hugnaligari og
ómakaleysari...
Hetta er í hvussu er ein-
asta sannlíka forkláringin
uppá, at ein løgmaður og
ein løgmansflokkur halda
seg kunna sleppa avstað
við at gera slíkt.
P.S. Fyri ein ordans
skyld skal eg gera vart við,
at eg hvørki eri “í øðini,
illur, skelkaður” ella nakað
annað í hesum duri. Havi
grundgivið gjølla fyri
mínum sjónarmiðum í gjár
og kann bara sláa fast, at
tey vístu seg at verða
prógvað í ólukkumát.
Sjálvandi kann ES-kommiserurin ikki vátta úrslit
av samráðingum ið ikki eru byrjaðar
fólkatings- og
løgtingsmaður
Edmund
JoEnsEn,
Vit skulu bluffa og ikki vita!
Høgni Hoydal
Suffaði inniliga, tá eg hoyr-
di hugburðin hjá Jenis av
Rana og Bill Justinussen í
mun til tjóðveldiskvinnur-
nar á tingi. Siga, at vit eru
skaðiligar fyri føroyska
samfelagið, og at veljarin
má ansa eftir, hvørjar kvinn-
ur verða valdar á ting!!!!
Vænti, at tey flestu
ynskja eitt løgting, sum
umboðar kvinnur og menn
í øllum aldrum, við ymisk-
um førleikum, búsitandi í
øllum Føroyum. Eitt løg-
ting, sum Føroya fólk kenn-
ir seg aftur í - eitt løgting
eins fjølbroytt og føroying-
ar flest. Og so ikki at for-
gloyma eitt ment, mergjað
og mentað løgting, har øll
hava virðing fyri
sjónarmiðunum hjá hvør
øðrum – samd ella ósamd.
Við fjølbroytni gerst
kjakið kraftmikið, og vit
kunnu sum politikkarir
verða sannførdir um, at øll
sjónarmið hava verið lýst,
tá avgerðin verður tikin.
Kanningar í Norður-
atlantsbólkinum um, hví
føroyingar velja at búseta
seg í Danmark vístu
millum annað, at mong
velja Føroyar frá vegna
konservatismu.
Comfort zone
Heini Zachariassen hevði
áhugaverda framløgu á
Vinnudegnum herfyri.
Hann tosaði m.a. um "com-
fort zone". Greiddi frá,
hvussu týdningarmikið tað
er, at vit sum menniskju
tora at seta okkum nýggj
mørk og nýggjar avbjóðing-
ar. Eisini segði hann, at um
vit ikki royndu at arbeiða
fyri, at "comfort zonan"
vaks, ja so tørnaði hon
alsamt. Hugsi, at Bill
Justinussen og helst fleiri
við honum kenna seg hóttar
í síni "comfort zone" á
tingi. Kanska hann og aðrir
við honum heldur skuldu
hugsað: ”Áhugavert – vit
eru ósamd, men sum tað er
nógv meiri gevandi at
kjakast, nú enn fleiri sjónar-
mið verða lýst!” Kanska
fleiri høvdu hildið føroyska
samfelagið verið litríkt og
eggjandi at vent heim til,
um hesin var hugburðurin.
Hoyrdi herfyri hollu
Aslaug Gisladóttir siga, at
kanningar vístu, at retorikk-
urin broyttist í norðurlend-
sku tingunum, tá kvinnu-
umboðanin fór upp um tey
30%. Við 5 kvinnum á
tingi eru vit ikki í nánd av
hesum prosenti. Haldi tó,
at kvinnurnar - í øllum
flokkum - eru meira sak-
ligar enn flestu menn. Og
klandusrvættini havi eg
higartil bert sæð millum
menninar.
Eitt kann eg lova: Tjóð-
veldi rúmar fjølbroytni, og
kvinnurnar í Tjóðveldi eru
komnar fyri at verða! Ikki
bert eitt "slag" av kvinnum,
men rúmligar konur, mamm-
ur og ommur við alskyns
førleikum og útbúgvingum.
Allar, sum halda politikk
vera áhugaverdan, og sum
hava hug at gera sína
ávirkan galdandi og sum
royna at vísa tolsemi.
Tørvurin lýsir langan
veg!
Tjóðveldiskvinnur vandamiklar?
BErgtóra
Høgnadóttir
JoEnsEn
viðmerking