mánadagur 27. oktober 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 27. oktober 2008
37
Týskvøldið 21.10 sá og
hoyrdi eg áhugaverda
samrøðu í Degi og Viku
millum Jørgin Niclasen,
varaløgmann og Ingolf
Olsen, sjónvarpsmann. Í
samrøðuni komu teir víða í
umrøðuni av spurninginum
um viðurskifti Føroya við
Europa og útheimin sum
heild. Uttanríkisráðharrin
dugdi væl at greiða frá
ætlanum sínum og lands
stýrisins. Tað, vit eisini
fingu at vita, var, at lands
stýrið var samt og stóð
aftanfyri tær politisku
ætlanir hann hevði, og sum
han arbeiddi eftir. Men
ikki bara tað, sum heild tók
meginparturin av Løgting
inum undir við hesum
politikki. Hetta seinasta
hava vit eisini stórt sæð
fingið váttað frá núverandi
andstøðuflokkum.
Men so hendir tað , at
annar føroyski fólkatings
maðurin, sum eisini er
løgtingsmaður fyri sam
bandsflokkin, kemur sum
ketta úr høvdatrogi, og vil
fortelja øllum Føroya fólki,
og helst umheiminum
eisini, at hann hevur verið
ein túr í Brussel og er kom
in á tal við ein ES kommi
ser. Hesin hevur greitt
honum frá, at ES er áhugað
í at fáa Føroyar innlimað í
felagsskapin, og at finnast
kann helst útav at geva
Føroyum sersømdir á
fiskivinnuøkinum. Hetta
heldur Edmund Joensen
vera stórtíðindi, og heldur
seg hava loyst allar trupul
leikar hjá Føroyum
viðvíkjandi marknaðar og
uttanríkispolitikki.
Síðani boðar Edmund
Joensen til tíðindafund og
fær langa viðtalutíð í
Útvarpinum á middegi í
dag (23.10). Tíðindini
hava ikki nakað serligt nýtt
við sær, og tað, sum øll
vita, at Edmund gongur
inn fyri føroyskum lima
skapi í ES sum danskur
landslutur, verður endur
tikið, men útvarpsjourna
listurin heldur óiva hetta
vera stórtíðindi. Til alla
lukku hevði Útvarpið eisini
samrøðu við Jørgin Nicla
sen, landsstýrismann, og
hesin fekk so eina ferð
afturat sett tingini uppá
pláss. Hann greiddi frá, at
hann arbeiddi við ætlanun
um um føroyskan limaskap
í EFTA (sum ikki er so
deyðasjúkt, sum Edmund
Joiensen vil vera við), og
at hann eisini arbeiddi við
betri avtalum við ES við
víkjandi teim 4 frælsunum
v.m. Eisini greiddi hann
frá, at hann hevði mandat
frá einum samdum lands
stýri og eisini frá, í øllum
førum meginpartinum av
uttanlandsnevndini.
Nú kann ein sjálvandi
spyrja, hví gera so nógv
burtur úr hesum. Tað hevur
heldur ikki so stóran týdn
ing í sær sjálvum, at
Edmund Joensen spælir
sær við nøkrum vitjanum í
Europasamveldinum, men
tað, sum kann fáa keðiligar
avleiðingar fyri Føroyar, er
at Sambandsflokkurin, sum
hevur løgmann í núverandi
landsstýri, leggur navn til
ein slíkan egotíðindafund
hjá Edmundi Joensen, har
hesin beinleiðis leggur eftir
núverandi politikki
landsstýrisins og løgtings
meirilutans. Hetta kann
skapa órógv í
landsstýrissamarbeiðinum,
og kann eisini í ringasta
føri skapa misljóð úteftir.
Kaj Leo Johannesen,
løgmaður, eigur tí at vera
sera varin. Um hann tekur
undir við Edmund Joensen,
sjálvt um tað er óbeinleið
is, so fær hann stórar
trupulleikar við at fáa
landsstýrisins politkk
ígjøgnum. Hann má heilt
greitt geva útmelding um,
at tað, sum Edmund Joen
sen ger, er eitt “egotripp”,
og at hann tekur undir við
politikkinum, soleiðis sum
Jørgin Niclasen hevur for
mulerað hann. Um hann
ikki fæst at gera tað, men
bakkar Edmund Joensen
upp, so fær hann líka so
stórar trupulleikar í hesi
samgongu, sum vit sóu teir
høvdu í seinastu sam
gongu. Tað má vera heilt
greitt, at tað er landsstýrið,
sum hevur samráðingar
heimildir og ikki ein til
vildarligur fólkatingslimur.
Míni ráð til Jørgin
Niclasen eru annars: Lat
teg ikki ávirka av Edmundi
Joensen.
EFTA/ES/Edmund
Jógvan
SundStein
Málið um umvælingina av
svimjihylinum á Skúlanum
á Trøðni hevur fingið nógva
umrøðu í fjølmiðlunum.
Hetta hevur eisini verið
óvanliga drúgført arbeiði,
og einki løgi er í, at funnist
verður at myndugleikum og
politikarum, tá ið tað tekur
fleiri ár at umvæla ein lítlan
almennan svimjihyl, sum
hevur so stóran týdning fyri
nøkur børn, sum framman
undan hava tað ivaleysa
trupult.
Onkur politikari hevur
havt hug at gera Landsverk
til tann stóra skálkin í søg
uni og hevur tilluta stovnin
um tann ivasama heiður at
eiga heimsmetið í dráli.
Rætt er tað, at Landsverk
varðar av almennum byggi
uppgávum og hevur tað
ítøkiliga málið um hendi.
Eisini er tað rætt, at hetta
málið hevur ikki gingið,
sum vit høvdu ætlað, og
tað harmast vit um.
Tá tað er sagt, er eisini
neyðugt at sláa fast, at í
hesum føri hevur verið
talan um eina røð av óhepn
um umstøðum, sum Lands
verk stórtsæð ikki hevur
verið harri yvir. Umstøður,
sum eg fegin vil lýsa her,
so at almenningurin fær
eina meira fullfíggjaða og
rætta mynd av málinum.
Trupulleikin sum vaks
Tað er ikki rætt, soleiðis
sum onkur kundi fingið
fatan av, at Landsverk hev
ur ligið omaná svimjihyli
num á Skúlanum á Trøðni í
fimm ár.
Tað var í februar 2005,
at Heilsufrøðiliga Starvs
stovan avgjørdi at steingja
svimjihylin, tí reinsiverkið
virkaði ikki, sum tað
skuldi. Sernámsdepilin
setti seg í samband við
privatar ráðgevarar, sum
komu við eini loysn.
Landsverk kom inn í
myndina við árslok 2005.
Sostatt eru tað ikki fimm,
men sløk trý ár síðani, at
Landsverk fyrstu ferð
hoyrdi um hetta mál.
Privatu ráðgevararnir
høvdu gjørt forkanningar.
Hesar forkanningar
arbeiddi Landsverk víðari
við saman við ráðgevun
um, men tað skuldi seinni
vísa seg, at forkanningar
nar vóru ikki nøktandi.
Trupulleikarnir vóru nógv
størri, enn teir privatu
ráðgevararnir høvdu mett.
Fíggjarlig óvissa
Hetta málið lýsir eisini
ógvuliga væl, hvussu tann
almenna játtanarskipanin
kann leggja fótonglar fyri
arbeiðið hjá Landsverki.
Talan er um ein almenn
an stovn, sum arbeiðir við
verkætlanum, ið røkka
tvørturum fleiri fíggjarár,
meðan almennu játtanirnar
bert eru fyri eitt ár í senn.
Tí má stovnurin ofta stríð
ast frá túgvu til túgvu fyri
at fáa tann neyðuga pening
in til vega. Tað merkir, at
tað kann vera trupult at
leggja verkætlanir til rættis
líka frá byrjan til enda.
Hetta vandamálið hevur
Landsverk gjørt vart við
fleiri ferðir.
Tá stovnurin fekk málið
um svimjihylin á Skúlan
um á Trøðni upp í hendur
um ársskiftið 200506,
vóru eingir pengar tøkir til
endamálið. Uttan játtan bar
ikki til at gera nakað, og tí
lá alt stilt eina tíð. Veturin
2006/2007 – stívliga eitt ár
eftir, at Landsverk hevði
fingið uppgávuna – eydn
aðist loksins stovninum at
finna eina loysn. Peningur
in varð útvegaður við at
umleggja játtanina frá
Mentamálaráðnum til við
líkahald. Nú skuldi verið
klárt at farið til verka.
Eingin arbeiðsmegi
Fyrst í 2007 byrjaði eisini
arbeiðið. Men longu í feb
ruar kemur so undan kavi,
at trupulleikarnir eru nógv
størri, enn privatu ráðgev
ararnir høvdu mett í 2005.
Tað vísti seg, at trupulleik
ar vóru ikki bert við reinsi
verkinum, men eisini lak
botnurin í svimjihylinum.
Arbeiðið var sostatt nógv
meira umfatandi, enn
upprunaliga mett.
Ráðgevarin mátti nú, sam
an við Landsverki, endur
skoða ætlanina, og ein
onnur loysn varð funnin.
Men í 2007 er snøgt sagt
ógjørligt at fáa handverk
arar til uppgávuna. Meðan
Landsverk arbeiðir við at
endurskoða ætlanina, eru
fleiri av handverkarunun
farnir til aðrar uppgávur,
sum hava ligið og bíðað,
og tað er trupult at finna
aðrar. Sum dømi um,
hvussu trupul støðan var,
kann nevnast, at í februar
2007 fór múrarin frá
arbeiðinum, og ikki fyrr
enn í februar 2008 – eitt
heilt ár seinni – eydnaðist
at fáa ein annan múrara.
Liðugt í januar
Sum sagt harmast Lands
verk um tað drúgvu gongd,
sum verið hevur við svimji
hylinum á Skúlanum á
Trøðni. Kortini mugu vit
staðiliga avvísa, at drál,
seinføri ella vantandi virkis
føri hava verið atvoldin,
men hevur høvuðsorsøkin
verið ein samanrenning av
fleiri óhepnum umstøðum,
sum vit ikki hava fingið
gjørt nakað við.
Gongst sum ætlað,
sleppa børnini aftur í hylin
í januar. Tað gleðir okkum.
Tað góða við hesi alt ov
drúgvu søgu er so hin
vegin, at vit fáa eina betri
loysn. M.a. fara 8 dysir í
botninum at tryggja eitt
sera gott vatnútskiftið í
hylinum. Botnurin er eisini
bjálvaður, so at hann held
ur hitanum betri, og tað átti
at spart um oljurokningina.
Og so fer í hvussu so er
eitt at halda. Svimjihylurin
fer at kosta 1,2 milliónir
krónur júst sum uppruna
metingin segði.
Svimjihylurin á Skúlanum á Trøðni
stjóri á Landsverki
Oyvindur
BrimneS
Í morgunsendingini í út
varpinum var tosa um
ferðina á vegunum í Før
oyum. Tað kundi ljóðað
sum, at tú SKULDI koyra
80 km/t har tað var loyvt,
og at um tú ikki gjørdi tað,
so koyrdi tú ov seint og
tarnaði ferðsluni, og av tí
sama vart tú orsøk til svak
ar yvirhálingar og vanda
miklar situatiónir...
“Rasarin” heldur, at hann
eigur vegin og eigur at
sleppa at koyra sum hann
vil. Merkiligt nokk, sigur
“snigilin” akkurát tað
sama, heldur uppá sítt og
koyrir mitt á vegnum. “Eg
havi eisini goldið mín veg
skatt”, hugsar hann. Og
mín sann um tað ikki eisini
eru nøkur djór, seyður,
harur og fuglar, sum vilja
halda uppá, at vegurin er
teirra.
Spurningurin er so,
hvussu fáa vit hesi tingini
at hanga saman? Tí vegin
eiga vit øll, bæði fólk og
djór. Fólk, tí tey vilja koma
úr einum stað í annað, og
djórini, tí vegurin liggur í
náttúruni, har tey ferðast.
Tað er bert eitt at gera,
nevniliga at koyra eftir
umstøðunum og minnast
til, at 80 km/t er mest
loyvda ferð í Føroyum.
Tíbetur gera tey flestu tað,
tey koyra hampuliga, laga
seg eftir hinum, so vit
koma fram í øllum góðum.
Tú kanst bert koyra 80
km/t ella meira, tá ongin er
á vegnum fyri framman, tá
tað er ljóst, tá útsýnið er
frítt til allar síður og onki
djór er í nánd, og vegurin
er turrur. So einkult er tað.
Allarhelst eisini, at tú ert
einsamallur í bilinum, er
væl fyri og ikki tosar í
fartelefon.
“Snigilin” skal hyggja í
bakspeglið hjá sær, og
hann skal fara til viks og
lata hinar sleppa framvið,
tá ein hali av bilum troðkar
aftanfyri. Hetta átti hvør
koyrilærari at lært sínar
næmingar. Summa tíðir
hevur ein bara ikki hug at
koyra skjótt, og tá ein ikki
hevur skund, hví so ikki
flyta seg fyri hinum?
“Rasarin” skal sláa kalt
vatn í blóðið, sleppa
speedaranum og leggja seg
eftir at spara benzin ístað
in. Hann skal fara tíðliga
upp og fara heimanifrá
minst 10 minuttir fyrr enn
hann plagar.
Djórini? Tey fara fram
vegis at liggja deyð ella
illa løstað á vegnum, um
vit menniskju ikki geva
teimum gætur og seta
ferðina niður, tá vit nærk
ast teimum.
80 km/tíman er mest loyvda ferð í Føroyum
JOnna
JuStinuSSen
viðmerking