mánadagur 27. oktober 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 206 - 27. oktober 2008
Sjónleikur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Sjónleikarhúsið leggur í hesum
døgum pall til eina serstakliga
væleydnaða uppseting av
leikinum um Klintrimús, har ein
av sonnum fær eina kenslu av at
vera til staðar í ævintýrheiminum
hjá Thorbjørn Egner.
Havnar Sjónleikarfelag hevur
seinastu mongu árini havt ein
barnaklassikara á skránni við
umleið trý ára millumbili. Eins
og áður hevur felagið í ár valt ein
leik hjá norska høvundanum
Thorbjørn Egner. Seinast var tað
Fólk og dólgar í Kardamummu
býnum, sum við 63 framførslum
setti met hjá felagnum.
Omanfyri fimmti fólk eru við í
uppsetingini, har tey eftir øllum
at døma hava plantað helvtina av
plantaguni inni í salinum!
Herligt, tí pallmyndin riggar so
sera væl, at hon lættliga vinnur á
mongu tøkniligu tilboðunum,
sum børn í dag hava atgongd til.
Tí tað er altso nakað annað, at
sleppa inn í sjálvan heimin, enn
at uppliva hann á einum skíggja.
Klassiskt og modernað
Egi Dam leikstjórnar, og høvuðs
leiklutirnar eiga Hanna Flóvins
dóttir, sum spælir Klintrimús,
Barbaru Hentze í Stórustovu,
sum er Skógmús Mortan, og
Hjálmar Dam, sum er Mikkjal
Revur.
Tað er týðuligt, at fólkini
handan leikin ynskja at fortelja ta
røttu útgávuna av søguni, sum jú
er ein klassikari. Men tíbetur
hava tey eisini lagað hana eitt
sindur til nútíðina, og ikki minst,
til børnini í dag. Hetta kemur eitt
nú til sjóndar í litføgru og væl
skornu búnunum, modernaða
kropsmálinum og rútmunum, har
elementir frá hiphop, jazz og
teknifilmsmentantini sníkja seg
inn av og á – væl stuðlað av
einari framúr góðari ljósmynd og
dugnaligum tónleikarum.
Yngsti sonurin og dóttirin eru
eisini samd um, at pallurin er
ordiliga flottur.
Men, tað stuttligasta var, tá ið
omman fór á flog, søgdu tey
aftaná.
Klokkuklárur sangur
Leikararnir koma sum heild væl
frá uppgávuni – serliga tey, sum
eiga høvuðsleiklutirnar. Tey eru
sikkur í spælinum og syngja
klokkureint. Onkrir av smærri
leiklutunum eru í so spakir og
tosa ov seint. Tey eru kanska
óvand við áskoðarar, og skulu
líka læra at elska tann partin av
Tað stuttligasta var, tá
Revurin í Valbakkaskóginum er nakað
svangur í dag. Um vikuskiftið varð hann
umvendur til vegetar, og akkurát sum
øll hini djórini, etur hann nú bara gras,
nøtir og røtur og er nakað so søtur