Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-27, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 27. oktober 2008 ið omman fór á flog pall-lívinum eisini. Um vit skulu fýlast á nakað, so er tað afturvendandi trupulleik- arnir við Madonna-mikrofonu- num, sum svíkja ov ofta. Og leikurin er ov drúgvur og kundi verið væl styttri, um einir fýra- fimm av teimum minni kendu sangunum vórðu tiknir úr – tað er ein orsøk til, at teir eru so ókendir. Meirilutin ræður Samanumtikið er leikurin enn ein stuttlig og hugnalig sjónleikar- uppliving í Sjónleikarhúsinum. Klintrimús og hini djórini í Valbakkaskóginum, eru, sum altíð hjá norska multitalentinum Thorbjørn Egner, eyðkend av einum norðurlendskum undirtóna av barnsligum einfeldi, har rættvísi og skilvísi vinna til endans. Sjálvur sigur Thorbjørn Egner, at í Valbakkaskóginum finnur tú, eins og í okkara stóru verð, ein longsul eftir friði og tryggleika og virðing fyri hvørjum øðrum. Tað var kanska eitt sindur synd í revinum. Men ein er, sum er glaður fyri, at tað gekk sum tað gekk. Og tað er ikki Janus, men Klintirmús og øll hini djórini í Valbakkaskóginum, sum nú kunnu liva friðarliga saman í sátt og semju, akkurát sum fólkini í Kardamummubýnum, har tey eisini lærdu at virða meirilutan og at halda lógina. Og hóast øll ikki vóru líka samd, so blivu tey allíkavæl noydd inn í felags- skapin – og so vóru øll so glað og klappaðu og róptu Hurraaa. Og soleiðis skal ein góð søga helst enda, tí annars vera børnini kedd, og tað kunnu vit jú ikki hava. Mýsnar handan Klintrimús Rithøvundur og tónasmíð: Thorbjørn Egner Týðarar: Eyðun Johannesen og Ria Tórgarð Leikstjóri: Egi Dam Klintrimús: Hanna Flóvinsdóttir Skógmús Mortan: Barbara Hentze í Stórustovu Mikkjal Revur: Hjálmar Dam Haruper: Marita Svartá Bakaradrongurin: Sámal H Hansen Bamsapól: Rói Næs Bjarnamamman: Karin Djurhuus Murrimann: Kristian Pauli Ellefsen Omman: Gunhild V Michelsen Per: Jónatan Petersen Lisa: Gunnhild Hansen Tom: Edvard Jacobsen Pætur Pinnagrísur: Sasho M Bjartsson Hjallsmúsin: Laila Mote Elsdýrið: Mariann Hansen Hannibal/Krákan: Jógvan Jón Nicolajsen Konan/Uglan: Rúna Mortensen Maðurin: Tóri í Hoyvík Tónleikaarrangement og bass: Bjarki Meitil Tangentar: Katrina Petersen og Mathias Kapnas Slagverk: Rúni W Højgaard Pallmynd:Anna Sofía Egilstrøð og Jóanes Andreasen Rekvisitørur: Anna Dyrdal Pallsmíð: Jóannes Andreasen, Anna Sofía Egilstrøð, Poul Dávur Hammer, Hjálmar Dam, Birgir Djurhuus, Reimar Djurhuus og Nicolaj Falck Ljós: Larus Bjørnsson Ljóð: Jón McBirnie Ljós- og ljóðkoyring: Elisabeth S Olsen Búnasniðgevi: Marjun Jóanesardóttir Seyming: Oddvør Petersen og Anna Sofía Egilstrøð Hattar, oyru og halar: Marjun Jóanesardóttir Hár og smyrsl: Drós Djurhuus Koreografi: Sharon Weiss Pallmýs: Kristina Christiansen, Elsa Jacobsen, Anna Sofía Egilstrøð, Anna Dyrdal og Oddvør Petersen Hjálparmýs: Hjørdis Trónd og Elisabeth S. Olsen Framleiðslumús: Jóanna Djurhuus Leikhúsmús: Jytte Joensen Myndir: Jan Egil Kristiansen Framførslurnar verða: Týsdagin 28. oktober kl. 19 Mikudagin 29. oktober kl. 19 Mikudagin 29. oktober kl. 19 Fríggjadagin 31. oktober kl. 20 Sunnudagin 2. november kl. 17 Týsdagin 4. november kl. 19 Mikudagin 5. november kl. 19 Fríggjadagin 7. november kl. 20 Leygardagin 8. november kl. 17 Sunnudagin 9. november kl. 17 Týsdagin 11. november kl. 19 Mikudagin 12. november kl. 19 Fríggjadagin 14. november kl. 20 Leygardagin 15. november kl. 17 Sunnudagin 16. november kl. 17 Søgan um Klintrimús, Skógmús- Mortan, Bamsu-Pól, Mikkjal Rev og øll hini djórini er sjónleikur fyri børn og vaksin, sum á ein einfaldan hátt fortelur okkum, at vit skulu vera góð við hvørt annað. 45