Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 208 - 29. oktober 2008 Ein óhugnaligur tilburður var klokk­ an 15.49 í gjár, tá Leið 2 koyrdi frá busssteðgistaðnum Inni í Gøtu í Hoyvík. Ein eldri kvinna fær annan fótin innum, tá hurðin fer aftur og bussurin koyrir avstað, og verður hareftir drigin fleiri busslongdir eftir vegnum Ferðsla Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tað var um reppið at ein vanlukka hendi við Niðaru­ gøtu klokkan 15.49 í gjár. Bussurin steðgar sum vant við busssteðgistaðið við Niðarugøtu, og fólk fara av og í bussin. Ein eldri kvinna, um 70 ára aldur, skal í bussin, og hevur fing­ ið annan fótin innum, tá hurðin brádliga klamsar aftur, bussurin koyrir avstað og kvinnan verður drigin fleiri busslongdir eftir gongubreytini, áðrenn ferða­ fólk inni í bussinum fáa gjørt vart við vandan og steðga bussinum. Eitt eygnavitni, ið vit hava tosað við, øtast um tilburðin, og greiðir soleiðs frá hendingini. ­ Henda eldri kvinnan kemur gangandi tvørtur um vegin frammanfyri bussin­ um, og yvir til busssteðgi­ staðið. Á teirri síðuni, har busssteðgistaðið er við Niðarugøtu, er einki annað enn júst hetta busssteðgi­ staðið, og er tað tískil eyð­ sýnt, at hon skal við buss­ inum. Men av teirri orsøk, at fremra hurðin á buss­ inum er óvirkin, noyðast øll ferðandi inn og út gjøgnum aftaru hurðina. Eg fari út úr bussinum, og bíði so til bussurin er farin avstað, áðr­ enn eg fari yvirum vegin. Eg síggi so at henda eldri kvinnan er á veg upp í buss­ in, og hevur fingið annan fótin innum, tá hurðin klamsar aftur og bussurin koyrir avstað. Kvinnan dettir og verður drigin eftir bussinum fleiri busslongdir, og eg renni so aftaná buss­ inum og buki á síðuna fyri at fáa steðgað bussinum. Ikki fyrr enn bussurin hevur koyrt nakrar busslongdir, hava ferðafólk inni í buss­ inum gjørt vart við vandan, og fáa til alla lukku steðgað bussinum. Tá eitt fólk soleiðis verður drigið eftir bussinum, er rættiliga skjótt at tað endar undir bussinum, og tí kundi hetta saktans endað við eini vanlukku, greiðir eygnavitnið frá. Kanna tilburðin Tað er Mouritsens Bussar, ið rekur alla busskoyringina fyri Tórshavnar Kommunu, og teir vátta, at hendingin er farin fram, og at teir kanna tilburðin. ­ Vit hava fingið eina klagu um tilburðin, og vit eru í løtuni við at kanna, júst hvat er farið fram. Vit hava tosað við fólk, ið vóru inni í bussinum, og vit hava fingið frágreiðingina hjá bussføraranum, men enn hevur tað ikki eydnast okk­ um at fáa fatur á konuni, ið varð drigin eftir bussinum. Men eg havi roynt at fáa fatur á henni, og fari at royna aftur. Vit kanna til­ burðin, sigur Magni Mourit­ sen, tá vit ringja og spyrja um hendingina. Ikki meldað til løgregluna Eygnavitnið, ið vit hava tosað við, greiddi eisini frá, at kvinnan tóktisk sera skelkað, og hevði fingið skursl á bein og armar av hendingini. Men løgreglan hevur onga fráboðan fingið um tilburðin, og á skaða­ stovuni kunnu tey ongar upplýsingar geva, hvørt kvinnan, er komin inn til viðgerðar. Tá blaðið fór til prenting­ ar, hevði ikki verið gjørligt at fáa fatur á kvinnuni. Sjálvstýrið landsfund leygardagin Sum fyrsti politiski flokkur í Føroyum fer Sjálvstýrisflokkurin at hava standandi uppstilling til løgtingsval. Valevnalistin til komandi løgtingsval verður ætlandi góðkendur á aðalfund­ inum, sum verður í hølunum hjá Norðoya Kvinnufelag í Bøgøtu 3 í Klaksvík leygardagin. ­ Løgtingsval kann verða útskrivað við stuttum skotbrá og royndirnar vísa, at týðandi er, ikki minst fyri óroynd valevni, ungfólk við børnum og kvinnulig valevni, at fólk fáa høvi at stilla upp í góðari tíð, skrivar Sjálvstýrisflokkurin í tíðindaskrivi. Høvuðsgestarøðari á landsfund­ inum verður hálvi klaksvíkingurin, Hjálmar Waag Árnason, ið er fyrrverandi tingbólka­ formaður í íslendska Framsóknarflokkinum. Hin gestarøðarin verður Ólavur Rasmussen, prestur, ið fer at greiða frá eftirskúlanum í Hvalba og øðrum mentanarátøkum í Suðuroynni. Kvinna drigin eftir bussi Tað var um reppið at ein vanlukka hendi við Niðarugøtu klokkan 15.49 í gjár. Ein eldri kvinna verður drigin eftir bussinum á leið so langt, sum víst verður á myndini