týsdagur 28. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 207 - 28. oktober 2008
Annika Olsen,
landsstýriskvinna í
samferðslumálum
roynir nú at fáa gongd
á arbeiðið at gera
undirsjóvartunnil
ímillum Streymoy
og Eysturoy og fyrsti
fundurin við privata
felagið aftanfyri
tunnilin, verður
longu hósdagin
samferðsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er ætlanin at fáa gongd
á arbeiðið at gera nógv
umrødda undirsjóvartunnil
in ímillum Streymoy og
Eysturoy.
Samgongan er samd um,
at tunnilin skal verða ver
andi á privatum hondum,
soleiðis sum upprunaliga
ætlað og Annika Olsen,
landsstýriskvinna í sam
ferðslumálum, ætlar ikki at
leggjast á boðini.
Hon hevur longu boðsent
privata felagnum, sum tók
stig til tunnilin á fund at
tosa um møguleikarnar fyri
at fremja ætlanina.
Fundurin
verður
í
ovurmorgin, hósdagin.
Annika Olsen sigur, at
talan verður ikki um ein
beinleiðis samráðingarfund
um hvørjar treytir, privata
felagið fer at virka undir.
Ætlanin við hesum
fyrsta fundinum er at vita,
hvar vit flóta og, hvar ætl
anin liggur, sigur hon.
Hon sigur sostatt, at ætl
anin við hesum fundinum
er at fáa eina kunning frá
privata felagnum aftanfyri
ætlanina.
Eitt, sum vit vilja fáa
greiði á, er um hetta er ein
verkætlan,
sum
privata
felagið framvegis er áhugað
at fremja.
Tað er nógv hent sein
astu tíðina og tí má fyrsta
stigið vera at vita, hvar ætl
anin liggur og, um felagið
framvegis er áhugað í at
fremja
hana
yvirhøvur,
sigur hon.
Eysturoyingar boðsendir á fund
um undirsjóvartunnil
- Hóast fortreytirnar
eru nógv broyttar, er
framvegis áhugi fyri
at fíggja risastóru
verkætlanina um
undirsjóvartunnil
ímillum Streymoy og
Eysturoy
samferðsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vit hava avgjørt varhugan
av, at fíggingarstovnar fram
vegis eru sinnaðir at fíggja
undirsjóvartunnilin ímillum
Streymoy og Eysturoy.
Tað staðfestir Ingi Høj
gaard, formaður í nevndini
í privata felagnum, sum
stendur aftanfyri verkætlan
ina.
Hann sigur, at tey hava
havt
følarar
úti
hjá
útlendskum bankum og tað
sama hevur Eik gjørt.
Og
afturmeldingarnar
eru, at áhugi er framvegis
fyri at fíggja ætlanina.
Sostatt meta vit fram
vegis, at vit kunnu reisa
fíggingina til verkætlanina
og samstundis halda vit
avgjørt, at talan framvegis
er um eina sera áhugaverda
verkætlan, hóast fortreyt
irnar eru nógv broyttar sein
astu tíðina.
Alt veldst um
treytirnar
Men Ingi Højgaard stað
festir, at alt veldst sjálvandi
um, hvørjar loyvistreytirnar
frá landsstýrinum vera.
Tað, sum er alt avgerandi
er,
hvussu
stórt
mesta
avkastið av eginpeninginum
verður og, hvussu long
loyvistíðin verður um tað
skulu verða 15 ár ella 30 ár,
til landið yvirtekur tunnilin.
Jú longri loyvistíðin
verður, jú tryggari og áhuga
verdari er íløgan hjá priv
atum.
Ingi Højgaard sigur, at
tað
eru
grundleggjandi
spurningar, sum mugu fáast
upp á pláss fyrst av øllum,
tí tað er grundarlagið undir
verkætlanini.
Sjálv linjuføringin skal
eisini leggjast, tí tað er ikki
avgjørt enn.
Fleiri loysnir
Talan kann vera um fleiri
loysnir. Tvær av loysnunum
eru ein tunnil úr Streymoy,
antin yvir á Strendur ella
Toftir og so undirsjóvar
tunnil
undir
Skálafjørð
ímillum Strendur og Toftir.
Hinvegin er Landsverk
komin til ta niðurstøðu, at
fyri samfelagið er besta
loysnin at gera tunnilin yvir
á Strendur og so brúgv um
Skálafjørðin.
Krevur landsstýrið hesa
loysnina, mugu nógv fleiri
kanningar til fyri at vita um
hetta er ein verkætlan, sum
vit eru áhuga í, tí hesi loysn
ini hava vit ikki arbeitt við
og sostatt heldur ikki kann
að, sigur Ingi Højgaard.
Hann leggur afturat, at
tað fer sjálvandi at seinka
ætlanini tilsvarandi, tí so
má øll verkætlanin endur
skoðast.
Men verður ein av hinum
linjuføringunum vald, er
mestsum klárt at fara í
Bankar framvegis áhugaðir at fíggja
Annika Olsen, landsstýriskvinna í samferðslumálum,
ætlar ikki at leggjast á boðini og longu hósdagin
hevur hon boðsent partafelagið aftanfyri ætlaða
undirsjóvartunnilin undir Skálafjørð á fund at
umrøða størstu samferðsluætlan í Føroya søgu
Skattaavtalur við Jersey og Guernsey
Avtalur eru nú undirskrivaðar við Jersey og Guernsey um útflýgging av skattaupplýsingum og
um dupultskatting. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður við fíggjarmálum, undirskrivaði
avtalurnar fyrrapartin saman við hinum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrunum á
Norðurlandaráðsfundi í Helsinki. Avtalurnar merkja, at føroysku skattamyndugleikarnir kunnu
fáa skattligar upplýsingar frá Jersey og Guernsey. Samstundis verða dupultskattaavtalur gjørdar
við báðar oyggjarnar í Ermasundi. Avtalurnar eru ein liður í eini OECDverkæltan, sum skal
koma altjóða skattaundandrátti í sonevndu skattaparadísunum til lívs.