Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 207 - 28. oktober 2008 - Er samgongan veru­liga sinnað at seta ferð á arbeið- ið at gera u­ndir- sjóvartu­nnil ímillu­m Streymoy og Eyst- u­roy, kann verða koyrandi ígjøgnu­m tu­nnilin í 2014, sig- u­r Ingi Højgaard, nevndarformaðu­r í felagnu­m, su­m tók stig til tu­nnilin samferðsla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er væl hugsandi, at tað verður koyrandi ígjøgnum ein undirsjóvartunnil ímill­ um Streymoynna og Eyst­ uroynna í 2014. Men Ingi Højgaard, nevndarformaður í privata tunnilsfelagnum, leggur dent á, at skal tað eydnast, má ferð setast á arbeiðið nú. Og hann leggur dent á, at tað vilji frá tunnilsfel­ agnum at fáa gongd á arbeiðið, skal ikki tróta. Tað veldst meiri um vilj­ an hjá politiska myndug­ leikanum. ­ Hevur samgongan veru­ liga so stóran vilja at lata okkum fara undir ætlanina, sum hon hevur fráboðað, er ógvuliga sannlíkt, at tað verður koyrandi ígjøgnum tunnilin í 2014, sigur Ingi Højgaard. Standa við verkætlanina Sum sæst á aðrari grein í blaðnum, hevur landsstýrið boðsent privata tunnilsfel­ agnum á fund longu hós­ dagin at tosa um undirsjóv­ artunnilin. Hetta er nevndarformað­ urin í tunnilsfelagnum øgiliga fegin um. ­ Á hesum fundinum fara vit at greiða landsstýr­ iskvinnuni í samferðslu­ málum frá, at vit avgjørt standa við ætlanina og at vit framvegis eru sinnað at fara undir verkætlanina, sigur nevndarformaðurin. Hann sigur, at í tunnils­ felagnum eru tey altráð eftir at sleppa ígongd við verkætlanina. ­ Vit vilja fegin at nakað skal henda nú, leggur hann afturat. Men hvussu skjótt tað skal ganga, veldst alt um politisku raðfestingina. ­ Verður spurningurin raðfestir nóg frammaliga hjá politiska myndugleik­ anum, eiga samráðingarnar um loyvistreytirnar ikki at taka meiri enn eitt hálvt ár, tí so fløkt er málið heldur ikki. Tað merkir, at verður ferð sett á arbeiðið, nú, kann tunnilsfelagið seta nøsina upp eftir at fáa endaliga loyvi í fyrru helvt næsta ár. ­ Frá tí at vit fáa endaligt loyvi gongur eitt ár til sjálvt arbeiðið kann byrja. Hetta árið skal brúkast til at fáa projektið heilt lið­ ugt og at útvega fígging­ ina. Tað merkir, at farast kann undir sjálvan tunnilin fyrru helvt í 2010 og tá ið arbeiðið tekur fýra ár, kann verða koyrandi í 2014, sigur Ingi Højgaard. Er samgngan veruliga sinnað at raðfesta samráðingarnar við privata felagið, sum tók stig til undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy, kann arbeiðið upp á tunnilin byrja í 2010, so at tunnilin kann takast í nýtslu í 2014 Koyrandi undir Skálafjørð í 2014 gongd, leggur hann afturat. Neyvan dýrari Hann heldur ikki, at byggi­ kostnaðurin er blivin dýrari, hóast long tíð er liðin, kanska tvørtur ímóti, nú stíg­ ur er komin í og tað verður ikki so nógv bygt longur, sum tað hevur verið. ­ Hinvegin er rentan hækk­ að, so fíggingin er blivin dýrari, enn hon hevur verið, leggur hann afturat. ­ Men talan er um eina verkætlan, sum skal ganga yvir eini 25­30 ár, so tað er skilligt, at hon má tola skift­ andi tíðir. Hinvegin heldur hann, at hóast tíðirnar eru nógv broyttar og prísirnir á bens­ ini og olju er nógv uppfarin, metir hann ikki, at tað verð­ ur neyðugt at gera nýggjar ferðslukanningar. ­ Prísirnir eru broyttir, men vit halda ikki, at broyt­ ingarnar eru so stórar, at tað krevjast nýggjar kann­ ingar, tí ferðsla vísir seg at vera nokk so støðugt, sama, hvussu tíðirnar annars eru. Og tørvurin á skjótum og góðum flutningi norðan av landi til Havnar, er fram­ vegis rættiliga stórt og tað meta vit, at tað eisini verður í framtíðini, sigur nevndar­ formaðurin. Ein tungur burður Spurningurin um undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy er nú eitt gamalt mál. Tað var longu í 2002, at einstaklingar tóku seg saman at kanna málið og í 2003 varð hugskotið lagt alment fram, har áhugin var stórur, eisini hjá politiska myndugleikanum. Tíðliga í 2006 varð Partafelag stovnað við tí endamáli at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy og fast samband ímillum teir báðar armarnar á Skálafirði. Arbeitt hevur mest verið við eini ætlan um undirsjóvartunnil úr Streymoy í Skálafjørð við eini rundkoyring á botni og einari tunnilsgrein yvir á Strendur og einari yvir á Toftir. Tíðliga í 2007 søkti partafelagið landsstýrið um loyvi at gera tunnilin, men síðani hevur felagið bíðað eftir politikarunum og sostatt er ætlanin at kalla ongan veg komin enn. Samgongan, sum tá sat samtykti at taka upp samráðingar við felagið um loyvistreytirnar. Men tað dróg út, m.a. tí at løgtingið játtaði ikki umleið eina hálva millión til neyðuga uttanhýsis, serfrøðiliga tøkniliga og løgfrøðiliga ráðgeving. Tá ið CHE samgongan tók við í januar í ár, vendist alt á høvdið. Tann samgongan vildi ikki lata tað privata felagið gera tunnilin, tí tað skuldi landið gera, samstundis sum hann skuldi verða partur í íløguraðfestingarnar hjá samgonguni. Men so langt kom samgongan ikki, tí hon slitnaði longu fyrr í heyst. Nýggja ABC samgongan hevur so tikið táttin upp aftur og er sinnað at lata tað privata felagið halda fram við ætlanini og nú hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna, so sett hol á tað arbeiðið og hevur boðsent tunnilsfelagnum á fund FAKTA Arbeiða skjótt Men hon leggur dent á, at er privata felagið framvegis sinnað at fremja ætlanina, fer landsstýrið at arbeiða víðari við málinum. ­ So fara at vit gera eitt upplegg til samráðingar og at samráðast við felagið um, hvørjar loyvistreytirnar skulu vera. Og verður úrslitið av hesum fyrsta fundinum tað, at felagið er sinnað at arbeiða víðari við verkætl­ anini, er landsstýriskvinnan sinnað at bera skjótt at. ­ Eg haldi avgjørt, at hend­ an verkætlanin skal verða verandi á privatum hondum og er privata felagið framvegis sinnað at fremja verkætlanina, ætli eg, at fundirnir um loyvistreyt­ irnar skulu vera rættiliga skjótt, sigur Annika Olsen. Hvørjar treytirnar verða, kann hon onki siga um enn, men hon sigur, at tað sjálv­ andi er umráðandi at finna tað bestu loysnina, bæði fyri privata felagið, men eis­ ini fyri landskassan og tí skulu allir møguleikar kann­ ast og viðgerast. Farið verður undir samráðingar við privata felagið um gerð av Skálafjarðartunlinum. ABC samgonguskjalið um Eysturoyartunnilin Mælir til evruna Danski tjóðbankin hevur hildið kursin á krónuni fastan og tað hevur merkt høgar rentir, sum so aftur merkir, at tað er dýrari at vera dani. – Tað merkir, at okkara fíggjarkostnaðir verða nakað hægri og tað merkir eisini, at okkara kundar merkja eina høgri rentu, tí vit hava verið noyddir at hækka rentuna, tí tjóðarbankin gjørdi tað, sigur orðførandi stjóri í Danske Bank, Peter Straarup við danska blaðið børsen. Hann heldur, at tað hevði verið positivt, um danir fóru upp í evru­samstarvið. – Eg haldi ikki, at tað ber til at fáa Danmark upp í evru­samstarvið ein fyrrapart undir einari fíggjarkreppu, men vit mæla til, at vit fara upp í, sigur Peter Straarup. Hann heldur, at tað verður avgerandi fyri støðuna hjá krónuni, um tjóðbankin fylgir eftir, um Europeiski Miðbankin, ECB, sum væntað lækkar rentuna í komandi viku.