Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 207 - 28. oktober 2008 Menn úr vestaru síðu á Streymoynni, umframt úr Koltri og Hesti, hava havt bátar liggjandi á Gomlu Rætt í eini 15 ár. Áðrenn midnátt skulu bátarnir flytast, og um hetta ikki verð­ ur eftirlíkað, flytur Landsverk bátarnar fyri eigarans rokning, og teir verða meldaðir Bátapláss Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Innanfyri ferjuleguna við Gomlu Rætt á Streymoynni, hava menn úr vestursíðuni á Streymoynni, umframt úr Koltri og Hesti havt bátar sínar liggjandi seinastu 15 árini. Nú vil Landsverk, sum eigur havnina, ikki longur ganga við til, at hesir bátar liggja har, og tað setir eigararnar í eina tronga støðu. - Eg havi havt bátin liggj- andi við Gomlu Rætt síðan í 1995, og havi ongantíð fingið at vita, at báturin hjá mær ikki kann liggja har. Tí haldi eg tað vera løgi, at Landsverk kemur við tílíkum kravboðum úr bláari luft, uttan at geva okkum nakra umráðingartíð, sigur Sigmar Hansen úr Kirkju- bø. Talan er um 15 bátar, sum áðrenn midnátt skulu flytast, tí Landsverk ikki longur vil lata havnarøki til stuttleikabátar í Tórshavnar kommunu. Á midnátt verði eg kriminellur Tað, sum argar Sigmar Han- sen mest av øllum, er, at um hann ikki flytur bátin fyri midnátt verður hann saman við hinum eigarunum meld- aður til løgregluna. - Tað er so sára einfalt. Á midnátt verði eg kriminellur. Tað meti eg vera løgi, tí í meira enn tíggju ár havi eg havt bátin hjá mær liggjandi har, og ongin hevur sagt nakað vera galið við tí. Tí er tað so løgi, at eg á mid- nátt verði kriminellur, tá eg havi havt bátin liggjandi har í meira enn tíggju ár, greiðir Sigmar Hansen frá. Hann leggur afturat, at tað er ógjørligt at flyta bátin sum er, tí motorurin er ging- in fyri. Bátarnir órógva ongan Sigmar Hansen metir sum heild, at málið er illa frá- gingið, og at orsøkirnar til kravboðini eru løgnar. - Eg skilji ikki, hví bátar- nir skulu flytast. Teir órógva ongan og nevnir nakar, at teir órógva Teistan so er tað tvætl. Serliga er alt løgi, tá mann hugsar um, at bátarnir úr í Hesti ongi boð fáa, er ilt at skilja nakað sum helst av tí, sigur Sigmar Hansen. Niels Pauli Magnusson, ið er skipari á Teistanum, tekur undir við bátaeigar- unum, tá tað kemur til Teist- an. - Tað hevur ikki verið nak- ar trupulleiki hjá okkum, har er gott at leggja at, og bátarnir eru ikki nakað vit hugsa um, greiðir Niels Pauli Magnusson frá. Ongi boð fingið Bátaeigararnir halda tað eisini vera løgi, at ongi veru- lig boð eru komin. - Tað stóð okkurt í bløð- unum, men tað eru ikki øll, sum lesa bløðini, og eg var sjálvur burturstaddur, tá boðini komu fyri umleið einum mánaði síðani. Síð- ani tá hava vit fingið eitt bræv, men tað er ikki sent til okkum allar. Tað er sent til ein av eigarunum, sum hevur fingið boð at bera brævið til hinar. So tað er Kommun­ an kennir til trupul­ leikan Leivur Hansen, formaður í Havnarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, metir ikki, at talan er um ein trupulleika hjá kommununi, men harmast um støð­ una. Heðin Mort­ ensen, borgarstjóri lovar at gera okkurt við trupulleikan. Bátapláss Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Bátarnir, ið liggja við Gomlu Rætt, hoyra til bygdir í Tórshavnar Kommunu. Bygdirnar talan er um, komu við í Tórshavnar Kommunu í 2005, og tí er tað á onkran hátt kommunan, ið hevur ein part av ábyrgdini av hesum bátaplássum. Men Leivur Hansen, formaður í Havnarnevndini hjá kommununi, metir ikki, at tað er eitt mál hjá Havnar- nevndini. - Talan er um eina landshavn, og ikki eina kommunala havn. Havnar- nevndin umsitur havnirnar í økinum fyri kommununa, men tað er ikki okkara ábyrgd at útvega sjálvi plássini, greiðir Leivur Hansen frá. Hann veit tó eisini at siga, at kommunan arbeiðir við at byggja fleiri bátapláss, men at tað ikki fær loyst hendan trupulleika, ið nú er vorðin so átrokandi. Kommunan vil tosa um tingini Heðin Mortensen lovar sum borgarstjóri at gera sítt til at hjálpa báta- eigarunum. Men dugir at síggja at nøkur endalig loysn liggur fyri enn. - Vit hava fingið eitt bræv við minst 15 undir- skriftum, har bátaeigarar ynskja hjálp. Tí havi eg sum borgarstjóri sent bræv og teldupost til Landsverk, við tí vón, at vit kunnu tosa um tingini, heldur enn bara at síggja trupul- leikarnar, sigur Heðin Mortensen. Hann metir eisini, at tá bátarnir hava ligið so leingi, má mann í hvussu so er, geva monnu- num rímiliga tíð at umráða seg. - Eg skilji heldur ikki, at trupulleikin stingur seg upp so knappliga, men meti, at kommunan hevur ein part av ábyrgdini at loysa trupulleikan, tí bátar- nir hoyra til í kommununi, greiðir borgarstjórin frá. Hann sigur eisini, á sama hátt sum Leivur Han- sen, at bátapláss er nakað mann arbeiðir við í løtuni, men at hetta ikki verður loyst eftir einum degi. Bátaeigarar vita ikki síni livandi ráð Leivur Hansen, formaður í Havnarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu Føroyskur grannskoðari virðisløntur Mark T.Højgaard av Skála hevur fingið virðisløn frá felagnum hjá skrásettum grannskoðarum í Danmark. Virðislønin varð handað á árligu kongressini. Skálamaðurin arbeiðir sum grannskoðari hjá Grannskoðarastovuni í Runavík og fekk virðislønina fyri høvuðsuppgávuna á Cand.merc.aud studiunum á Lærda háskúlanum í Aalborg. Mark T. Højgaard skrivaði uppgávuna “Selskabsretlig og selskabsskatteretlig omstrukturering” saman við Casper Villadsen, sum býr í Aalborg. Teir býta bæði heiðurin og tær 25.000 krónurnar, ið fylgdu við.