Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 28. oktober 2008 13 ”Er hann til reiðar at forða Tí Ónda, men er ikki førur fyri tí? Um so er, er hann máttleysur. Er hann førur fyri tí, men ikki villigur til tess? Um so er, er hann illviljaður. Um hann bæði er førur fyri tí og villigur, hvaðani kemur so Tað Ónda”? T að var griski heimspeking­ urin, Epikur, ið kom við hesum dialektisku spurningum sum argumentatión ímóti, at ein almáttugur, alvaldandi gudur var til. Tann frelsti – altso tann, ið sigur seg hava Jesus sum sín ”persónliga” frelsara, vil uttan iva vera við, at Epikur ikki kendi tann ”sanna Gud”, tí at tann “sanni Gud” var ikki uppfunnin, tá ið Epikur frøddi seg um lívið her á fold. Tað reingir kortini ikki við úrdráttin í argumentatiónini hjá Epikur, sum er, at um Gud vil tað góða fyri menniskjuni, hví er so ónd­ skapur og hevndarhugur vápn­ ini, hann brúkar til tess at mana ”tað góða” fram í mennuskjuni? M iðflokkurin javnsetir tað ”góða” við tey sokallaðu ”kristnu virðini”, sama um tey ”kristnu virðini” als ikki eru runnin úr nakrari religión – heldur ikki teirri kristnu ­ men eru almenn lívsvirði, ið eru grundað á niðurarvað, íborin frumfyribrigdi, ið hava verið felags fyri allar mentanir, og tað langt áðrenn Gamla Testa­ menti varð skrivað. Gamla Testamenti og Koranin hava tikið frumfyribrigdini til sín, og lagt fordómarnar afturat. Tey gamlatestamentligu virðini – ella lógirnar ­ eru als ikki av kristnum uppruna, men eru siðreglur hjá jødunum. H ví Bill og Jenis kalla jødisku siðreglurnar ”kristin virði” er ikki gott at vita av tí, at tað er Nýggja Testamenti, ið myndar Kristin­ dómin við næstakærleiksboðs kapinum. M en nú hevur Miðflokkurin av álvara gjørt seg til talsman fyri tey ”kristnu virðini”. Virðini hava teir báðir, Bill Justinussen og Jenis av Rana, fingið sær úr Gamla Testamenti hjá jødunum. Tey kundu fyri tað verið tikin úr Koranini, ið er grundað á fullkomuliga somu, mannvándu boðini sum í Gamla Testamenti (meginparturin av Koranini er, sum vit øll vita, rein avskrift av Gamla Testamenti). Endamálið við báðum hesum skriftunum er at trælka mannaættina. At kúga hana við boðum um at spekja likamið og kúga tær kenslur og teir eginleikar, ið eru íborin menniskjanum, og at fordøma ein og hvønn, ið hugsar øðrvísi og ikki lúkar harðendu krøvini, ið verða knæsett í hesum boðum, og sum einki menniskja higartil hevur kunnað hildið. Heldur ikki hesir sjálvfrelstu løgtingsmenn Miðflokksins. Um menniskjað er skapt í onkrum Guds bílæti, kann tað ikki vera heilt av leið at meina, at tað er hesin sami Gud, ið hevur syrgt fyri, at vit eru fylt á tremur við eginleikum og kenslum, ið millum annað eru neyðug fyri, at vit kunna nørast sum slag. Tí tykist tað ófatiligt, at tann gudurin, sum Jenis og Bill hava tilevnað úr Gamla Testamenti og Koranuni, skal vera so miskunnarleysur, at hann straffar okkum við ævigum pínslum, um vit ikki temja syndugu eginleikarnar, hann sigst at hava lagt í okkum. Hvat er endamálið við slíkum óndskapi? Tað órímiligasta boðið má vera tað tíggjunda í Exodus (2. Mósubók, 20. kapittul, 17. vers), ið ljóðar soleiðis: ”Tú mást ikki girnast hús næsta tíns. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ikki húskall ella arbeiðskonu hansara, ikki oksa ella asna hans, ella nakað, sum næsti tín eigur”. H vussu kann nakar Gud, ið gav okkum lyndið til at girnast, krevja, at vit ikki so frægt sum eiga at ynskja okkum okkurt av tí, næstin eigur? Øvund er eisini eitt sera vanligt fyribrygdi millum tey ”frelstu”. Tað er ikki bara nakað, eg haldi. Eg veit, at tað er so! Lat tað fara, at vit ikki eiga at vera so sjálvsøkin í gerðum okkara. Men hvussu sleppa vit undan girndini, tá ið eingin – heldur ikki tann mest ”frelsti” ella trúgvandi kann siga seg vera ótálmaðan av girnd? Tað ber til at kúga menniskjað við relig­ ión, ið er grundað á harðskap, trælkan og deyðarevsing – tað er bæði Gamla Testamenti og Koranin á tremur av dømum um. Men uttan mun til hvussu nógvar lógir, boð og forboð religiónirnar hava sett í verk, hevur tað ongantíð lukkast teimum at trælka hugaheimin hjá tí einstaka. Hann liggur í okkum øllum – antin sum ein íblástur til fragd ella sum ein trælkandi hóttan. M en nú er endurloysnin komin til okkara skemm­ aðu tjóð! Jenis og Bill hava staðfest, hvat grundin er til henda ólevnað. Sannleikan hava teir funnið í Gamla Testamenti og í Koranini. Tað er kvinnan, ið hevur drigið alt hetta and­ styggiliga úr øðrum, glataðum londum inn á okkara eyðmjúka, meinaleysa fosturland. Millum annað fosturtøku, forstáilsi fyri teimum samkyndu, rúsdrekka­ framleiðslu, girnd og ólevnað! Ikki so, at vit ikki høvdu var­ hugan av, hvussu illa tað stóð til, men nú vita vit tað. T að er kvinnan, henda listilærda veran, ið lokkar okkum sakleysu menn í æviga glatan. Les bara hvat ið stendur í fyrstu Mósibók um Adam og Evu og súrepli, sum Eva lokkaði Adam at smakka! Tað sigi eg tykkum fyri satt, at eydn­ ast tað ikki okkum monnum at halda grabbarnar frá kvinnuni ella egnum kynsgøgnum, eru hyggjuráðini, at vit halda okkum frá súreplum! Tað er har spírin til alt tað ónda liggur. Og sjálvandi skulu vit menn, ið elska lívið, forbjóða kvinnuni at týna tað ófødda lívið. Tað er alt í lagi, at somu lívselskandi menn fara í kríggj og drepa frá hond tey, sum eru komin í verð­ ina. Sambært Gamla Testamenti og Koranini er tað bæði mans­ ligt og Gudi til góðan tokka, at vit drepa og myrða frá hond á teimum heilagu vígvøllunum. Men hvussu er vorðið við fost­ urtøku? Har er okkurt, eg ikki reiðliga skilji. Er tað í lagi at seta fruktaðar eggkyknur í hópa­ tali upp í lívmóðrina á kvinn­ um, ið ikki verða gitnar á natúr­ ligan hátt? Hava Bill og Jenis hugsað um, hvussu nógvar liv­ andi, fruktaðar eggkyknur, sum á henda tilvitaða hátt verða týndar? Hvat er munurin á at týna fruktaðar eggkyknur á rannsóknarstovum og at týna fruktaðar eggkyknur í lívmóðr­ ini? Svarið kenna vit. Eisini hjá tí ”frelsta” halgar endamálið gerðina. Sektin liggur á, at tað er samvitskuleysi falsarin Joseph Smith og fasisturin og antisemititturin Billy Graham, ið eru fyrimyndirnar hjá summ­ um av teimum ”frelstu”. Hetta gamaltestamentliga møsnið, ið hesir báðir hava forført góð­ trúgvandi fólk við, er so ego­ sentriskt, at ”tann persónliga frelsti” hevur ta fatan, at alt universið er undirlagt honum, soleiðis sum tað verður lýst í frumsøgnuni um Jósef, sum bæði sól og máni og stjørnur nigu fyri. Og fyri alt tað: hvat merkir hetta supersjálvgóða umtakið ”at vera persónliga frelstur?” B ill og Jenis eiga at vita tað. Teir hava loysnina, teir hava lykilin til ”frelsuna”: kvinnan eigur ikki at sleppa at blanda seg upp í politikk. Tað er hon, ið er upprunin til alt tað ónda, ið fyriferst í okkara ann­ ars óspilta landi! Hevur hon ikki drigið bæði ólevnað, fostur­ tøku og samhuga við teimum samkyndu inn á okkum? Er tað ikki ein kvinnuligur tjóðveldis­ politikari, ið ”vil branda Føroy­ ar sum eitt rúsdrekkaframleið­ andi land”? Jenis meinar helst ”eyðkenna” tá ið hann tosar um at ”branda” – tað er valla gud­ dómligur “morð og brandur”, hann tosar um. Ella hvussu skulu vit fata henda góða mann? Líkamikið – konufólkið skal temjast og ofrast. Kosta hvat tað kosta vil! Somikið betur, um tær rýma av landi­ num. At tað longu nú eru 2000 færri av hesum syndarfulla verunum at taka sær av okkum mannfólik, gerst ikki við. So mugu tær, ið eftir eru, vera meiri nærlagdar! Tað verður ikki gott í hesum landi, fyrr enn alt konufólkið gongur burka­ klætt, við turriklæði og sløri at hylja alt tað ófantaliga, menn verða lokkaðir til at girnast. Púra rætt Bill! Lat okkum forbjóða, at konufólk verða vald á Føroya Løgting, og lat okkara skilagóðu, moralskt ólastandi manligu politikarar sleppa at arbeiða í friði. Tað líkist svarta ongum, at konur – enntá konur í fruktagóðum aldri, ið áttu at verið heima og passa mann og børn og at sett fleiri børn í verðina – forða okkara framskygdu, manligu politikarum í at halda vallyfti síni. Eg haldi, tú átti at gjørt eitt afturat, Bill, so at krossferð tín kann verða fullgjørd: Far uppá tingsins røðarapall og skjót upp, at alt hetta spillandi, ið verður drigið inn á okkum uttanífrá av samvitskuleysum kvinnum, skal verða avoytt og at talibanreligiónin hjá tykkum skal verða sett í gildi sum stýrisskipan, so vit kunna fáa landið á rætta, gudsóttandi kós. Skjót eisini upp, at moyarføð­ ing verður fingin í lag. Og helst soleiðis, at tað verður mansins skylda at leggja kropp til. So sleppa vit menn heilt undan at synda. Og klára tit ikki at seta hetta í verk av egnum mátti, so fáa tit uttan iva fullan stuðul frá gudi tykkara. Spurningurin er bara, um hann er samdur við tykkum? Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Religión í politikki og politikkur í religiónini Tíðargreinin tíðargreinin William Smith Orðini hjá Bill Justinussen á tingi í síðstu viku um kvinnur í politikki eru fallin mongun fyri bróstið