týsdagur 28. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 207 - 28. oktober 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Skulu vit veruliga lyfta tey fremstu upp, so mugu
vit tora at velja hesi burtur úr rúgvuni
Jon Heystoy
Málini eru nógv hjá
nývalda svimjifor
manninum. Men
tey eru øll rættiliga
ítøkilig, og sjálvur
sigur Jon Hestoy, at
hesi skulu røkkast
innan næstu 18
mánaðirnar
Svimjing
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Vaktarskifti var í Svimji
sambandinum leygardagin.
Formaðurin seinastu fýra
árini, Palli Ziskason, takk
aði fyri seg, og í hansara
stað
varð
valdur
Jon
Hestoy.
Jon er ikki hvør sum helst
innan føroyska svimjing.
Sum
svimjari
prógvaði
hann, at tað ber til at røkka
høgum málum, og eisini
hevur hann átt síni nógvu ár
sum formaður fyri Svimji
sambandið, har hann í
tveimum
skiftum
longu
hevur
virkað
sum
formaður.
Fýra súlur
Tí er tað sjálvandi ein mað
ur við sínum hugskotum,
sum nú hevur sett seg í
formanssessin.
Eg havi sjálvandi alla
tíðina havt mínar tankar
um, hvussu vit kunnu
menna føroyska svimjing.
Og í tí, sum eg havi lagt
fram á aðalfundinum, havi
eg valt at fokusera á nøkur
ítøkilig mál ,sum eg havi
býtt upp í fýra súlur: Um
sitingarliga arbeiðið, út
búgvingarpartin, ungdóms
arbeiði/breidd og so elitu
partin, sigur Jon Hestoy.
Út frá hesum eru so sett
ein rúgva av partsmálum,
sum vit eiga at fremja í
verki. Tað kann tykjast,
sum eru hesi partsmál ógvu
liga rúgvusmikil, og í fram
løgu mínari fyltu tey hálva
aðru A4síðu. Men sam
stundis er talan um mál,
sum vit kunnu røkka, um
vit megna at skipa umsiting
arliga partin nóg væl. Og
ikki minst ber til at røkka
hesum, uttan at vit skulu
broyta alt samfelagið kring
okkum.
Nú verður hetta for
mansskeiðið bara 18 mán
aðir, tí roknskaparárið verð
ur broytt, men sjálvur haldi
eg, at skal eg kunna kalla
hesar 18 mánaðirnar fyri
eina succés, so eiga øll
málini, sum sett eru, at vera
rokkin. Ella í øllum førum
vera komin væl áleiðis,
sigur Jon Hestoy.
Enn er eingin tíðarfesting
gjørd á ymsu málunum, og
Jon sigur, at tað er tilvitað,
at hetta ikki er gjørt.
Tá eg setti meg við
mínum uppleggi, ætlaði eg
upprunaliga at gera tíðar
festingar á ymsu punktini.
Hinvegin kom eg til ta
niðurstøðu, at øll eiga at
kunna røkkast heilt skjótt.
Tí ræður kanska meira um
at skipa nevndararbeiðið
eftir hesum málum, og mín
ætlan er so, at vit á fyrsta
nevndarfundinum seta upp
eina gerðalista yvir ymsu
punktini, og at vit síðani
arbeiða miðvíst fyri at
fremja hesi í verki, sigur
nýggi formaðurin.
Piotr Krakowski
skal standa á odda
fyri 07Vestur, tá
vágamenn aftur
fara at royna seg í
Formuladeildini
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
07Vestur og Piotr Krako
wski hava í kvøld gjørt av
talu fyri næsta kappingarár.
Piotr hevur í ár vant
07Vestur, og tað hevur
gingið væl, tí vágamenn
hava spælt seg upp í bestu
fótbóltsdeildina.
Tá hetta samstarvið
hepnaðist so væl, og úrtøk
an gjørdist tann best hugs
andi, nevnliga príðiligasta
hálspríðið
og
pláss
í
Formuladeildini, var nær
liggjandi at leingja avtaluna,
sigur 07Vestur á heimasíðu
sínari.
Mugu tora
við elituni
Piotr heldur fram í Vágum
Piotr Krakowski
hevur í ár stýrt
07 Vestur upp í
Formula-deildina.
Og hann fer eisini
at standa við
stýrisvølin í 2009
Klokkuklár mál fyri
svimjingina
Sum fyrrverandi elitusvimjari kennir
Jon Hestoy krøvini, sum skulu til,
um svimjingin skal røkka nóg langt.
Og millum málini, sum nú eru sett,
er eisini at fáa myndugleikarnar við
í spælið at eggja føroysku elituni at
gerast enn betri
Svimjing
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Framúr avrikini hjá føroyskari svimjing seinnu
árini – og serstakliga Pál Joensen – hava givið
føroyskari svimjng eina vón um eina sonevnda
Páleffekt, har avrikini hjá trífalda EM
vinnaranum kunnu kveikja ein enn størri
áhuga fyri svimjing kring landið.
Og Jon Hestoy slær fast, at avrikini hjá Pál
bera við sær, at føroysk svimjing í dag stendur
í eini einastandandi støðu, tá tosað verður um
at fremja elitumenning.
Møguleikin, sum Pál hevur givið okkum,
er, at vit ikki skulu argumentera út frá eini
hugsaðari støðu um, hvussu langt vit kundu
rokkið, um vit høvdu hesar ella hasar karmar.
Veruleikin er, at vit í dag eiga ein trífaldan
europameistara, og tað er prógv um, at vit
eisini í Føroyum eiga talentini, sum kunnu
vinna allan vegin á mál.
Tað, sum er umráðandi í hesum sambandi,
er, at vit tora at taka tey allar bestu burtur úr
rúgvuni og stuðla hesum. Sjálvandi skulu
tilboð vera til øll, tí uttan breidd er eingin elita.
Men samstundis mugu vit tora at kalla ein
spaka fyri ein spaka, soleiðis at vit pilka tey
allar bestu burturúr, og geva teimum ein
møguleika at satsa upp á ítróttina. Skulu vit
veruliga lyfta tey fremstu upp, so mugu vit
tora at velja hesi burtur úr rúgvuni, sigur Jon
Hestoy.
Tí er eitt av málum hansara eisini at koma í
samráðingar við Mentamálaráðið og skúla
leiðslur um elituspurningin, soleiðis at
fíggjarligu og útbúgvingarligu karmarnir vera
best
møguligur
hjá
fremstu
føroysku
ítróttarfólkunum.
Jon Hestoy hevur eina greiða ætlan fyri føroyska svimjing, nú hann fyri triðju ferð hevur sett seg
í formansstólin
Pál Joensen er eitt ítøkiligt dømi um, hvussu langt kann
røkkast við miðvísum arbeiði. Og tað gevur føroyskari
svimjing ein einastandandi møguleika í samskiftinum
við myndugleikarnar, heldur Jon Hestoy