Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 207 - 28. oktober 2008 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Linda Sandø Wils Poulsen, kona Petur Olaf Poulsen, vanliga nevndur Pidde, andaðist í heiminum í Gilleleje 23. oktober, 62 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Gilleleje kirkju hósdagin 30. oktober klokkan 15. Turid Jacobina Joen­ sen, vanliga nevnd Binna, Tvøroyri, andað­ ist á Suðuroyar Sjúkra­ húsi sunnudagin, 86 ára gomul. Farið verður úr kapellinum týsdagin klokkan 18. Jarðarferin verður úr Tvøroyrar kirkju mikudagin klokk­ an 13. Sungið verður úr sálmabókini. Haakon Carlsson úr Havn andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum fríggja­ dagin, 66 ára gamal. Jarðaferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin klokkan 13. Sungið verð­ ur úr sálmabókini. Andlát og jarðarferðir Dagurin 28. oktober. Tveggja ápostla messa, Símun Selotes og Judas Taddeus. Søgnin sigur, at teir vórðu báðir dripnir í Persiu í árinum 71. Á einum av kirkjubøstól­ unum sæst mynd av einum ápostli við gassa í hendi. Er helst annar av teimum, tí søgnin sigur, at teir báðir vórðu bardir til deyða. Eina lítla heilsu vilja vit skriva til okkara fitta abba Abbi okkara eitur Steinbjørn O. Jacobsen, og verður hann 60 ár fyrsta dagin. Hann hevur nevniliga føð­ ingardag tann. 30. oktober. Hann var, sum tit nokk kunnu rokna tykkum fram til, føddur í 1948. Hann er giftur við Sunnuvu Jacob­ sen, fyrr Joensen. Vit eiga fýra mammubeiggjar, so abbi og omma fingu fimm børn. Enn hava tey bara fingið fýra ommu­ og abba­ synir og eina ommu­ og abbadóttur. Men man okk­ urt ikki fara at koma aftur­ at? Tað rokna vit við. Vit halda, at tað er nokkso kuul, at abbi er borgarstjóri, men fyrst og fremst er hann abbi okkara. Vit kunna siga sera nógv um hann, og fara vit tí at siga nøkur ting, nú vit ynskja honum til lukku. Abbi er altíð sera fittur, blíður og ikki minst stutt­ ligur. Hann er altíð í góðum lag. Hvørja ferð hann kemur at vitja okkum, kemur lív í. Steinbjørn abbi dámar væl at berjast, og tí rokast vit sera ofta, tá hann er hjá okkum, ella tá vit eru heima hjá honum. Abba dámar, sum næstan øll vita, eisini væl at hyggja eftir fótbólti. Tað gera vit eisini. Tí tosa vit ofta um fótbólt. Hann tosar fyri tað mesta um KÍ, men vit for­ telja honum eisini um útlendskan fótbólt. Mest um Liverpool og Arsenal. Tá fótbóltur er í ÚF lurta vit viðhvørt, men ofta fara vit norður til hansara at hyggja eftir enskum fótbólti í sjónvarpinum hjá teimum. Vit síggja ikki so nógv sum tey – babba er heldur ikki borgmeistari. Bomm, sukur og kakur elskar hann. Lítli Steinbjørn sigur, at onkur hevur sagt við hann, at Steinbjørn abbi hevur tað man kallar søta tonn. Men tað hava vit einki hoyrt um í lívfrøði – í øll­ um førum ikki enn. Men vit vita, at honum dámar væl kakur og nógv sukur útí tevatn. Forvitin! Tað er hann. Alt skal hann hava við. Onkutíð halda vit, at hann hevur gevind í hálsinum, men tað passar neyvan. Vit hava heldur einki hoyrt í skúlan­ um um, at fólk hava gevind nakrastaðni í kroppinum. Abbi dugur nógv ymiskt. Nú ein dagin, tá vit koyrdu framvið húsum hjá teimum, hekk hann uppi undir nýggja karnapplinum við einum hamara. Dagin eftir hekk hann við einum pensli. Og triðja dagin, tá vit fóru inn til ommu og abba, hevði hann eitt sparstlijarn í hond­ ini og legði nýggjar flísar í gongini. Men so skjótt vit vóru komnir inn, segði abbi, at hann fór at gera ein drekka­ munn. Tað ger hann altíð, tá vit koma og sikkurt eisini, tá onnur koma at vitja hann. Skjótur er hann at fara at keypa okkurt, um einki er eftir av lekru kakunum sum omma plagar at gera. So drønar hann heim í býin við bilinum. Tað hendir seg, at hann er nokkso leingi vekk, men tað er helst tí, at hann er farin at práta við onkran hann hevur møtt. Abbi. Tú mást minnast til at halda áfram at sparka inn­ andura fótbólt minst tvær ferðir um vikuna. Tí vit halda, at tað er nokk tað, sum ger, at so nógvur futtur er í tær. Eitt annað mugu vit nevna. Hann er ein sannur sósmeistari. Serliga glaðir eru vit fyri teir deiligu lambasteiksdøgurðarnar og tíni sós. Nam nam. At syngja dugur Abbi eisini. Tað er nakað sum hann elskar, tí altíð hevur hann tíð til tað! Góði abbi. Vit vilja ynskja tær hjartaliga til­ lukku við 60 ára degnum hósdagin. Takk fyri at tú ert so góður við okkum. Vit eru eisini góðir vit teg. Vón­ andi fáa vit nógv ár saman afturat. Og sjálvandi gleða vit okk­ um til veitsluna, sum verður í Skálanum 30. oktober. Mikkjal og Steinbjørn Abbi fyllir 60 ár Vores kære mor, omma, svigermor, søster, moster, faster og veninde Anna Kristina Dam Schultz født 16. februar 1935 er stille sovet ind den 22. oktober 2008 Elsket og savnet På familie og venners vegne Holger, Poul, Maj-Britt og Charlotte Begravelsen finder sted fra Glostrup Kirke lørdag den 1. november kl. 12.30. Stor tak for dygtig og tillidsfuld pleje gennem hele sygdomsforløbet til personalet på Herlev Sygehus Kræftafdeling og Hospice Sjælland. Tøkk Hjartans tøkk til øll tykkum, sum gjørdu okkum silvurbrúdleypsdagin 16. juli 2008 so hugnaligan, og ógloymandi. Heilsan Birna og Alfred Petersen Góðkendur serfrøðingur Kári Leivsson hevur 28. august 2008 fingið prógv sum serfrøðingur í kliniskari sálarfrøði ­ „spesialist i klinisk psykologi med fordypningsområde i psykoterapi med voksne“ frá Spesialistutvalget i Norsk Psykolog­ forening. Norska serfrøðiheitið umfatar eftirútbúgving­ ar, starvsvegleiðing, fjøltáttaðar starvsroyndir (herav 4 ár í Noregi) og loksins hevur hann skrivað frøðiliga ritgerð, sum ber heitið „Variasjoner av ressursutvikling og ­installering som verktøy i psykoterapi“. Kári Leivs­ son starvar í Sálarfrøðistovuni við Tórsgøtu 17 í Havn. Lesið Sosialin - so eru tit við