týsdagur 28. oktober 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Demich P/F Tórshavn
Postboks 378 - Stiðjagøta 2
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 309 310
demich@demich.fo
Demich P/F Vágur
Á Marknoyri
FO-900 Vágur
Telefon +298 37 35 35
demich@demich.fo
Demich P/F Runavík
Heiðavegur 80
FO-610 Saltangará
Telefon +298 445500
demich@demich.fo
Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv.
Umhvørvisvinarlig orka við
hitapumpu frá Demich
Vinnan
Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum
...títt vinnublað
Hóast prísirnir á
sethúsum fram
vegis halda sær,
vóru munandi
færri handlar í 3.
ársfjórðingi enn í 2.
ársfjórðingi av 2008
SETHÚSASØLA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stórar broytingar eru í set
húsasøluni. Sambært yvir
liti, sum Eik hevur gjørt,
sæst, at munandi færri hús
verða seld, meðan prísirnir
hinvegin halda sær.
Í talvuni sæst broytingin
millum annan og triðja
ársfjórðing í 2007 mótvegis
2008.
Meðalprísirnir á handlað
um sethúsum, tinglýstir í 3.
ársfjórðingi 2008, eru gjørd
ir upp soleiðis: (Sí talvu 1)
Hagtølini vísa, at í øllum
økjum er talan um eina
hækking í meðalprísinum
frá 2. til 3. ársfjórðing
2008.
Hækkingin er tó heldur
lítil og, grundað á lítla talið
av handlaðum húsum, er
ikki grundarlag fyri at tulka
hetta sum eina veruliga
hækking, men heldur sum,
at meðalprísirnir á handlað
um húsum eru rættiliga
støðugir í løtuni, sigur
Bjarni Olsen, stjóri í Eik
Banka
við
heimasíðuna
www.eik.fo
Hyggja vit eitt ár aftur, er
príslegan í Havn í 3. árs
fjórðingi 2008 umleið 10%
undir leguni í 3. ársfjórðingi
2007.
Í størri bygdum er prís
legan 3. ársfjórðing 2008
eitt sindur lægri, uml. 5%,
enn fyri einum ári síðani,
meðan príslegan í smærri
bygdum er heldur hægri,
uml. 5%, enn fyri einum ári
síðani.
Munandi færri
handlar
Hóast broytingarnar í meðal
prísunum eru rættiliga smá
ar, eru stórar broytingar í
talinum av handlum: (Sí
talvu 2)
Bæði í Havn og í størri
bygdum er talið av handlum
farið niður í eina helvt ella
meira upp á eitt ár, meðan
talið av handlum í smærri
bygdum framvegis er áleið
á sama støði sum fyri einum
ári síðani.
Hóast sethúsaprísirnir
ikki eru broyttir so nógv
farna ársfjórðingin, er lága
talið av handlaðum húsum
tekin um tvey fyribrigdi:
Lutvíst royna seljarar at
varðveita prísleguna, og lut
víst eru keyparar ikki sinn
aðir ella førir fyri at keypa
við so høgum prísum, sigur
Bjarni Olsen, stjóri í Eik.
Hann vísir á, at henda
bíðistøða óivað eisini er
merkt av óstøðugu viður
skiftunum, sum valda í
fíggjarheiminum bæði í og
uttan fyri Føroyar. Tí er
framvegis bæði møgueiki
fyri, at prísirnir kunnu
halda sær og fyri, at prísirnir
kunnu falla.
Um keyparar verða
meira sinnaðir ella førir fyri
at keypa til verandi prisir,
so halda prísirnir sær. Um
seljarnir hinvegin sleppa
kravinum um verandi prísir,
so fara prísirnir at falla,
sigur Bjarni Olsen við
heimasíðuna hjá Eik.
Kelda: www.eik.fo
Stórt fall í sethúsahandlum
Talva 1
Krónur
Broyting í
prosent
2.-3. ársfj.
2008
Broyting í prosent
3. ársfj. 2007-3. ársfj.
2008
Suðurstreymoy:
2.264.000
1%
-10%
Størri bygdir:
1.096.000
6%
-5%
Smærri bygdir:
1.176.000
9%
+6%
Talva 2
Handlar
3. ársfj.
2008
Broyting í
prosent
2.-3. ársfj.
2008
Broyting í prosent
3. ársfj. 2007-3. ársfj.
2008
Suðurstreymoy:
9
-36%
-59%
Størri bygdir:
14
-36%
-44%
Smærri bygdir:
20
-20%
+11%