týsdagur 28. oktober 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
vinnan
Nr. 207 - 28. oktober 2008
Great Greenland fær stuðul
Fíggjarnevndin hjá grønlendska Landstinginum hevur samtykt at játta
kópaskinnafyritøkuni Great Greenland átta milliónir krónur í
rakstrarstuðuli. Játtanin kom, eftir at Great Greenland í síðstu viku
boðaði frá, at fyritøkan hevði næstan ongar pengar eftir at lata
veiðimonnunum, sum avreiða kópaskinn. Fíggjarnevndin leggur tó ta
treyt við játtanini, at í framtíðini skal Great Greenland kunna
landsstýrið um fíggjarstøðu felagsins minst eina ferð um árið.
Harafturat mælir nevndin fyritøkuni til at taka veiðimannafelagið
KNAPK við upp á ráð, tá týðandi avgerðir skulu takast.
Eftir trý feit ár eru
eini tvey rak ár í
væntu fyri føroysku
byggivinnuni, heldur
stjórin í Havnar
Timburhandli.
Og kanska er tað
jaligt við eitt sindur
av mótburði, tí
hákonjuktururin
seinastu árini hevur
trýst prísleguna alt
ov høgt upp, heldur
hann
byggivinnan
Edmund Jacobsen
edmund@pressecentrum.dk
Minkandi íløguhugur og
fallandi
byggivirksemi.
Soleiðis eru útlitini fyri før
oysku byggivinnuna beint
nú sambært Heina Fosaa,
stjóra í Havnar Timbur
handli.
Men hóast hann er alt
annað enn fegin um útlitini,
so er hann sannførdur um,
at niðurgangstíðirnar eru
neyðugar. At fallandi virk
semi kemur nú er kanska
mest av øllum av tí góða,
heldur hann:
Vit hava havt ein hákon
juktur, sum vit ongantíð
hava sæð áður. Tað hevur
verið púra vilt! Til dømis
hava vit verið noyddir til at
leggja kvotur á byggitilfar
ið eftirspurningurin hevur
heilt einfalt verið so nógvar
ferðir størri enn útboðið.
So eg haldi ikki, at vit skulu
verða kedd um, at virksemi
minkar. Tað er ein neyðug
gongd aftan á tað rokið, vit
hava sæð seinastu trý til
fýra árini, sigur Heini
Fosaa.
Fallandi prísir
stimbra
Hinvegin
væntar
Heini
Fosaa ikki, at vit fara at upp
liva eina veruliga kreppu
innan fyri byggivinnuna.
Vit hava jú ikki peninga
mangul í Føroyum. Flestu
fyritøkurnar hava framhald
andi eitt positivt cashflow.
Vit vænta, at vanligt við
líkahald fer framvegis at
verða á skránni, og at tað
almenna eisini fer at hava
onkrar verkætlanir. Men
tað er heilt vist, at tað ovur
stóra virksemi, sum vit hava
sæð seinastu árini, tað fer at
støðga upp tey næstu tvey
árini, sigur Heini Fosaa.
Hann leggur afturat, at
bremsilongdin hjá byggi
vinnuni er long. Tær verk
ætlanir, sum hava fingið
fígging, halda fram, og at
tað tískil væntandi verður
fitt av virksemi til einaferð
í 2009.
Har eru eisini fleiri viður
skifti, ið gera, at niður
gongdin í byggivinnuni ikki
verður so ógvuslig, sum
fleiri vænta.
Beint nú eru fólk bang
in. Vit hava øll fingið ein
hvøkk av, at fíggjarstøðan
kann venda so skjótt. Tann
hækkaða rentan ger, at tað
er torførari at fíggja byggi
verkætlanir. Men hinvegin
Niðurgongdin er neyðug
Neyvan kreppu, men munandi minni
virksemi, er nakað, sum føroyska
byggivinnan skal brynja seg til tey
næstu tvey árini, heldur stjórin í
Havnar Timburhandli, Heini Fosaa
Mynd: Jens Kristin Vang