Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnan Nr. 207 - 28. oktober 2008 Stóri munurin á góðum og ringum tíðum í byggivinnuni ger, at tað er torført hjá byggivinnuni at varðveita dugnaliga arbeiðsmegi í Føroyum. Hetta ger tað lættari hjá útlendingum at koma framat og er sum heild ein trupulleiki fyri samfelagið, heldur stjórin í Havnar Timburhandli Edmund Jacobsen edmund@pressecentrum.dk Sveiggini í føroysku byggivinnuni eru mun­ andi ógvusligari enn í øðrum londum. Og tí kunna vit takka politiska valdinum fyri. Tað heldur Heini Fosaa, stjóri í Havnar Timburhandli: ­ Tað líkist púrasta ongum. Politikarar hava í áravís tosað um neyvari stýring av virkseminum, so vit ikki uppliva tey sera ógvusligu sveiggj, sum føroyska byggi­ vinnan má liva við. Men onki er gjørt enn, sigur Heini Fosaa. Hann peikar á, at øktu almennu inntøkurnar verða brúktar upp í góð­ um tíðum, heldur enn at tað almenna roynir at halda aftur og spara upp, so eitt sindur er eftir til virksemi í verri tíðum. Hann hugsar ikki bara um inntøkurnar hjá byggifyritøkunum, men eisini um føroysku hand­ verkararnar, sum ofta mugu fara av landinum fyri at finna arbeiði, tá ið niðurgangstíðir eru í Føroyum: ­ Úrslitið er, at vit missa allar teir sera virðismiklu førleikarnar, sum okkara handverk­ arar hava. Teir koma jú ikki heimaftur beinan­ vegin, tá ið tíðirnar venda aftur til tað betra. Hetta ger so aftur, at útlendskar fyritøkur og hándverkarar taka ein bróðurpart av arbeiði­ num, sigur Heini Fosaa. ­ Í staðin fyri at seta ferð á nýtsluna, tá ið skattainntøkurnar fara upp ­ og harvið eggja til yvirupphiting av búskapinum ­ so átti politiska valdið at stýrt soleiðis, at færri almennar verkætlanir vóru settar í verk í góðum tíðum. Hetta hevði verið ein fyri­ munur fyri føroysku byggivinnuna, hand­ verkararnar og føroyska búskapain, sigur Heini Fosaa. Fjaldu rúsevni í fiski Tað er næstan einki mark fyri, hvat rúsevnasmuglarar kunnu finna uppá, tá tað ræður um at smugla rúsevni millum lond. Tað máttu myndugleikarnir í Uruguay sanna, tá tollararnir har nú um dagarnar funnu 300 kilo av rúsevninum kokain í frystilastini á einum fiskiskipi. Fishing News skrivar, at talan er um eitt línuskip, sum fyrr hevur siglt undior bretskum flaggi, men er selt til Uruguay. Hetta er tó ikki fyrsti tilburðurin av hesum slagnum, tí fyrr í ár funnu spanskir tollarar meiri enn tvey tons av rúsevni, sum lá fjalt í lastini á einum fiskiskipi. er príslegan á veg niðureftir. Matur og brennievni kostar alsamt minni, og kostnað­ urin á byggitilfari fellur eisini, tí útboðið er við at finna ein javnvág við eftir­ spurningin, sigur stjórin í Havnar Timburhandli. ­ Eg vænti eisini, at løn­ irnar til handverkarar fara at minka, og tað er eisini við til at stimbra virksemi. Vit skulu ikki nógv ár aftur tá ið lønirnar vóru um 150 krónur um tíman. Seinastu tíðina hevur tað ikki verið óvanligt, at handverkarar tjena um 300 krónur um tíman. Hetta ­ og onnur við­ urskifti ­ hava gjørt alt nógv dýrari enn gott er, sigur Heini Fosaa víðari. Neyvan kreppa Havnar Timburhandil hevur ongar ætlanir um at niður­ leggja nakað virksemi ella at siga fólki upp, nú niður­ gangstíðir eru fyri framman. Hetta tí at fyritøkan longu seinasta summar dugdi at síggja, at góðu tíðirnar skjótt fóru at enda. Tískil hevur Havnar Timburhandil havt stundir til at tillaga seg til fallandi virksemi. ­ Eg haldi ikki at vit skulu tosa um kreppu. Tað verður neyvan so ringt, sum fleiri vænta. Vit fara at uppliva niðurgongd næstu tvey árini. Tað var væntað, sigur Heini Fosaa. Sveiggj oyðileggja byggivinnuna Eitt lítið KT-virki er blivið 1 ár Vit hava loyst uppgávur innan Microsoft SharePoint fyri smáar kundar við 10 starvsfólkum og fyri stórar kundar við 1.6 mió brúkarum á teirra ekstraneti. Hava eisini verið ráðgevar og undirveitarar í sambandi við verkætlanir á 1.3 mia krónur. Stutt sagt, so elska vit at loysa uppgávur í SharePoint! SkráSettur MicroSoft Partnari Grafikmaster tel 227000 Intra er leiðandi innan Microsoft SharePoint við kundum á privata og almenna økinum, bæði í føroyum og í Danmark. Vit hava hollar royndir innan Microsoft, .net, SharePoint og office 2007.