Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 207 - 28. oktober 2008 Bankafólk minni løn Leiðslan í franska stórbankanum Credit Agricole hevur spurt 500 av sínum leiðandi medarbeiðarum, um teir ikki kunnu góðtaka at fáa millum 15 og 25 prosent minni í løn næsta ár. Millum teirra, sum hava fingið fyrispurningin, eru fleiri av stjórunum. Afturfyri hevur bankin lovað, at eingin verður uppsagdur tað fyrsta árið. Herfyri boðaði íløgubankin Goldman Sachs frá, at hann verður helst noyddur at koyra ein triðing av starvsfólkinum til hús. Hildið verður, at umleið 140.000 størv á altjóða fíggjarmarknaðinum eru horvin í ár. Seks mans hava sítt livibreyð umborð á skeljabátinum Norð­ heim, og á Skelja­ virkinum á Oyri arbeiða 14 fólk í ver­ tíðini, sum vanliga er frá august til februar mánaða at enda Skeljar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ein vinnugrein, sum lutfals­ liga lítið hevur verið at hoyrt um í Føroyum, er skeljavinna. Hóast henda vinna hevur mong ár á baki, er ikki ofta seinnu árini, at hetta virksemi, sum er farið fram á Oyri gjøgnum mong ár, hevur verið til umrøðu. Skeljavinna er vertíðar­ vinna í Føroyum, sum gevur arbeiði til eini 20 fólk – seks mans umborð á skelja­ bátinum Norðheimi og eini 14 inni á Skeljavirkinum á Oyri. Tann, sum heilt síðan seinast í sjeytiárunum hevur skipað fyri framleiðsluni á landi, er svínoyingurin, Høgni Sóloy, sum býr á Eiði. Hann hevur verið for­ maður á Skeljavirkinum øll hesi ár. Í sínari tíð arbeiddi hann í Føroyingahavnini, og hann var eisini eitt skifti á fiska­ virkinum á Eiði, áðrenn hann tók við leiðsluni á Oyri. Seinni í gongd Høgni Sóloy sigur, at van­ liga byrjar Norðheim at fiska skeljar í august, og síðan verður fiskað og virk­ að á virkinum, til februar mánaði er liðugur. ­ Vit komu eitt sindur seinni í gongd í ár, enn vit plaga, tí Norðheim var ikki klárur fyrr enn seint í sep­ tember, og síðan gongd kom á, hevur heystið viðrað serstakliga illa. Hann vísir á, at í fjør heyst viðraði væl, og tá arbeiddu tey eisini nógvar leygardagar í bestu tíðini, sum er í oktober og novemb­ er. ­ Hetta er tíðin, tá skelin er best – og er best til virk­ ingar. Tá er hon feitast, og tá er hon ikki so bleyt, sum hon vanliga verður, tá vit nærkast jólum, sigur Høgni. Norðheim roynir bara eystanfyri, og skipið roynir vanliga eystari, enn teir gjørdu í síni tíð. ­ Fyrr royndu teir ofta innari í Álinum, men har eru teir vanliga bara, tá hann liggur við nógvum vindi vestaneftir. Ringastu ættirnar eystan fyri eru landnyrðingur og eysturættirnar annars. ­ Teir plaga at siga, at er hann eystanfyri norðan og eystanfyri sunnan, skal helst viðra hampiliga væl, um tað skal vera roynandi, sigur Høgni Sóloy. Skipari á Norðheim er Høgni Debes á Oyri, og aftrat sær hevur hann fimm mans, sum fáa eina ársinn­ tøku í hesi veiði. Skipið, sum annars royn­ ist hampiliga væl, er gamalt og hevur tænt fyri seg í mong ár. Norðheim er smíðaður í fyrrverandi Eysturtýsklandi miðskeiðis í sekstiárunum. Sum á fiskavirki Høgni Sóloy sigur, at van­ liga plagar Norðheim at fiska eini 4.000­4.500 tons av skeljum í vertíðini, og tá so vertíðin er av seint í februar, verður skipið lagt. ­ Nógv av teimum, sum arbeiða á skeljavirkinum, hava verið her í mong ár. Flestu eru fólk, sum liggja um 50 og 60 ára aldur. Onkur er tó yngri. Hann sigur, at tá vertíðin er av, verða fólkini á virk­ inum søgd úr starvi, og tá kunnu tey fara upp í tær skipanir, sum eru galdandi á arbeiðsmarknaðinum. ­ Onkur fer kanska í ann­ að arbeiði ein part av tíðini, men tey flestu taka sær av onkrum fyrifallandi, meðan ongar skeljar eru at virka. Arbeiðsformaðurin sigur, at arbeiði á Skeljavirkinum er nøkulunda sum á einum vanligum fiskavirki. ­ Um viðrar yvir longri tíð, er arbeiði støðugt, men um líkindini eru óstøðug og vánalig, sum tey hava verið higartil í heyst, eru nógvir dagar við ongum arbeiði. Høgni sigur, at tey so­ leiðis høvdu ein dag í síðstu viku, og fyrstu dagarnar í hesi vikuni hevur einki ver­ ið at gjørt. ­ Nú vóna vit, at hann blíðkar veðrið aftur, soleiðis at Norðheim sleppur útaftur, og vit kunnu fara til arbeiðis aftur hósdagin, leggur hann aftrat. Av teimum tilsamans 14 fólkunum, sum starvast á skeljavirkinum, eru heldur fleiri konufólk enn mann­ fólk. ­ Øll, sum arbeiða á virki­ 20 fólk í skeljum á Oyri Á virkinum verða skeljarnar loyptar, pilkaðar og einkultfrystar. At kalla øll framleiðslan hjá Skeljavirkinum fer til Fraklands